Wikipedia
fowiki
https://fo.wikipedia.org/wiki/Fors%C3%AD%C3%B0a
MediaWiki 1.47.0-wmf.8
first-letter
Miðil
Serstakt
Kjak
Brúkari
Brúkarakjak
Wikipedia
Wikipedia-kjak
Mynd
Myndakjak
MediaWiki
MediaWiki-kjak
Fyrimynd
Fyrimyndakjak
Hjálp
Hjálparkjak
Bólkur
Bólkakjak
TimedText
TimedText talk
Module
Module talk
Event
Event talk
Karsten Hoydal
0
1746
388672
371286
2026-06-28T02:12:07Z
InternetArchiveBot
24584
Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5
388672
wikitext
text/x-wiki
{{infobox/article/human}}
'''Karsten Hoydal''' ([[28. mars]] [[1912]] í [[Hoydalar|Hoydølum]] - [[4. apríl]] [[1990]]) var [[Føroyar|føroyskur]] rithøvundur.
Hann fór ungur til [[Danmark]]ar at útbúgva seg innan landbúnað og fiskivinnu og starvaðist innan hetta arbeiðsøkið. Eitt skiftið var hann í [[Ekvador]] sum ráðgevi hjá [[ST|Sameindum Tjóðum]]. Hann var [[løgting]]smaður og landsstýrismaður umboðandi [[Tjóðveldisflokkurin|Tjóðveldisflokkin]]. Karsten var fjøltáttaður høvundur og skald. Hann skrivaði yrkingar, stuttsøgur, týddi, ummælti, skrivaði yrkisgreinar og barnasøgur. Í sínum skaldskapi lýsti hann m.a. náttúruna, lívskorini, barnalyndið og vandan við kríggi og hernaðardubbing. Karsten Hoydal var nýskapandi høvundur, bæði málsliga og innihaldsliga.
Fyrsta útgáva hansara var Náttarljóð, hon stóð í Varðanum 12, og var prentað í 1932.
== Útgávur ==
Karsten Hoydal gav út 4 yrkingasøvn: »Myrkrið reyða« 1946, »Syngjandi grót« 1951, »Vatnið og ljósið« 1960 og heildarsavnið »Teinur og tal« 1972.<ref>[http://snar.fo/index.php?id=4274 Snar.fo, Karsten Hoydal (1912-1990)]</ref>
*[[1934]] – ''Barnið, bergið og blómurnar''
*[[1946]] – ''Myrkrið reyða'' (yrkingasavn)
*[[1951]] – ''Svimjingarbeltið'' í Míni jólabók
*[[1951]] – ''Syngjandi grót''
*[[1960]] – ''Vatnið og ljósið''
*[[1971]] – ''Leikapettið''
*[[1972]] – ''Teinur og tal'' (3 yrkingasøvn í einari bók)
*[[1979]] – ''Frændarøddir''
*[[1980]] – ''Heðin, Marjun og tjøldrini''
*[[1986]] – ''Suð í grasi''
*[[1999]] – ''Lív heldur á''
== Heiðurslønir ==
* [[1961]] M.A.Jacobsen
* [[1973]] Heiðurslimur í brasilianskum rithøvundafelag
* [[1988]] M.A.Jacobsen - Bókmentavirðisløn [[Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens|M.A. Jacobsens]] fyri annað mentanaravrik.
== Familja ==
Kona hansara var Maria Louisa, fødd Falk-Rønne. Saman áttu tey fýra børn: tvíburðarnir [[Gunnar Hoydal|Gunnar]] og [[Kjartan Hoydal|Kjartan]], [[Annika Hoydal|Anniku]] og Egil. Politikarin [[Høgni Hoydal]] er abbasonur hansara.<ref>{{Cite web |title=in.fo - Kjartan Hoydal er farin |url=http://www.in.fo/news-detail/kjartan-hoydal-er-farin/?L=0nyoutube.com&cHash=e6d5ac506e69268294f08b80960d1f86 |access-date=2016-05-04 |archivedate=2016-05-04 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20160504143048/http://www.in.fo/news-detail/kjartan-hoydal-er-farin/?L=0nyoutube.com&cHash=e6d5ac506e69268294f08b80960d1f86 }}</ref>
== Keldur ==
<references/>
{{DEFAULTSORT:Hoydal, Karsten}}
[[Bólkur:Føroyskir rithøvundar|Hoydal, Karsten]]
[[Bólkur:Føðingar í 1912]]
[[Bólkur:Føroyskir týðarar]]
[[Bólkur:Føroyskir politikarar]]
[[Bólkur:Hoyvíkingar]]
[[Bólkur:Andlát í 1990]]
dpq2mdkam5c5gtqaf74j0urj9jqf0yo
Kjartan Hoydal
0
39578
388674
357280
2026-06-28T02:43:33Z
InternetArchiveBot
24584
Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5
388674
wikitext
text/x-wiki
'''Kjartan Hoydal''' (føddur [[12. september]] [[1941]] í [[Keypmannahavn]], deyður [[2. mai]] [[2016]] í [[Tórshavn]]) var ein føroyskur fiskifrøðingur.
== Lívsleið ==
Eftir kríggið búði familjan í [[Klaksvík]] eitt skifti, tá ið pápin arbeiddi hjá Kjølbro, og síðani fluttu tey til Havnar, tá ið pápin fekk starv í fiskivinnustovuni í Tinganesi. Tá búsettist familjan uppi á Hálsi í Havn. Eitt skifti miðskeiðis í fimmtiárunum vóru tey í Latínamerika, har pápin í ST høpi arbeiddi í Ekvator.
Kjartan leyk studentsprógv í [[Sorø]] og las síðani lívfrøði við serligum atliti til fiskiskap og fiskivinnu á [[Københavns Universitet|lærda háskúlanum í Keypmannahavn]]. Áðrenn hann í 1971 flutti aftur til Føroya, arbeiddi Kjartan í tvey ár hjá Danmarks Fiskeriundersøgelser, og eftir at vera fluttur heim var hann í ellivu ár og fram til 1982 á Fiskirannsóknarstovuni. Longu 1982-1983 var hann í starvi hjá ICES. Onkuntíð undirvísti hann í Hoydølum. Hann hevur eisini starvast sum skrivstovustjóri á løgmansskrivstovuni. Hann hevur eisini drúgvar royndir sum granskari og embætismaður innan altjóða umsitingarligar stovnar, so sum Nafo, NEAFC, Nammco og Ices.
Í 1986 umskipaði landsstýrið hjá [[Atli Dam|Atla Dam]] umsitingina av fiskivinnuni. Lýst varð eftir fiskivinnustjóra, og Kjartan Hoydal varð settur í starvið, sum hann røkti fram til 1996. Tá fór Kjartan at starvast uttan fyri landoddarnar. Fyrst var hann aðalskrivari í NORA – North Atlantic Cooperation – í fimm ár og fram til 2001, og síðani var hann í stívliga tíggju ár – fram til í juni 2011 – í starvi hjá NEAFC, sum hevur høvuðsskrivstovu í [[London]], hagar Kjartan flutti at búgva. Saman við fleiri løgfrøðingum var hann miðskeiðis í nítiárunum við til at skriva álitið um nýggja stýrisskipan.<ref>[http://www.in.fo/news-detail/kjartan-hoydal-er-farin/?L=0nyoutube.com&cHash=e6d5ac506e69268294f08b80960d1f86 in.fo - Kjartan Hoydal er farin] {{Webarchive|url=https://web.archive.org/web/20160504143048/http://www.in.fo/news-detail/kjartan-hoydal-er-farin/?L=0nyoutube.com&cHash=e6d5ac506e69268294f08b80960d1f86 |date=2016-05-04 }}, Eirikur Lindenskov 03.05.2016</ref>
== Familja ==
Kjartan Hoydal er eitt av børnunum hjá skaldinum og politikaranum [[Karsten Hoydal]] og Mariu Louisu, fødd Falk-Rønne. Hann var pápi politikaran [[Høgni Hoydal|Høgna Hoydal]], formann í Tjóðveldi. Hini børnini hjá Kjartan Hoydal eru Annika, Katrin og Marita frá fyrru giftu við Gunvør og Tóra frá seinni giftu við [[Ingun í Skrivarastovu]]. Kjartan hevði tvíburðabróðirin, rithøvundan og arkitektin [[Gunnar Hoydal]], systrina, sjónleikaran og songkvinnuna [[Annika Hoydal|Anniku Hoydal]] og bróðirin Egil Hoydal.<ref>[http://portal.fo/kjartan+hoydal+farin.html Portal.fo - Kjartan Hoydal farin]</ref>
== Keldur ==
{{Reflist}}
{{DEFAULTSORT:Hoydal, Kjartan}}
[[Bólkur:Føðingar í 1941]]
[[Bólkur:Andlát í 2016]]
[[Bólkur:Frøðingar]]
[[Bólkur:Føroyskir granskarar]]
sgz8xy3jxbmkh3qslrswl6hgz53vjp1
V.S. Naipaul
0
45026
388671
388641
2026-06-27T12:21:40Z
~2026-36706-72
35076
388671
wikitext
text/x-wiki
[[Mynd:VS Naipaul 2016 Dhaka.jpg|thumb|right|250px|V.S. Naipaul í 2016 .]]
'''Vidiadhar Surajpasad Naipaul''' (føddur [[17. august]] [[1932]], deyður [[11. august]] [[2018]]) var bretskur [[Rithøvundur|rithøvundur]] av [[Vesturindia|vestindiskum]] uppruna.<ref>[https://www.dr.dk/nyheder/udland/forfatter-og-nobelprisvinder-vs-naipaul-er-dod Forfatter og nobelprisvinder V.S. Naipaul er død], dr.dk, 12. aug. 2018</ref>
V. S. Naipaul var ættaður úr [[Trinidad og Tobago|Trinidad]], men síðan [[1950-árini|fimmtiárini]] búleikaðist hann i [[Stórabretland]]i. Í [[2001]] fekk hann [[Nobelvirðislønin í bókmentum|nobelheiðurslønina í bókmentum]].
== Útgivið ==
'''Fagrar bókmentir'''
* ''The Mystic Masseur'' (1957)
* ''The Suffrage of Elvira'' (1958)
* ''Miguel Street'' (1959)
* ''A House for Mr Biswas'' (1961)
* ''Mr. Stone and the Knights Companion'' (1963)
* ''A Flag on the Island'' (1967)
* ''The Mimic Men'' (1967)
* ''In a Free State'' (1971)
* ''Guerillas'' (1975)
* ''A Bend in the River'' (1979)
* ''Finding the Centre'' (1984)
* ''The Enigma of Arrival'' (1987)
* ''A Way in the World'' (1994)
* ''Half a Life'' (2001)
* ''Magic Seeds'' (2004)
'''Aðrar bókmentir'''
* ''The Middle Passage: Impressions of Five Societies - British, French and Dutch in the West Indies and South America'' (1962)
* ''An Area of Darkness'' (1964)
* ''The Loss of El Dorado'' (1969)
* ''The Overcrowded Barracoon and Other Articles'' (1972)
* ''India: A Wounded Civilization'' (1977)
* ''A Congo Diary'' (1980)
* ''The Return of Eva Perón and the Killings in Trinidad'' (1980)
* ''Among the Believers: An Islamic Journey'' ([[1981]])
* ''Finding the Centre'' (1984)
* ''A Turn in the South'' (1989)
* ''India: A Million Mutinies Now'' (1990)
* ''Homeless by Choice'' (1992, saman við [[Ruth Prawer Jhabvala |R. Jhabvala]] og [[Salman Rushdie|S. Rushdie]])
* ''Bombay'' (1994, saman við Raghubir Singh)
* ''Beyond Belief: Islamic Excursions among the Converted Peoples'' ([[1998]])
* ''Between Father and Son: Family Letters'' (1999)
* ''Literary Occasions: Essays'' (2003, av [[Pankaj Mishra]])
* ''A Writer's People: Ways of Looking and Feeling'' (2007)
* ''The Masque of Africa'' (2010)
== Slóðir úteftir ==
*[https://www.nobelprize.org/prizes/literature/2001/naipaul/facts/ V. S. Naipaul], nobelprize.org
{{Commonscat}}
== Keldur ==
{{reflist|refs=
}}
{{stubbi}}
{{Rað|Naipaul, V.S}}
[[Bólkur:Føðingar í 1932]]
[[Bólkur:Andlát í 2018]]
[[Bólkur:Bretskir rithøvundar]]
myigb7ldixkyznug35xxxn2xki9mdof
Kasinospæl
0
46083
388673
383187
2026-06-28T02:13:39Z
InternetArchiveBot
24584
Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5
388673
wikitext
text/x-wiki
{{Other uses}}
[[Mynd:Trump_Taj_Mahal.jpg|thumb|[[Trump Taj Mahal]] Casino í Atlantic City, [[New Jersey|Ný Jersey]], [[USA]]]]
[[Mynd:Casino_slots2.jpg|thumb|Spæluløg eru nógv í kasino]]
Eitt spælikasino er ein bygningur, har hasardspøl verða spæld um pening. Leikararnir gera innsatsir móti hvørjum øðrum og/ella kasinoinum. Hóast rætta stavsetingin er 'kasino', verður enska stavsetingin 'casino' nýtt nógvastaðni á donskum.<ref>{{Cite news|title=Den Danske Ordborg: Kasino|url=http://ordnet.dk/ddo/ordbog?query=kasino|publisher=Den Danske Ordbog|accessdate=6. marts 2018}}</ref>
Kasinoini bjóða vanliga spøl, sum geva 'húsinum' ein búskaparligan fyrimun á longri sikt ímóti at bjóða leikarunum møguleikan at vinna stórt á stuttari sikt. Leikararnir fáa ofta eina illusion av at hava tamarhald á spælinum við sjálvir at kunna velja spælistrategi, men hesir valmøguleikar strika ikki út leikaranna handikapp. Spælireglurnar hava nevniliga innbygdar støddfrøðiligar oddar, ið tryggja kasinoinum ímóti at útgoldið verður tað fulla upphædd, sum svarar til leikaranna innsats. So um tað til dømis verður spælt um, hvussu nógv eygu ein terningur vísir eftir eitt kast (har møguleikin fyri vinningi er 1 til 6), vil kasinoið kanska útgoldið 5,5 ferðir tað veðjaða upphæddina og ikki teir 6 ferðir innsatsin, sum svarar til sannlíkindini á longum sikt. Í ávísum spølum avbjóða leikararnir hvønn annan uttan at hava kasinoið sum mótstøðumann, og her vil kasinoið taka eina kommissión ella 'skatt' av leikaranna innsatsi.
* Spælvél, sum ofta verða kallað "einarmskift tyvnaknar" í vanligum málinum
* Baccarat
* Bingo
* Blackjack
* Tørvur - serliga spælt "craps"
* Poker
* Rúlletta
Serliga kend fyri síni kasino er býurin Las Vegas í statinum Nevada, USA, har allur býurin er grundaður á tey spøl, sum fara fram á hotellum og í spælihøllum. Í Europa er tað helst kasinoið í Monaco, Casino de Monte Carlo, sum er tað mest fræga, og sum hevur stóran týdning fyri búskapin í øllum furstadøminum
Í Danmark krevur tað sambært lóggávuni loyvi frá Justitsministerinum at reka spælikasino. Í løtuni eru seks loyvir givin; Casino Munkebjerg við Vejle, Royal Casino í Århus, Casino Aalborg í Aalborg, Casino Marienlyst í Helsingør, Casino Odense í Odense og Casino Copenhagen í Keypmannahavn.
Mong av spølunum frá kasinoinum kunnu nú spælast uttan fyri hesi støð, tí tær seta upp maskinur, sum simulera spølini.
Haraftrat finnast eisini ein fjøld av kasino á internetinum. Her kann somuleiðis spælast um pening, har tað eisini eru spøl um fiktivar pengar, har spølini og skipanin kunnu lærast uttan vanda fyri búskaparligum tapi.
Tann lætta atgongdin at spæla hevur við sær, at spælifíkn er blivin eitt vaksandi trupulleiki. Tí eru avvenjingarstøð sett á stovn, har spillarar, sum eru komnir í óføri, verða tiknir í viðgerð fyri sína háðan.
== Onlinekasinoir ==
Onlinekasinoir geva møguleika at spæla kasinospøl gjøgnum internetið. Summi online kasino bjóða ymisk spøl, meðan onnur bjóða bara eina slags spæl. Online póker er eisini sera væl umtókt, og tað eru nógvar fyritøkur, ið eru vígdar til hesa virksemi.
Tann 1. januar 2012 fekk Danmark eina nýggja spælilóg, sum loyvir privatum fyritøkum at bjóða kasinospøl á netinum. Veitararnir skulu rinda eitt árligt gjald fyri teirra kasinoloyvi, umframt 20% skatt av bruttoavlopinum.<ref>[http://www.skm.dk/skattetal/satser/satser-og-beloebsgraenser/spilleafgiftsloven skm.dk - Skatteministeriet - Spilleafgiftsloven] Hentet 07-11-2017</ref> Tann 1. januar 2018 varð onlinebingo liberaliserað, og online spælistaðir kunnu nú bjóða bingo saman við teirra úrvali av t.d. kasinospølum og ítróttarvedding.<ref>{{Cite news|title=certificeringsprogram for onlinebingo|url=https://spillemyndigheden.dk/nyheder/certificeringsprogram-onlinebingo|publisher=spillemyndigheden.dk|date=20. december 2017|accessdate=13. marts 2018|archivedate=2018-03-13|archiveurl=https://web.archive.org/web/20180313215835/https://spillemyndigheden.dk/nyheder/certificeringsprogram-onlinebingo|deadurl=yes}}</ref>
Lógin er ein bót samanborið við áðrenn januar 2012, tí veitararnir virkaðu tá úr rættarøkjum, har ikki var nóg mikið av eftirliti við spæliveitarunum. Harumframt hevur tað fyri brúkararnar tann fyrimun, at allir vinningar teir møguliga vinna á kasinoum við donskum spæliloyvi eru skattafríir, sum kemur teimum til góðar.
Síðani liberaliseringina av spælimarknaðinum í Danmark, hevur tó verið ónøgd við partar av tann háttin, sum onlinekasinoir lýsa fyri seg sjálvum fyri at skilja seg út frá kappingarneytunum á marknaðinum. Fleiri danskar flokkar, so sum Radikale Venstre og Enhedslisten, hava t.d. sagt út, at teir gjarna vilja avmarka sjónligheitina av onlinekasinoum.<ref>{{Cite news|title=Christiansborg-politikere klar til forbud mod betting-reklamer|url=https://www.tv2lorry.dk/artikel/christiansborg-politikere-klar-til-forbud-mod-betting-reklamer|access-date=9. november 2018|archivedate=2018-11-09|archiveurl=https://web.archive.org/web/20181109153241/https://www.tv2lorry.dk/artikel/christiansborg-politikere-klar-til-forbud-mod-betting-reklamer|deadurl=yes}}</ref>
== Liberalisering av spælimarknaðinum í Danmark ==
Tann 1. januar 2012 kom ein nýggj spælilóggáva í gildi, eftir at Danske Spil hevði havt monopol á danska spælimarknaðinum síðani 1948.<ref>{{Cite news|title=Danske Spil A/S|url=https://denstoredanske.lex.dk/Danske_Spil_A/S|publisher=Den Store Danske, Gyldendal|accessdate=27. april 2018}}</ref>. Harnæst skulu øll online kasinoir søkja um loyvi fyri at kunna bjóða kasinospøl í Danmark.<ref>{{Cite news|title=Skatteministeriet|url=http://www.skm.dk/aktuelt/presse/pressemeddelelser/2010/februar/aftale-om-delvis-liberalisering-af-spillemarkedet|publisher=Skatteministeriet, pressemeddelse|date=14. februar 2010|accessdate=27. april 2018}}</ref>. Í 2018 varð spælsmonopolið liberaliserað enn meira við rossakappingum, hundaveðmálum, kapflyging við brævduvum og online bingo.
== Kasinosvindel ==
Svik á kasinoum er ikki nakað nýtt. Afturi í 1914 var furstur Albert av Monaco nevniliga við at vera ordiliga troyttur av sviki og snýti á kasinojunum í Monte Carlo. Hann kallaði eftir hjálp frá løgregluni úr fleiri londum fyri at loysa trupulleikan. Henda aðgerð førdi í 1923 til stovnanina av Interpol.<ref>{{Citation|title=Casino-svindel gav ideen til Interpol}}</ref> Í dag hendir framvegis svik. Í Avstralia er ein croupier og tríggir medsaksøktir blivnir ákærdir fyri at hava svikað eitt kasino fyri meira enn tveir mio. kr. Sviknummarið varð framt við, at croupierin í spælinum baccarat signaleraði til teir medsaksøktu, hvussu teir skuldu spæla.<ref>{{Citation|title=High roller gang and a former dealer accused of cheating Crown Casino of more than $400,000 after 'elaborate baccarat scam in VIP gambling room'}}</ref> Tó hendir eisini svik á onlinekasino. Eitt dømi er tá ið leikarar vegna ein tekniskan feil kundu stovna fleiri kontur, og harvið fáa fleiri vælkomin-bónusar í senn.<ref>{{Cite news|title=Tivolis casino misbrugt: Nægter at udbetale gevinsterkroner|url=https://ekstrabladet.dk/nyheder/samfund/tivolis-casino-misbrugt-naegter-at-udbetale-gevinster/5685749|publisher=Ekstra Bladet|accessdate=3. maj 2018}}</ref>
== Kontroversur um spælibónusar í Danmark ==
Á online kasino eru ofta vælkomin bónusar, men tað verður kjakast um fleiri avmarkingar skulu setast fyri hetta, tí tað verður hildið at fremja spælifíkn.<ref>{{Citation|title=S: Loft over spillebonusser skal bremse ludomani}}</ref><ref>{{Cite news|title=Aftale om delvis liberalisering af spillemarkedet|url=http://www.skm.dk/aktuelt/presse/pressemeddelelser/2010/februar/aftale-om-delvis-liberalisering-af-spillemarkedet|publisher=Skatteministeriet|accessdate=9. maj 2018}}</ref> Danish Online Gaming Association (DOGA) heldur ikki, at spælibónusarnir skapa spælifíknar, og at vælkomin bónusar eru neyðugir, um ymisku kasinoir skulu hava møguleikan at kappast á marknaðinum.<ref>{{Cite news|title=Spillebranche: Bonusser er nødvendige for at konkurrere|url=https://www.berlingske.dk/politik/spillebranche-bonusser-er-noedvendige-for-at-konkurrere|publisher=Berlingske}}</ref>.
== Keldur ==
{{Reflist}}
== Ytri ávísingar ==
{{Commonscat|Casinos}}
[[Bólkur:Spøl]]
[[Bólkur:Spæl]]
rzymhy6zju0d3zu23pz2eiivy68ogib