Wikipedia
fowiki
https://fo.wikipedia.org/wiki/Fors%C3%AD%C3%B0a
MediaWiki 1.47.0-wmf.10
first-letter
Miðil
Serstakt
Kjak
Brúkari
Brúkarakjak
Wikipedia
Wikipedia-kjak
Mynd
Myndakjak
MediaWiki
MediaWiki-kjak
Fyrimynd
Fyrimyndakjak
Hjálp
Hjálparkjak
Bólkur
Bólkakjak
TimedText
TimedText talk
Module
Module talk
Event
Event talk
Bárður Jákupsson
0
1611
388792
358146
2026-07-13T11:17:56Z
InternetArchiveBot
24584
Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5
388792
wikitext
text/x-wiki
'''Bárður Jákupsson''' er føddur [[23. desember]] [[1943]] í [[Tórshavn]] og er [[Føroyar|føroyskur]] listamálari og rithøvundur.
Bárður varð føddur í Havn í 1943, hann er sonur kenda føroyska rithøvundan [[Heðin Brú]] (Hans Jacob Jacobsen) og Katrinu Malenu Dalsgaard. Í [[1967]] giftist hann við [[Kristin Hervør Lützen]] frá [[Gjógv]]. Tey búgva í [[Hoyvík]] og eiga tríggjar synir: Róaldur ([[1974]]), Sveinur ([[1976]]) og Heðin ([[1980]]).
Hann lærdi til lærara og eftir tað gekk hann á listaskúlanum Kunstakademiet í [[Keypmannahavn]] [[1970]]-[[1972]]. Síðan gjørdist hann lærari á [[Føroya Fólkaháskúli|Føroya Fólkaháskúla]], og frá 1975-89 var hann leiðari á Listaskálanum í Havn, frá 1989 til 2003 var hann stjóri á [[Listasavn Føroya|Listasavni Føroya]].
Sum rithøvundur skrivar hann serliga um føroyska list. Hann hevur verið fyrilestraferðir í Danmark, Svøríki, Álandi, Finlandi og Grønlandi. Hann var ritstjóri á tíðarritinum “Mondul” (Føroya Fornminnissavn útg.) 1975-1991, hevur skrivað mangar greinar um siðsøgulig evni í Mondli; Fyrireikað og lagt til rættis 15 siðsøguligar framsýningar um føroysk evni, m.a. í Smithsonian Institute, Washington DC og Seattle 1976, “Færøerne i Fokus”, Forum Kph. 1986 og “Färöarna på Skansen”, Stokkhólmi 1988. Hann var eðarbeiðari við “Hunters of the North” (Veiðimentan í Útnorðri), Norðurlandahúsið o.fl. 2002. Í 2005 var hann kurator við “TransForm” (íslendsk-grønlendsk-føroysk sniðgeving) á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn í 2005. Hann var meðarbeiðari við Weilbachs Kunstnerleksikon 1994-2000. Í 2001-02 stóð hann fyri sjónvarpsrøð í 11 pørtum um føroyska myndlist.
== Verk ==
* ''[[Mikines]]''. E. Thomsen, [[1990]] (255 s., dansk og færøsk, fik [[Færøernes litteraturpris]] for skønlitteratur i [[1991]])
* ''[[William Heinesen]] som billedkunstner, i Tårnet midt i verden''. [[1994]]
* ''[[Tummas Arge]]''. [[Listasavn Føroya]], [[1998]]
* ''Myndlist í Føroyum''. Sprotin, [[2000]] – ISBN 99918-44-53-8
** ''Færøernes Billedkunst''. Atlantia, [[2000]] – ISBN 87-91052-00-9 (donsk útgáva)
* ''[[Ingálvur av Reyni]], 25 vatnlitamyndir.'' Atlantia, [[2001]] – ISBN 87-91052-01-7 (danskt og føroyskt)
*Tre Brødre (um listabrøðurnar Torbjørn, Hans Paula og Marius Olsen)
*Randers Kunstmuseum og Kastrupgårdsamlingen 2006
*Pictorial Arts in the Faroe Islands, Sprotin 2007
*Torbjørn Olsen, Atlantia 2007
Hevur harumframt skrivað eina langa røð av greinum í tíðarrit, myndaskráir, yvirlitsverk, listafrøðisbøkur o.t. um føroyska list;
== Myndprýðingar ==
=== Bóka- og veggjaprýði vm. ===
Myndskrýtt rættiliga nógvar bøkur:
*Snæbjørn og Óli Jarnheysur, Bókagarður 1974
*Litflora, Føroya Fróðskaparfelag, 1980
*Teknað 24 frímerkjarøðir fyri Postverk Føroya
=== Prýðing av rúmum, bygningum vm. ===
*Landssjúkrahúsið (barnadeildin)
*Føroya Handilsskúli
*Lágargarður
*Fróðskaparsetur Føroya
*Dronningens Ferieby, Grenå DK (Statens Kunstfond)
*Østre Landsret, Keypmannahavn
*Norrøna (Smyril Line)
=== Senografi ===
Senografi til ballettina Harra Pætur og Elinborg, Íslendska Ballettin.
== Heiður ==
* [[1976]] - [[Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs]]
* [[1991]] - Bókmentavirðisløn [[Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens|M.A. Jacobsens]] fyri fagrarbókmentir.
* [[1991]] - Arbeiðslegat frá Statens Kunstfond
* [[2019]] - [[Mentanarvirðisløn Landsins]] [[2018]]<ref name="Norðlýsið">{{cite web |url=https://nordlysid.fo/tidindi/58109/mentanarvirdislonir-landsins-2018 |title=Mentanarvirðislønir landsins 2018 |last1=Winther |first1=Dávur |date=24. januar 2019 |work= |publisher=[[Norðlýsið]] |accessdate=19. januar 2020 |archivedate=2019-03-06 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20190306044051/https://nordlysid.fo/tidindi/58109/mentanarvirdislonir-landsins-2018 }}</ref>
* Heiðurslimur í Tjaldur-Finland<ref> [https://www.myndlist.is/AboutArtist.aspx?ArtistID=34 Gallerí Fold - Bárður Jákupsson ], myndlist.is</ref> og [[Samfundet Sverige-Färöarna]].<ref>[http://www.framsyning.net/bh100/ssf.htm Samfundet Sverige-Färöarna], framsyning.net</ref>
* Limur í Kunstnersamfundet DK.
== Bókmentir um Bárður Jákupsson ==
* [[Steinbjørn Berghamar Jacobsen]]: ''Bárður Jákupsson.'' [[Norðurlandahúsið]], 1994
== Slóðir úteftir ==
* [http://www.bardur.fo/ Heimasíðan hjá Bárður Jákupssyni]
{{commons|Bárður Jákupsson}}
== Keldur ==
{{reflist}}
{{DEFAULTSORT:Jákupsson, Bárður}}
[[Bólkur:Føroyskir listamálarar]]
[[Bólkur:Føroyskir rithøvundar]]
[[Bólkur:Føroyskir ritstjórar]]
[[Bólkur:Føðingar í 1943]]
7ocri3tm8gaujofa1nj5w1iwrl7slbh
Barnarættindi
0
15421
388791
386902
2026-07-13T10:13:59Z
InternetArchiveBot
24584
Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5
388791
wikitext
text/x-wiki
[[Mynd:Young_garbage_recycler_in_Saigon.jpg|thumb|right|250px|Í stórbýunum í [[Ásia]], [[Suðuramerika]] og [[Afrika]] arbeiða summi børn í ruskdungum <ref>{{Cite web |title=Archive copy |url=http://edition.cnn.com/2011/WORLD/americas/06/09/cnnheroes.duron.miranda.argentina/index.html |access-date=2011-07-14 |archivedate=2011-07-14 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20110714211309/http://edition.cnn.com/2011/WORLD/americas/06/09/cnnheroes.duron.miranda.argentina/index.html }}</ref><ref>http://www.unicef.org/infobycountry/brazil_1920.html</ref>.]]
Í fleiri enn 24 londum verða børn undir 15 ára aldur brúkt sum hermegi hjá stjórnini og í uppreistri <ref>{{Cite web |url=http://www.childsoldiersglobalreport.org/content/facts-and-figures-child-soldiers |title=Archive copy |accessdate=2011-07-14 |archive-date=2011-12-03 |archive-url=https://web.archive.org/web/20111203040516/http://www.childsoldiersglobalreport.org/content/facts-and-figures-child-soldiers |dead-url=yes |archivedate=2011-12-03 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20111203040516/http://www.childsoldiersglobalreport.org/content/facts-and-figures-child-soldiers }}</ref>. Kríggj rakar børn meinast.
Hvønn dag doyggja uml. 22 000 <ref>http://www.globalissues.org/article/715/today-over-22000-children-died-around-the-world</ref> børn um allan heimin. Flestu teirra kundu livað, um heilsuviðurskiftini høvdu verið betri.
[[UNICEF]], barnagrunnur [[ST]], heldur, at fleiri enn 100 milliónir børn halda til úti á gøtuni <ref>http://www.cyc-net.org/cyc-online/cycol-0904-Homelessness.html</ref><ref>http://www.womenaid.org/wcwi.htm</ref>. Mangt ger, at børn fara út á gøtuna, til dømis fátækt, harðskapur, svongd ella kynslig misnýtsla. Barnatalið økist, sum húski flyta av bygd og í bý.
== ST-sáttmálin um barnarættindi ==
[[ST]] samtykti í [[1959]] [[ST-yvirlýsingin um barnarættindi|Yvirlýsing um barnarættindi]] <ref>{{Cite web |url=http://www.unicef.no/Om+UNICEF/UNICEFs+historie |title=Archive copy |accessdate=2011-07-14 |archive-date=2011-10-01 |archive-url=https://web.archive.org/web/20111001025340/http://www.unicef.no/Om+UNICEF/UNICEFs+historie |dead-url=yes |archivedate=2011-10-01 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20111001025340/http://www.unicef.no/Om+UNICEF/UNICEFs+historie }}</ref>. Í yvirlýsingini eru 10 greinir, ið skulu verja børn og tryggja teimum vælferð. Men ein yvirlýsing er ikki bindandi. Tí skeyt [[Pólland]] upp í [[1979]], altjóða barnaárið, at gerast skuldi ein altjóða sáttmáli um barnarættindi <ref>{{Cite web |url=http://fadder.euinfo.no/barnekonvensjonen/ |title=Archive copy |accessdate=2011-07-14 |archive-date=2011-07-18 |archive-url=https://web.archive.org/web/20110718161652/http://fadder.euinfo.no/barnekonvensjonen/ |dead-url=yes |archivedate=2011-07-18 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20110718161652/http://fadder.euinfo.no/barnekonvensjonen/ }}</ref>. Lond, ið góðkenna ein altjóða sáttmála, binda seg samstundis at halda hann.
Á aðalfundi í [[ST]] [[20. november]] í [[1989]] varð viðtikin altjóða sáttmáli um barnarættindi. Hann sigur m.a., at fólk undir 18 ára aldur er barn. Men undantøk eru. Í summum londum er lógaldurin lægri og barnaaldurin samsvarandi. Altjóða sáttmálin slóðar fyri tí, "ið gangnar barninum best". Húskið hevur størsta týdning í lívinum hjá barninum, og samfelagið hevur ábyrgd av, at altjóða sáttmálin um barnarættindi verður hildin.
Sáttmálin fekk gildi á heysti [[1990]], tá fleiri enn 20 lond høvdu staðfest hann. [[Føroya Løgting]] setti við kunngerð nr. 90 frá [[7. oktober]] [[1993]] sáttmálan í gildi frá [[11. mai]] [[1993]]. Nú hava fleiri enn 140 lond <ref>{{Cite web |url=http://treaties.un.org/Pages/ViewDetails.aspx?src=TREATY&mtdsg_no=IV-11&chapter=4&lang=en |title=Archive copy |accessdate=2011-07-14 |archive-date=2014-02-11 |archive-url=https://web.archive.org/web/20140211151110/http://treaties.un.org/Pages/ViewDetails.aspx?src=TREATY&mtdsg_no=IV-11&chapter=4&lang=en |dead-url=yes |archivedate=2014-02-11 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20140211151110/http://treaties.un.org/Pages/ViewDetails.aspx?src=TREATY&mtdsg_no=IV-11&chapter=4&lang=en }}</ref> skrivað undir at halda tær 54 greinirnar í sáttmálanum.
Sáttmálin um barnarættindi hevur til endamáls at:
* Tryggja øll børn fyri órættvísi og útarming.
* Geva øllum børnum møguleikar at taka lut í avgerðum, ið ávirka lív teirra.
* Gera sítt til at skipa eitt rættvíst altjóðasamfelag, sum ikki bert børn, men øll mannaættin, hevur krav um.
=== Einføld útgáva ===
[[Mynd:Mill Children in Macon 2.jpg|thumb|right|250px|Børn sum arbeiðsmegi.]]
[[Mynd:Starved_girl.jpg|thumb|right|250px|Altjóða sáttmálin um barnarættindi er galdandi fyri øll børn í heiminum.]]
* 1. grein: Hvat er eitt barn. Allir persónar undir 18 ára aldur, ásetir landsins lóg ikki lægri lógaldur.
* 2. grein: Javnstøða og verja fyri mannamuni. Grundreglan um, at øll rættindi galda fyri øll børn uttan undantak. Tað er landsins skylda at verja børnini fyri øllum mannamuni.
* 3. grein: At tryggja áhugamálum barnanna. Tað er samfelagsins skylda at tryggja áhugamálum barnanna, tá avgerðir vera tiknar. Samfelagið hevur skyldu at gera serstakar reglur til verju fyri børnini.
* 4. grein: Útinning av endamálum sáttmálans. Samfelagið hevur skyldu at halda sáttmálan í orðum og verki.
* 5. grein: Leiðbeining av foreldrum. Foreldur eiga at verða leiðbeind soleiðis, at børnini búnast samsvarandi evnum og møguleikum teirra.
* 6. grein: Rætturin til lívið. Barnsins rættur til lívið og skylda samfelagsins at tryggja børnunum undankomu og menning.
* 7. grein: Navn og tjóðskapur. Børn hava rætt til navn og tjóðskap frá vøggustabbanum
* 8. grein: Verja av samleika. Skylda samfelagsins at verja og. um neyðugt, endurstovna barnsins grundleggjandi samleika (navn, tjóðskap og ættarbond).
* 9. grein: Verja foreldranna av barninum. Børn hava rætt at búgva hjá foreldrunum, uttan so at mett verður, at hetta samsvarar ikki tørvi barnanna. Børn hava rætt til samband við bæði foreldrini, hóast tey ikki búgva hjá teimum. Er tað av samfelagsávum, at barnið er tikið frá foreldrunum, hevur samfelagið skyldu at knýta sambandið aftur við foreldrini.
* 10. grein: At føra familjur saman. Børn og foreldur hava frítt at fara úr hvørjum landi sum helst og venda aftur til egið land at verða sameind.
* 11. grein: Barnaræning. Samfelagið hevur skyldu at forða fyri, at børn verða rænd í útlondum av foreldrum ella øðrum.
* 12. grein: Rættur at siga sína hugsan. Børn hava rætt at siga sína hugsan og krav um, at hugsan teirra verður vird.
* 13. grein: Frælsi at bera boð og fáa upplýsingar. Børn hava rætt at boða frá sínum kenslum og sjónarmiðum, tó uttan at gera seg inn á annara rættindi. Børn hava rætt at leita eftir, fáa og lata upplýsingar frá sær.
* 14. grein: Tanka-, samvitsku- og trúarfrælsi. Børn hava rætt at trúgva og tilbiðja. Samfelagið hevur skyldu at virða undirvísing í trúarlæru.
* 15. grein: Rættur at stovna feløg. Børn hava rætt at gerast limir í feløgum og vera við at stovna feløg, tó uttan at gera seg inn á annara rættindi.
* 16. grein: Verja av heimalívi. Børn hava rætt til verju fyri tilvildarligari ella ólógligari uppílegging í heimalívið.
* 17. grein: Týdningur av fjølmiðlum. Samfelagið hevur skyldu at tryggja børnunum atgongd til upplýsingar frá hóskandi nøgd av innlendis og altjóða tíðindamiðlum.
* 18. grein: Barnauppaling. Samfelagið hevur skyldu at tryggja, at barnsins foreldur ella verji hava høvuðsábyrgdina av uppalingini, og at geva vegleiðing og hjálp í hesum sambandi.
* 19. grein: Verja fyri ringari viðferð. Samfelagið hevur skyldu at verja barnið fyri allari ringari viðferð frá foreldrum ella øðrum, at fyribyrgja allari ringari viðferð og at bøta um fylgjurnar av tílíkari viðferð.
* 20. grein: Foreldraleys børn. Samfelagið hevur serliga skyldu at verja børn, sum hava mist foreldur og familju og at tryggja teimum aðra røkt og, um tað krevst, ættleiðing.
* 21. grein: Ættleiðing. Samfelagið hevur skyldu at tryggja at loyvi einans verður givið til ættleiðing, um tað er til barnsins frama.
* 22. grein: Flóttabørn. Samfelagið hevur skyldu at tryggja serstaka verju av børnum á flótti ella sum søkja um flóttastøðu og at samstarva við avvarðandi felagsskapir flóttabørnum til verju og hjálpar.
* 23. grein: Brekað børn. Brekað børn hava rætt til bestu hjálp, umsorgan og upplæring at tryggja teirra sjálvsálit og møguleikar til ríkt og virkið lív.
* 24. grein: Heilsa. Børn hava rætt til heilsu og eiga at fáa læknahjálp við serligum atliti at fyribyrgjandi heilsurøkt. Samfelagið hevur skyldu at minka um tilburðir av barnadeyða og at virka fyri, at gamlir siðir, ið kunnu skaða heilsu barnanna, verða avlagdir.
* 25. grein: Reglulig kanning av viðurskiftum hjá børnum á stovni. Samfelagið hevur skyldu til við regluligum millumbilum at kanna viðurskiftini hjá børnum, ið búgva á røktar- og viðgerðarstovnum.
* 26. grein: Almannatrygd. Børn hava rætt til almannatrygd.
* 27. grein: Lívskrøv. Børn hava rætt til hóskandi lívskrøv. Foreldrini hava høvuðsábyrgdina av, at hesi krøv verða lokin, og samfelagið hevur skyldu at hjálpa til, um tað er neyðugt.
* 28. grein: Upplæring. Børn hava rætt til upplæring, og samfelagið hevur skyldu at tryggja øllum børnum skyldubundnan og ókeypis barnaskúla við menniskjansligum agareglum.
* 29. grein: Endamálið fyri upplæringini. Samfelagið hevur skyldu at tryggja, at upplæringin virkar til at menna barnsins persónsmensku og evni, at hon fyrireikar barnið til eitt virkið vaksnamannalív, fremur virðingina fyri mannarættindum og at mennir virðingina fyri barnsins egnu mentunarligu og tjóðskaparligu virðum.
* 30. grein: Minnilutar. Børn, ið hoyra til minnilutabólkar, hava rætt til at liva samsvarandi teirra egnu mentan og átrúnaði og at tala sítt egna mál.
* 31. grein: Frítíð og hvíld. Børn hava rætt til frítíð, hvíld og spæl og at taka lut í mentarligum og skapandi virksemi.
* 32. grein: Barnaarbeiði. Samfelagið hevur skyldu at verja børn fyri arbeiðsumstøðum, ið kunnu hótta teirra heilsu, upplæring og menning. Minstialdur og trygd eiga at verða fyriskipað.
* 33. grein: Misnýtsla av rúseitri. Børn hava rætt til verju fyri misnýtslu av rúseitri og fyri at verða sett í arbeiði við framleiðslu og sølu av rúseitri.
* 34. grein: Kynslig misnýtsla. Børn hava rætt til verju fyri kynsligari misnýtslu, skøkjuvirki og medvirkan til barnaporno íroknað.
* 35. grein: Søla og rán av børnum. Samfelagið hevur skyldu til at nýta øll ráð at forða sølu av børnum og barnaráni
* 37. grein: Píning og revsing. Samfelagsins skyldur mótvegis børnum, ið eru handtikin ella sett í varðhald. Bann fyri píning, grimari ella niðrandi viðferð, revsing, deyðarevsing og lívlongum fongsli. Børn, sum sita í fongsli, hava rætt til menniskjansliga viðferð, mugu ikki sita saman við vaksnum og hava rætt til samband við familjuna.
* 38. grein: Vápnað stríð. Samfelagið hevur skyldu at halda altjóða avtalur um krígsførslu, eitt nú at tryggja at børn undir 15 ára aldur ikki taka lut í bardaga og at avmarka útskrivingn av 15-18 ára gomlum til vápnaða tænastu. Í Vápnaðum stríði hava øll børn rætt til verju og røkt.
* 39. grein: Endurbúgvandi røkt. Samfelagið hevur skyldu til at tryggja øllum børnum, ið hava verið fyri vanrøkt, píning ella misnýtslu, best møguliga viðgerð, soleiðis at tey kunnu mennast aftur sum samfelagsborgarar.
* 40. grein: Viðferð av børnum í rættinum. Børn undir ákæru hava krav um rættarhjálp og rættvísa viðferð. Samfelagið hevur skyldu til at hava serliga umsorgan fyri ungum lógbrótarum og at royna at endurbúgva teir heldur enn revsa.
* 41. grein: Barnsins frami. Landsins lógir ella altjóða reglur, ið tryggja børnum betri rættindi enn hesin sáttmálin, eiga at nýta frama, har tað er gjørligt.
* 42. grein: Almenn kunning um sáttmálan. Samfelagið hevur skyldu til at kunngera henda sáttmálan bæði fyri vaksnum og børnum.
* 43. grein: Nevnd at taka sær av barnarættindum. Skipað verður ein nevnd at taka sær av, at reglurnar í hesum sáttmála verða settar í verk og hildnar.
* 44.-54. greinir: Frágreiðingar til nevndina. Tey lond, ið hava staðfest henda sáttmálan, hava skyldu at senda nevndini frágreiðingar. Eftirlit við at sáttmálin verður hildin. Undirskrift, staðfesting, gildiskoma og onnur viðurskifti.
== Keldur ==
<references/>
{{Commonscat|Children's rights}}
[[Bólkur:ST]]
[[Bólkur:Løgfrøði]]
[[Bólkur:Heimspolitikkur]]
ecc72ixk4klsemxr6xun8z5kddsxnfm
2018
0
25733
388790
382990
2026-07-13T08:31:59Z
InternetArchiveBot
24584
Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5
388790
wikitext
text/x-wiki
'''2018''' var sambært [[Gregorianski kalendarin|gregorianska kalendaranum]] eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum [[Mánadagur|mánadegi]].
Tað var ár 2018 eftir Kristi føðing, ár 18 í triðja ártúsund, ár 18 í [[21. øld|21, øld]] og ár 9 í [[2010-árini|2010-árunum]].{{Árstal|2018|2000-árini|2010-árini|2020-árini|21}}
== Hendingar ==
*[[14. januar]] - [[Føroya Pedagogfelag]], Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og fíggjamálaráðið finna semju og enda verkfall, sum hevur staðið yvir síðani [[12. desember]] [[2017]].<ref>http://portal.fo/partarnir+godkent+uppskotid+verkfallid+er+av.html</ref><ref>http://portal.fo/verkfall+dagstovnar+lata+aftur+hosdagin.html</ref>
*[[24. januar]] - [[Fólkalýðveldið Kina|Kina]] boðar frá at tey hava klonað heimsins fyrstu apu, í samrøðu við blaðið "''Cell''"
* [[9. februar|9.]] - [[25. februar]] - [[Vetrar-OL]] verður hildið í [[Pyeongchang]] í [[Suðurkorea]].
* [[10. februar]] - Føroysku [[Carlsen systranar]] luttaka í [[Dansk Melodi Grand Prix|Melodi Grand Prix]] við sanginum "Standing up for Love".
* [[11. februar]] - Flogfar frá [[Saratov Airlines]] dettur niður í [[Ukraina]], og hevur við sær at 71 lata lív.
* [[14. februar]]
** [[Jacob Zuma]] fer frá sum forseti [[Suðurafrika]], eftir at hava stýrt landinum í 9 ár.
** Fyrrverandi næmingur Marjory Stoneman Douglas High School í [[Florida]] í [[USA]] fer inn í skúlan og byrjar at skjóta frá sær. 17 lata lív og 15 verða særd.
* [[18. februar]] - Flogfar Iran Aseman Airlines dettur niður í [[Zagrosfjøll|Zagrosfjøllunum]]. Øll 65 fólkini umborð lata lív.
* [[21. februar]] - [[Sosialurin]] leggur [[Bjarni Hammer|Bjarna Hammer]] løgtingsmann, undir grun um sølu av rúsevnum.
* [[24. februar]] - [[Trygvi Danielsen]] vinnur filmsvirðislønina [[Geytin|Geytan]] fyri filmin "111 góðir dagar". [[Maria Tórgarð]] vinnur áskoðaravirðislønina fyri filmin "Maðurin við blæðuni".
* [[10. mars]] - Føroyska Tónlistavirðislønin ([[Faroese Music Awards|FMA]]) verður latin í [[Norðurlandahúsið í Føroyum|Norðurlandahúsinum]].
* [[24. mars]] - Nógv fólk kemur saman á [[Tórsvøllur|Tórsvølli]], at síggja eyðkenda HM-steypið í fótbólti og franska fótbóltsleikaran [[Christian Karembeu]], ið var við til at vinna steypið til [[Frakland|Fraklands]] í [[1998]]. Eftir steðgin í Føroyum fór steypið víðari til [[Ísland|Íslands]] á ferð síni kring heimin, áðrenn tað endar í [[Russland|Russlandi]] til heimsmeistarakappingina í summar.<ref>http://portal.fo/myndir+fifa+steypid+lendi+i+bakandi+sol+i+vagum.html</ref>
* [[25. mars]] - Kalsoyingar vakna við at standmyndin av [[Kópakonan (standmynd)|Kópakonuni]], ið stendur í [[Mikladalur|Mikladali]], hevur verið ílatin í [[burka]].<ref>http://portal.fo/kopakonan+klodd+i+burka.html</ref>
*[[9. mai]] - [[Kommunulæknafelag Føroya]] lýsa yvir verkfalli. Kommunulæknafelagið og lænardeild Fíggjamálaráðsins koma til semju tann 18. mai 2018.<ref>http://portal.fo/kommunulaeknarnir+og+lonardeildin+godtaka+semingsuppskotid.html</ref>
*
* [[20. mai]] - [[Beinir Bergsson]] vinnur fyrstu [[EBBA virðisløn|EBBU virðislønina]] fyri yrkingasavn sítt ''Lítli drongurin og beinagrindin''.
* [[27. mai]] - Magnus Tausen verður endurvaldur formaður [[Flogbóltsamband Føroya]] (FBF).<ref>http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/obroytt-nevnd-i-flogboltssambandinum/{{Deyð leinkja|date=October 2023 |bot=InternetArchiveBot |fix-attempted=yes }}</ref>
* [[1. juni]] - Hallur Holm fer frá sum formaður [[Frælsur ítróttur Føroya|Frælsan Ítrótt Føroya]] (FÍF), eftir 8 ár í formanssessinum. Sølvi Reinert Hansen tekur við sum nýggjur formaður.<ref>http://www.in.fo/news-detail/soelvi-tekur-vid-eftir-hall/{{Deyð leinkja|date=October 2023 |bot=InternetArchiveBot |fix-attempted=yes }}</ref>
* [[3. juni]] -
** Matstovan [[Koks]] vinnur virðislønina "ársins matstova" frá [[The Nordic Prize]].<ref>http://portal.fo/dimma-5054/koks-er-besta-matstova-i-nordurlondum.grein</ref>
**[[Tórshavnar maraton]] verður hildið fyri fjórðu ferð.<ref>http://portal.fo/myndir+torshavn+marathon+2018.html</ref>
*[[8. juni]] - [[Gekkur|Gekkurin]] í [[Kringvarp Føroya|Kringvarpi Føroya]] fer uppá 3 milliónir krónur fyri fyrstu ferð.<ref>{{Cite web |url=http://www.in.fo/news-detail/120000-todnadu-nidur-i-12500-kronur/ |title=Archive copy |accessdate=2018-06-11 |archive-date=2018-06-13 |archive-url=https://web.archive.org/web/20180613101609/http://www.in.fo/news-detail/120000-todnadu-nidur-i-12500-kronur/ |dead-url=yes |archivedate=2018-06-13 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20180613101609/http://www.in.fo/news-detail/120000-todnadu-nidur-i-12500-kronur/ }}</ref>
*8. - [[11. juni]] - [[FM í langgeil 2018]] verður hildin í [[Pálshøll]] í [[Vágur|Vági]].<ref>http://www.svimjing.com/</ref>
*[[9. juni]] - [[Olaf Johannessen|Olaf Johannesen]] vinnur eina [[Reumert virðisløn]] fyri "ekstraordinære præstationer og særlige talenter inden for dansk scenekunst" í [[Keypmannahavn]].<ref>http://www.in.fo/news-detail/olaf-johannessen-fingid-reumert-heidursloen/</ref>
*[[10. juni]] - Vípan úr [[Fimleikafelagið Støkk|fimleikafelaginum Støkk]] gerst nummar 10 í Heimsmeistarakappingini í etiskum fimleiki, ið verður hildin í [[Budapest]]. Hetta er besta úrslit Føroya í altjóða fimleikakapping nakrantíð.<ref>{{Cite web |url=http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/vipan-ur-stoekk-millum-heimsins-bestu/ |title=Archive copy |accessdate=2018-06-11 |archive-date=2018-06-13 |archive-url=https://web.archive.org/web/20180613143330/http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/vipan-ur-stoekk-millum-heimsins-bestu/ |dead-url=yes |archivedate=2018-06-13 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20180613143330/http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/vipan-ur-stoekk-millum-heimsins-bestu/ }}</ref>
*[[18. september]] - [[Flogbóltsfelagið Mjølnir]] fyllir 40 ár.<ref>{{Cite web |title=Archive copy |url=https://nordlysid.fo/tidindi/57170/mjolnir-skipar-fyri-almennari-mottoku |access-date=2018-11-27 |archivedate=2019-08-24 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20190824111102/https://nordlysid.fo/tidindi/57170/mjolnir-skipar-fyri-almennari-mottoku }}</ref><ref>http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/11/26/18112632mjolnir40ar</ref>
*[[25. oktober]] - [[Føroya Tele]] boðar frá avtalu við samskiftisveitaran [[Huawei]], ið ber við sær at [[Føroyar]] raðfestast millum tey fyrstu í heiminum ið fáa [[5G fartøkni]] summarið [[2019]].<ref>http://kvf.fo/greinar/2018/11/21/foroya-tele-aetlar-geva-skotskum-oyggjum-5g</ref>
*[[18. november]] - Havnarmaðurin [[David Arge Galán]] endurvinnur heimsmeistaraheitið í [[Pro Men's Physique]] í [[Los Angeles]]. Hann vann hetta heiti fyri fyrstu ferð í [[2015]].<ref>http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/11/26/18112632galan</ref><ref>{{Cite web |url=http://www.in.fo/news-detail/david-er-aftur-heimsmeistari/ |title=Archive copy |accessdate=2018-11-27 |archive-date=2018-11-21 |archive-url=https://web.archive.org/web/20181121010433/http://www.in.fo/news-detail/david-er-aftur-heimsmeistari/ |dead-url=yes |archivedate=2018-11-21 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20181121010433/http://www.in.fo/news-detail/david-er-aftur-heimsmeistari/ }}</ref>
*[[23. november]] -
**[[Føroyar]] verða valdar sum vertur fyri U17 EM undankapping hjá kvinnum. Hetta gerst greitt eftir eitt lutakast í Nyon í [[Sveis]]. Kappingin skal haldast í døgunum 16. til 24. oktober [[2019]].<ref>http://kvf.fo/greinar/2018/11/23/em-undankapping-i-fotbolti-spaeld-i-foroyum</ref>
**[[Verkhúsið Virkni]] fyllir 25 ár.
*[[26. november]] -
**Í sambandi við bókadagar, boðar [[Rigmor Dam]], løgtingskvinna í mentamálum, frá at øll børn fødd frá [[1. januar|01. januar]] 2018, somuleiðis ættleidd børn, fáa nýggju bókina Barnasangbók Føroya, sum gávu frá landinum.<ref>https://portal.fo/dagur-10817/oll-nyggj-born-faa-nyggju-barnasangbokina.grein</ref>
**Føroyar fáa eitt nýtt uppsjóvar skip, tá norska skipið Herøy verður skrásett undir føroyskum flaggi. Nýgja skipið fær navnið ''Katrin Jóhanna, VA 410''.<ref>https://portal.fo/dagur-10835/katrin-johanna-skrasett-undir-foroyskt-flagg-i-dag.grein</ref>
=== Ítróttur ===
==== Fótbóltur ====
====== Landsdystir ======
* [[22. mars]] - [[Føroyar]] - [[Lettland]] (1-1) í Marbella - [[Føroyska fótbóltsmanslandsliðið|Føroyska A-landsliðið]] (venjingardystur)
* [[25. mars]] - Føroyar - [[Liktinstein]] (3-0) í Marbella - Føroyska A-landsliðið (venjingardystur)
==== Hondbóltur ====
* [[17. februar]] - Steypafinala Kvinnur: [[Kyndil]] - [[VÍF]] (19-23)
** Dagsins leikarar: [[Maya Dragoljubovic]] (Kyndil), [[Kristina Griksaite]] (VÍF)
* 17. februar - Steypafinala Menn: Menn: Kyndil - [[H71]] (24-17)
** Dagsins leikarar: [[Rókur Akralíð]] (Kyndil), [[Mark Marcher]] (H71)
===== Landsdystir =====
* [[21. mars]] - Føroyar - Makedonia í [[Tórshavn]] (15-22) - A-Kvinnur - EM-undankapping
* [[23. mars]] - Føroyar - [[Slovenia]] (24-28) í [[Hoyvík]]- [[U20 Kvinnur í Hondbólti|U20 Kvinnur]] - HM-undankapping
* [[25. mars]] - Føroyar - [[Lýðveldið Makedónia|Makedonia]] (24-28) í [[Skopje]] - A-Kvinnur - EM-undankapping
* 25. mars - Føroyar - [[Turkaland]] (29-27) í Hoyvík - U20-Kvinnur - HM-undankapping
* [[2. juni]] - Føroyar - [[Svøríki]] (13-32) í Svøríki - A-kvinnur - EM-undankapping<ref>{{Cite web |url=http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/beinleidis-svoeriki-foeroyar/ |title=Archive copy |accessdate=2018-06-04 |archive-date=2018-06-06 |archive-url=https://web.archive.org/web/20180606163337/http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/beinleidis-svoeriki-foeroyar/ |dead-url=yes |archivedate=2018-06-06 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20180606163337/http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/beinleidis-svoeriki-foeroyar/ }}</ref>
==== Svimjing. ====
* [[8. juni]] - [[Havnar Svimjifelag|Havnar svimjifelag]] setur nýtt føroyskt met í 4x100 metra blandaðari svimjing. Liðið manna Óli Mortensen, Alvi Hjelm, Niels Nattestad, og Bartal E. Eidesgaard. Nýggja metið er tíðin 4:11.85.<ref>{{Cite web |url=http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/settu-foeroyskt-met/ |title=Archive copy |accessdate=2018-06-11 |archive-date=2018-06-13 |archive-url=https://web.archive.org/web/20180613143253/http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/settu-foeroyskt-met/ |dead-url=yes |archivedate=2018-06-13 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20180613143253/http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/settu-foeroyskt-met/ }}</ref>
*
== Føðingar ==
* [[9. mars]] - [[Prinsessa Adrienne av Svøríki]]
* [[23. apríl]] - [[Louis prinsur av Cambridge]]
== Andlát ==
* [[7. januar]] - [[France Gall]], fronsk songkvinna (f. [[1947]])
* [[9. januar]] - [[Odvar Nordli]], norskur politikari (f. [[1927]])
* [[15. januar]] - [[Dolores O'Riordan]], írsk songkvinna (f. [[1971]])
* [[23. januar]] - [[Hugh Masekela]], suðurafrikanskur tónleikari (f. [[1939]])
* [[23. januar]] - [[Nicanor Parra]], kilenskt skald (f. [[1914]])
* [[27. januar]] - [[Ingvar Kamprad]], svenskur íverksetari og stovnari [[IKEA]] (f. [[1926]])
* [[13. februar]] - [[Henrik (prinsur av Danmørk)|Henrik, prinsur av Danmørk]] (f. [[1934]])
* [[14. februar]] - [[Morgan Tsvangirai]], simbabviskur politikari (f. [[1952]])
* [[3. mars]] - [[David Ogden Stiers]], amerikanskur sjónleikari (f. [[1942]])
* [[14. mars]] - [[Stephen Hawking]], enskur alisfrøðingur (f. [[1942]])
* [[24. mars]] - [[Lys Assia]], sveisisk songkvinna (f. [[1924]])
* [[20. apríl]] - [[Avicii]], svenskur plátuvendari (f. [[1989]])
* [[21. apríl]] - [[Verne Troyer]], amerikanskur sjónleikari (f. [[1969]])
* [[9. mai]] - [[Per Kirkeby]], danskur listamaður (f. [[1938]])
* [[13. mai]] - [[Margot Kidder]], kanadisk-amerikonsk sjónleikarinna (f. [[1948]])
* [[14. mai]] - [[Tom Wolfe]], amerikanskur rithøvundur (f. [[1930]])
* [[22. mai]] - [[Philip Roth]], amerikanskur rithøvundur (f. [[1933]])
* [[28. mai]] - [[Ola Ullsten]], svenskur politikari (f. [[1931]])
* [[5. juni]] - [[Johannes Andreas Næs]] (f. [[1920]])
* [[8. juni]] - [[Anthony Bourdain]], amerikanskur kokkur (f. [[1956]])
* [[27. juni]] - [[Harlan Ellison]], amerikanskur rithovundur (f. [[1934]])
* [[8. juli]] - [[Tab Hunter]], amerikanskur sjonleikari (f. [[1931]])
* [[25. juli]] - [[Ólavur Hátún]], føroyskur lærari og kórleiðari (f. [[1931]]).
* [[1. august]] - [[Mary Carlisle]], amerkonsk sjonleikarinna (f. [[1914]])
* [[13. august]] - [[Heini O. Heinesen]], føroyskur politikari (f. [[1938]])
* [[16. august]] - [[Aretha Franklin]], amerikonsk songkvinna (f. [[1942]])
* [[16. august]] - [[Atal Bihari Vajpayee]], indiskur politikari (f. [[1924]])
* [[18. august]] - [[Kofi Annan]], ganaiskur diplomatur (f. [[1938]])
* [[18. august]] - [[Jacob Lindenskov]], føroyskur deildarstjóri og politikari (f. [[1933]]).
* [[25. august]] - [[John McCain]], amerikanskur politikari (f. [[1936]])
* [[6. september]] - [[Burt Reynolds]], amerikanskur sjonleikari (f. [[1936]])
* [[29. september]] - [[Otis Rush]], amerikanskur tonleikari (f. [[1934]])
* [[30. september]] - [[Kim Larsen]], danskur tónleikari (f. [[1945]])
* [[1. oktober]] - [[Charles Aznavour]], franskur sangari og diplomatur (f. [[1924]])
* [[15. oktober]] - [[Arto Paasilinna]], finskur rithovundur (f. [[1942]])
* [[7. november]] - [[Francis Lai]], franskt tonaskald (f. [[1932]])
* [[27. november]] - [[Jeffrei Henriksen]], føroyskur rithøvundur og lærari (f. [[1930]])
* [[30. november]] - [[George H. W. Bush]], amerikanskur forseti (f. [[1924]])
== Keldur ==
{{Commonscat}}
[[Bólkur:2018|*]]
gw973yymbf6e20bo1h28ksat0alfhen
Bárður á Lakjuni
0
45708
388793
388139
2026-07-13T11:19:10Z
InternetArchiveBot
24584
Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5
388793
wikitext
text/x-wiki
'''Bárður á Lakjuni''' (føddur 10. oktober [[1978]]) er føroyskur tónasmiður, lærari og politikari, sum vaks upp í [[Fuglafjørður|Fuglafirði]]. Í dag er hann búsitandi í [[Leirvík]] saman við konuni og børnunum.<ref name="sprotin"/>
Bárður á Lakjuni er útbúgvin fólkaskúlalærari frá Føroya læraraskúla í 2006 og lærari í Fuglafjarðar skúla.
Á [[Løgtingsvalið 2022|løgtingsvalinum í 2022]] varð hann valdur í [[Løgting|løgtingið]] fyri [[Hin føroyski fólkaflokkurin|Fólkaflokkin]]. Hann er limur í Mentanarnevndini og limur í [[Útnorðurráðið|Útnorðurráðnum]].<ref name="logtingmn"/><ref name="logtingur"/> Hann varð afturvaldur á løgtingsvalinum í 2026 og gjørdist landsstýrismaður í mentamálum.
=== Tónleikaútgávur ===
*2012 - Gakk tú tryggur - Saman við pápanum [[Jógvan á Lakjuni]].<ref name="tutl2012"/>
*2020 - Lívsins dansur.<ref name="tutl2020"/>
*2022 - Sólin skínur gjøgnum gluggan.<ref name="tutl2022"/>
== Slóðir úteftir ==
*Frits Johannesen: [https://nordlysid.fo/tidindi/64350/bardur-a-lakjuni-livsins-dansur Bárður á Lakjuni – Lívsins dansur] {{Webarchive|url=https://web.archive.org/web/20230514170859/https://nordlysid.fo/tidindi/64350/bardur-a-lakjuni-livsins-dansur |date=2023-05-14 }}, nordlysid.fo, 24.03.2020
*[https://www.logting.fo/tingmenn-og-nevndir/tingmadur/?id=400 Bárður á Lakjuni], logting.fo
*[https://www.tutlrecords.com/artist/bardur-a-lakjuni-2/ Bárður á Lakjuni], tutlrecords.com
== Keldutilfar ==
{{reflist|2|refs=
<ref name="sprotin">[https://sprotin.fo/products/filter/1:9186?_l=fo Bárður á Lakjuni], sprotin.fo
</ref>
<ref name="logtingmn">[https://www.logting.fo/tingmenn-og-nevndir/nevndir-1/mentanarnevndin/ Mentanarnevndin], logting.fo
</ref>
<ref name="logtingur">[https://www.logting.fo/tingmenn-og-nevndir/adrar-nevndir/utnordurradid/ Útnorðurráðið], logting.fo
</ref>
<ref name="tutl2012">[https://www.tutlrecords.com/product/gakk-tu-tryggur/ Gakk tú tryggur – Bárður & Jógvan á Lakjuni], tutlrecords.com
</ref>
<ref name="tutl2020">[https://www.tutlrecords.com/product/livsins-dansur/ Lívsins dansur], tutlrecords.com
</ref>
<ref name="tutl2022">[https://www.tutlrecords.com/product/solin-skinur-gjognum-gluggan-bardur-a-lakjuni/ Sólin skínur gjøgnum gluggan], tutlrecords.com
</ref>
}}
{{Løgtingslimir 2022-2026}}
{{Rað|Lakjuni, Jógvan á}}
[[Bólkur:Føroyskir politikarar]]
[[Bólkur:Føroyskir tónleikarar]]
[[Bólkur:Løgtingslimir]]
[[Bólkur:Føroysk tónaskøld]]
[[Bólkur:Føroyskir mannligir sangarar]]
[[Bólkur:Politikarar úr Fólkaflokkinum]]
[[Bólkur:Føðingar í 1978]]
ejdc34p949gy5w2bmdru3xkw3xk6mj4
Búmerki
0
45739
388794
373086
2026-07-13T11:25:56Z
InternetArchiveBot
24584
Rescuing 0 sources and tagging 1 as dead.) #IABot (v2.0.9.5
388794
wikitext
text/x-wiki
[[Mynd:Wikipedia-logo-v2.svg|150px|right|thumb|Búmerki hjá ''Wikipedia'' ]]
[[Mynd:Wikipedia-logo-v2-fo.png|150px|right|thumb|Búmerki hjá ''Wikipedia'' á føroyskum]]
Eitt '''búmerki''' er eyðkennismerki hjá fyritøkum, stovnum, felagsskapum, kommunum o.s.fr.
Búmerkið avmyndar grafiska samleikan og er úrtøkiliga andlitið.
{{Stubbi}}
==Dømi==
<gallery>
Logo_posta.svg
Logo_foeroya_pedagogfelag.gif
Krf_logo.jpg
Búmerki.png
Tux.svg
NRK P2 Logo.svg
Apple_logo_black.svg
McDonald's_Golden_Arches.svg
Coca-Cola bottle cap.svg
Adidas Logo.svg
Volkswagen logo 2019.svg
Nederlandse spoorwegen logo.svg
</gallery>
==Sí eisini==
* [[Skjaldarmerki]]
* [[Skjaldarmerki Føroyar]]
== Slóðir úteftir ==
* [https://www.sjovar.fo/bumerki?_Search= Búmerkið hjá Sjóvar kommunu], sjovar.fo
* [https://nordlysid.fo/tidindi/72466/robert-joensen-og-bumerkini Robert Joensen og búmerkini]{{Deyð leinkja|date=July 2026 |bot=InternetArchiveBot |fix-attempted=yes }}, nordlysid.fo
[[Bólkur:Samfelag]]
jxws04mk1slkto9mma39z9u6fndr9bp