Wikipedia
fowiki
https://fo.wikipedia.org/wiki/Fors%C3%AD%C3%B0a
MediaWiki 1.48.0-wmf.1
first-letter
Miðil
Serstakt
Kjak
Brúkari
Brúkarakjak
Wikipedia
Wikipedia-kjak
Mynd
Myndakjak
MediaWiki
MediaWiki-kjak
Fyrimynd
Fyrimyndakjak
Hjálp
Hjálparkjak
Bólkur
Bólkakjak
TimedText
TimedText talk
Module
Module talk
Event
Event talk
Heimsatlas
0
12460
389706
297750
2026-11-02T21:50:46Z
Landafrøði
35918
Allan tekstin
389706
wikitext
text/x-wiki
Tvey heimsatlas eru komin út á føroyskum. Fyrra er "Heimsatlas", sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1993 við Niels Petersen sum ritstjóra. Svenning Tausen týddi útlendsku nøvnini. Útgávan, ið taldi 98 síður, varð skipað í samstarvi við svenska forlagið Liber Kartor, sum útvegaði útlendsku kortini. Kort og Matrikelstyrelsen átti innlendsku kortini. "Heimsatlas" lýkur tey krøv, sum í Norðurlondum tá vóru fyriskrivað til skúlabrúks.
Seinna føroyska atlas hevur heitið "Atlas til heim og skúla", sum Nám gav út í 2014 við Birgir Kruse sum ritstjóra og Erlu Olsen sum týðara. Gramar samskipaði føroyska partin, og Føroya Dátusavn teknaði Føroyakortini. Útgávan, sum taldi 248 síður, bant seg í drúgvum sáttmála við skotska forlagið Harper Collins, sum átti útlendsku kortini, til at týða nøvn og landafrøðilig fyribrigdi eftir altjóða ásetingum hjá Sameindu Tjóðum. Fremst er uppslag um sólskipanina, innleiðsla at lesa kort og at fata ymsu søguligu niðurfellingarnar av kortum. Kortini byrja í Føroyum og hava hópin av evniskortum, ið ikki eru sæð fyrr, so sum oljuboringar, avfall og grindadráp. Fleiri nýteknað kort vísa jarðfrøði, grunnar og havøkið kring Føroyar. Úr Føroyum verður farið til næstu grannar, Norðurlond, og út í heim. Aftast er landafrøðilgur orðalisti, navnaskrá við 18.000 leitorðum og heimsins fløgg. Nýggja Málráðið tók støðu til, hvussu landanøvn skuldu stavast á føroyskum. Hetta er sami framferðarháttur, sum verður nýttur, tá altjóða forløg gera og geva út atlas til skúlabrúks í teirra londum.
[[Bólkur:Bókmentir]]
0km8sk2aw1rslz6o6obgl7fmlc9wxxp
389707
389706
2026-11-02T21:56:50Z
Landafrøði
35918
Tvær rættingar.
389707
wikitext
text/x-wiki
Tvey heimsatlas eru komin út á føroyskum. Fyrra er "Heimsatlas", sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1993 við Niels Petersen sum ritstjóra. Svenning Tausen týddi útlendsku nøvnini. Útgávan, ið taldi 98 síður, varð skipað í samstarvi við svenska forlagið Liber Kartor, sum útvegaði útlendsku kortini. Kort og Matrikelstyrelsen átti innlendsku kortini. "Heimsatlas" lýkur tey krøv, sum í Norðurlondum tá vóru fyriskrivað til skúlabrúks.
Seinna føroyska atlas hevur heitið "Atlas til heim og skúla", sum Nám gav út í 2014 við Birgir Kruse sum ritstjóra og Erlu Olsen sum týðara. Gramar samskipaði føroyska partin, og Føroya Dátusavn teknaði Føroyakortini. Útgávan, sum taldi 248 síður, bant seg í drúgvum sáttmála við skotska forlagið Harper Collins, sum átti útlendsku kortini, til at týða nøvn og landafrøðilig fyribrigdi eftir altjóða ásetingum hjá Sameindu Tjóðum. Fremst er uppslag um sólskipanina, innleiðsla at lesa kort og at fata ymsu søguligu niðurfellingarnar av kortum. Kortini byrja í Føroyum og hava hópin av evniskortum, ið ikki eru sæð fyrr, so sum oljuboringar, avfall og grindadráp. Fleiri nýteknað kort vísa jarðfrøði, grunnar og havøkið kring Føroyar. Úr Føroyum verður farið til næstu grannar, Norðurlond, og út í heim. Aftast er landafrøðiligur orðalisti, navnaskrá við 18.000 leitorðum og heimsins fløggum. Nýggja Málráðið tók støðu til, hvussu landanøvn skuldu stavast á føroyskum. Hetta er sami framferðarháttur, sum verður nýttur, tá altjóða forløg gera og geva út atlas til skúlabrúks í teirra londum.
[[Bólkur:Bókmentir]]
kl1u6m9grdzypji4eypid10df2qipzf