Wikipedia fowiki https://fo.wikipedia.org/wiki/Fors%C3%AD%C3%B0a MediaWiki 1.48.0-wmf.3 first-letter Miðil Serstakt Kjak Brúkari Brúkarakjak Wikipedia Wikipedia-kjak Mynd Myndakjak MediaWiki MediaWiki-kjak Fyrimynd Fyrimyndakjak Hjálp Hjálparkjak Bólkur Bólkakjak TimedText TimedText talk Module Module talk Event Event talk Kim Simonsen 0 7006 389743 389734 2026-11-06T13:10:39Z Kimsimonsen1970 1014 hvar hann býr 389743 wikitext text/x-wiki {{DEFAULTSORT:Simonsen, Kim}} [[Bólkur:Føroyskir rithøvundar]] [[Bólkur:Føroyskir blaðstjórar]] '''Kim Simonsen''' (føddur 1970) er ein føroyskur rithøvundur, yrkjari, týðari, forleggjari og granskari. Hann vaks upp á [[Strendur|Strondum]] í [[Eysturoy]] og hevur seinni mest búð í [[Keypmannahavn]] og í Syðrugøtu. Simonsen hevur givið út sjey bøkur, seks yrkingasøvn og eitt greinasavn, og verk hansara eru útkomin á enskum í USA, donskum, italskum, ungarskum, estiskum og makedónskum. Seinasta bókin hjá honum kallast Áin og útkom í 2026. Yrkingasavnið ''Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum'' (2023) har varð tilnevnt til [[Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins]] í 2024, og í 2026 fekk enska útgávan, tyðarin Randi Ward,''The Cliff Becker Book Prize in Translation'' í USA í november 2026. Hann er stovnari og eigari av [[Forlagið Eksil]] og stjóri fyri ''Faroe Islands International Literature Festival''. Hann er ph.d. í bókmentum og mag.art og hevur m.a. verið lektari við [[Bergens Universitet]] og post.doc og m.a. Senior Fellow við Vossius Centre við [[Amsterdams Universitet]]. Vitjandi granskari bæði við Oxford University, Stanford University og Columbia University. == Ævi og útbúgving == Kim Simonsen vaks upp á Strondum. Hann flutti til Keypmannahavnar at lesa og hevur síðani mest búð har, við longri tíðarskeiðum í New York, Amsterdam og Noregi. Hann tók BA-prógv í norðurlendskum máli og bókmentum við [[Keypmannahavnar Universitet]] í 1999. Hann læs eisini heimspeki og eitt skifti filmvísindi. Hann tók síðani mag.art.-prógv í norðurlendskum bókmentum. Í 2013 gjørdist hann ph.d. á ph.d.-skúlanum Evropeisk Mentanarsøga millum søgudeildina og bókmentir/norðurlendskt á [[Roskilde Universitet]], við styrki frá Danska Granskingarráðnum (FKK). Í 2020–2021 gekk hann á Gladiators Forfatterskole í Keypmannahavn. == Rithøvundaskapur == Hann debuteraði í 2003 við greinasavninum ''Dreymar um opin vindeygu'', ið savnaði hvassar, kritiskar greinar um bókmentir og samfelag, millum annað um føroysku tjóðskaparrørsluna. Í 2000-árunum var hann ein av virknastu mentanarorðaskiftarunum í Føroyum, og hann hevur skrivað fleiri hundrað greinar í bløðum síðani 2000. Fyrstu yrkingasøvnini, ''Kodakmyndir frá sjeytiárunum'' (2005) og ''Náðisólin'' (2006), stóðu í orðaskifti við postmodernismuna, seinni fenomenologi. Seinni søvnini hava í størri mun snúð seg um náttúru og menniskja. Simonsen lýsir sjálvur skriving sína sum eina rørslu ímillum sambond millum menniskju og onnur livandi verur. Tað føroyska og havið eru til staðar; verkini sprotta úr rørslu millum poesi og fakøki. === ''Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið'' (2013) === Yrkingasavnið kom út á Mentunargrunni Studentafelagsins í 2013 og fekk [[Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens]] í 2014. Yrkingarnar flyta seg millum stórar tíðarskalar, alheimin og gerandisligar lutir. Savnið er týtt til makedónskt (PNV, Skopje, 2021), danskt (''Hvad hjælper det et menneske at vågne en morgen på denne side af dette årtusinde'', Vild Maskine, 2023) og enskt (''What Good Does It Do for a Person to Wake Up One Morning This Side of the New Millennium'', [[Deep Vellum]], 2025, týtt av [[Randi Ward]]). Makedónska útgávan fekk heiðursløn frá bókahandlarafelagnum í Norðurmakedóniu á bókamessuni í Skopje í 2021, og enska útgávan kom, har fekk Randi Ward týðarin The Nadia Christensen Award frá the Amaerican-Scandinavian Foundation í New York. Hin kom í 2026 á stuttlistan til ALTA First Translation Prize í 2026, her Randi Ward. Danska útgávan fekk fimm stjørnur í ''[[Ekstra Bladet]]''. === ''Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum'' (2023) === Savnið kom út á Forlagnum Verksmiðjan í 2023 og er skrivað um deyða pápans, sum sigldi alt sítt lív. Yrkingarnar viðgera missi og umskapan uttan at seta menniskjað í miðdepilin, og tær flyta seg millum mikroliv, havskipanir og náttúrukreftir. Savnið varð tilnevnt til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2024, har metingarnevndin kallaði tað hansara lyriska hæddarpunkt higartil. Savnið er týtt til italskt (''La composizione biologica di una goccia di acqua di mare'', I Libri di Mompracem, Firenze, 2025), ungarskt (Ø // Észak, Budapest, 2025), estiskt (Norðúr, 2026) og enskt (''The Biological Composition of a Drop of Seawater Is Reminiscent of the Blood in My Veins'', White Pine Press, 2026, týtt av Randi Ward). Enska útgávan vann The Cliff Becker Book Prize in Translation í 2026. Útgávur á makedónskum (PNV) og kinesiskum (East China University Press) eru væntaðar. Savnið er eisini útkomið sum ljóðbók. === ''Áin'' (2026) === ''Áin'' kom út á Forlagnum Eksil í november 2026 og snýr seg um minni, trauma og landslag. Í sambandi við bókina varð gjørdur ein níggju minuttir langur yrkingafilmur við Thomasi Koba og tónleikaranum Heðini Ziska Davidsen. Filmurin er vístur m.a. í Reykjavík, Føroyum, Noreg, Estlandi, Danmark, Finnlandi og á Minsheng Art Museum í Shanghai í Kina í oktober 2026. === Í tíðarritum og antologium === Yrkingar hjá Simonsen hava staðið í meira enn 30 tíðarritum og antologium síðani 2004, m.a. ''Poems from the Edge of Extinction'' (Chambers, London, 2021), ''Best Literary Translations 2025'' (Deep Vellum), ''Asymptote'', ''Washington Square Review'', ''Notre Dame Review'', ''Columbia: A Journal of Literature and Art'', ''Plume'', ''World Poetry Review'', ''The Ilanot Review'', ''Trafika Europe'', ''Versopolis'', ''20tal'' (Svøríki), ''Æ. Dansk poesiantologi'' (2025), ''Varðin'' og ''Vencil''. Hann hevur eisini skrivað fyri ''Forfatternes klimaaksjon'' í Noregi. === Upplestrar === Simonsen hevur lisið upp á bókmentafestivalum og stovnum í Evropa, Norðuramerika og Kina, m.a. í 2025-2026 á [[Hay Festival]], Milano Poetry Festival, Stockholm Poetry Festival, StAnza í Skotlandi, Struga í Ohrid/Norðurmakedonia, Prima Vista í Tartu, Reykjavík Poetics, Venice Literature Festival, Det Danske Institut í Rom, Bókamessan Helsinki, Christianshavns Bogdage, Altjóða Føroyska Bókmentafestivalinum, G! Festivalur, Bókadagar, Scandinavia House í New York og Minsheng Art Museum í Shanghai og DARR Føroyar. === Tónleikur og filmur === Í 2016 gjørdi tónaskaldið Agnar Lamhauge fimm verk til yrkingar hjá Simonsen, sum vórðu spæld á Summartónum. Síðani 2023 hevur hann samstarvað við Heðin Ziska Davidsen um yrkingar og ljóðverk, og í 2024 við svenska tónleikaran Gustaf Ljunggren. == Heiðursgávur og tilnevningar == * 2026 – The Cliff Becker Book Prize in Translation (USA), týðarin Randi Ward var givin hesa virðislønina fyri ''The Biological Composition of a Drop of Seawater Is Reminiscent of the Blood in My Veins'' * 2026 – Stuttlistin har Randi Ward týðarin hjá Kim Simonsen var á stuttlsita til ALTA First Translation Prize (American Literary Translators Association) fyri ''What Good Does It Do for a Person to Wake Up One Morning This Side of the New Millennium'' * 2025 – Listaflog, listavirðisløn Atlantic Airways (75.000 kr.) * 2024 – Tilnevndur til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins * 2023 – Yrkingavirðisløn, kapping hjá Bókasavninum í Løkini, Runavíkar kommuna * 2022 – The American-Scandinavian Foundation, týðingarvirðisløn til Randi Ward, fyri týðingar av yrkingum hansara. * 2021 – Heiðursløn frá bókahandlarafelagnum í Norðurmakedóniu, besta bók í røð, bókamessan í Skopje * 2014 – Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri ''Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið'' * 2020–2026 – Arbeiðsstyrkir frá Mentanargrunni Landsins. * 2000-2026 - Statens Kunstfond, ymiskar játtanir m.a. ferðastyrkur. == Ritverk == === Bøkur === * 2003 – ''Dreymar um opin vindeygu'' (greinasavn). Mentunargrunnur Studentafelagsins. * 2005 – ''Kodakmyndir frá sjeytiárunum'' (yrkingar). Mentunargrunnur Studentafelagsins. * 2006 – ''Náðisólin'' (yrkingar). Mentunargrunnur Studentafelagsins. * 2013 – ''Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið'' (yrkingar). Mentunargrunnur Studentafelagsins. * 2015 – ''Desembermorgun'' (yrkingar, við myndlistamanninum Jóhan Martin Christiansen). Mentunargrunnur Studentafelagsins. * 2023 – ''Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum'' (yrkingar). Forlagið Verksmiðjan. * 2026 – ''Áin'' (yrkingar). Forlagið Eksil. === Í umbúna === * ''Tað, sum avhongur av aldunum'' (skaldsøga; á donskum ''Det, som afhænger af bølgerne. En dødspastorale'') * ''Pure Tórshavn Weave Fabric.''. Forlagið Eksil. === Ljóðbøkur === * 2023 – ''Hvad hjælper det et menneske at vågne en morgen på denne side af dette årtusinde''. Mofibo. * 2024 – ''Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum''. Forlagið Verksmiðjan. === Týðingar av verkum hansara === {| class="wikitable" !Ár !Mál !Heiti !Forlag !Týðari |- |2021 |makedónskt |''Hvat hjálpir einum menniskja…'' |PNV, Skopje | |- |2023 |danskt |''Hvad hjælper det et menneske at vågne en morgen på denne side af dette årtusinde'' |Vild Maskine | |- |2025 |enskt |''What Good Does It Do for a Person to Wake Up One Morning This Side of the New Millennium'' |Deep Vellum, USA |Randi Ward |- |2025 |italskt |''La composizione biologica di una goccia di acqua di mare…'' |I Libri di Mompracem, Firenze |Giovanni Agnoloni |- |2025 |ungarskt |''Egy csepp tengervíz biológiai összetétele…'' |Ø // Észak, Budapest | |- |2026 |estiskt |''Merevee tilga bioloogiline koostis…'' |Norðúr | |- |2026 |enskt |''The Biological Composition of a Drop of Seawater Is Reminiscent of the Blood in My Veins'' |White Pine Press, USA |Randi Ward |} Yrkingar hansara eru harumframt týddar til svenskt, norskt, russiskt, týskt, rumenskt, franskt, íslendskt og kinesiskt. == Týðari == Simonsen hevur týtt føroyskar samtíðaryrkjarar til danskt, m.a. ''Sort orkidé'' eftir Vónbjørt Vang, ''ein bein linja ein bogin'' eftir Guðrið Poulsen og ''Fragmentir'' eftir Daniellu Andreasen (øll 2024). Hann hevur eisini týtt verk eftir m.a. [[Ann Jäderlund]] og [[Tor Ulven]], og á Forlagnum Eksil hevur hann givið út [[Franz Kafka]] á føroyskum. == Forleggjari og mentanarvirksemi == === Forlagið Eksil === Simonsen stovnaði Forlagið Eksil í 2007 saman við Vónbjørt Vang. Navnið er valt við vilja: um tjóðskapur er vanligi mátin at skipa bókmentir, skal eisini vera eitt alternativ, har verkini verða lisin út frá hugsanum heldur enn uppruna. Forlagið gevur út avantgardubókmentir, list og týðingar og hevur givið út umleið 20 bøkur, m.a. eftir [[Sissal Kampmann]], [[Vónbjørt Vang]], Daniellu Andreasen, Lív Mariu Róadóttur Jæger, Annu Malan Jógvansdóttur, [[Beinir Bergsson]] og Guðrið Poulsen, umframt týðingar av Franz Kafka (''Umskapanin'', 2007; ''Dómurin'', 2012) og [[Johan Harstad]]. 3m4zhi3akgzsveo2lu3x0o4v9rc0pin 389744 389743 2026-11-06T13:11:12Z Kimsimonsen1970 1014 389744 wikitext text/x-wiki {{DEFAULTSORT:Simonsen, Kim}} [[Bólkur:Føroyskir rithøvundar]] [[Bólkur:Føroyskir blaðstjórar]] '''Kim Simonsen''' (føddur 1970) er ein føroyskur rithøvundur, yrkjari, týðari, forleggjari og granskari. Hann vaks upp á [[Strendur|Strondum]] í [[Eysturoy]] og hevur seinni mest búð í [[Keypmannahavn]] og í Syðrugøtu. Simonsen hevur givið út sjey bøkur, seks yrkingasøvn og eitt greinasavn, og verk hansara eru útkomin á enskum í USA, donskum, italskum, ungarskum, estiskum og makedónskum. Í 2028 á kinverskum eftir ætlan. Seinasta bókin hjá honum kallast Áin og útkom í 2026. Yrkingasavnið ''Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum'' (2023) har varð tilnevnt til [[Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins]] í 2024, og í 2026 fekk enska útgávan, tyðarin Randi Ward,''The Cliff Becker Book Prize in Translation'' í USA í november 2026. Hann er stovnari og eigari av [[Forlagið Eksil]] og stjóri fyri ''Faroe Islands International Literature Festival''. Hann er ph.d. í bókmentum og mag.art og hevur m.a. verið lektari við [[Bergens Universitet]] og post.doc og m.a. Senior Fellow við Vossius Centre við [[Amsterdams Universitet]]. Vitjandi granskari bæði við Oxford University, Stanford University og Columbia University. == Ævi og útbúgving == Kim Simonsen vaks upp á Strondum. Hann flutti til Keypmannahavnar at lesa og hevur síðani mest búð har, við longri tíðarskeiðum í New York, Amsterdam og Noregi. Hann tók BA-prógv í norðurlendskum máli og bókmentum við [[Keypmannahavnar Universitet]] í 1999. Hann læs eisini heimspeki og eitt skifti filmvísindi. Hann tók síðani mag.art.-prógv í norðurlendskum bókmentum. Í 2013 gjørdist hann ph.d. á ph.d.-skúlanum Evropeisk Mentanarsøga millum søgudeildina og bókmentir/norðurlendskt á [[Roskilde Universitet]], við styrki frá Danska Granskingarráðnum (FKK). Í 2020–2021 gekk hann á Gladiators Forfatterskole í Keypmannahavn. == Rithøvundaskapur == Hann debuteraði í 2003 við greinasavninum ''Dreymar um opin vindeygu'', ið savnaði hvassar, kritiskar greinar um bókmentir og samfelag, millum annað um føroysku tjóðskaparrørsluna. Í 2000-árunum var hann ein av virknastu mentanarorðaskiftarunum í Føroyum, og hann hevur skrivað fleiri hundrað greinar í bløðum síðani 2000. Fyrstu yrkingasøvnini, ''Kodakmyndir frá sjeytiárunum'' (2005) og ''Náðisólin'' (2006), stóðu í orðaskifti við postmodernismuna, seinni fenomenologi. Seinni søvnini hava í størri mun snúð seg um náttúru og menniskja. Simonsen lýsir sjálvur skriving sína sum eina rørslu ímillum sambond millum menniskju og onnur livandi verur. Tað føroyska og havið eru til staðar; verkini sprotta úr rørslu millum poesi og fakøki. === ''Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið'' (2013) === Yrkingasavnið kom út á Mentunargrunni Studentafelagsins í 2013 og fekk [[Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens]] í 2014. Yrkingarnar flyta seg millum stórar tíðarskalar, alheimin og gerandisligar lutir. Savnið er týtt til makedónskt (PNV, Skopje, 2021), danskt (''Hvad hjælper det et menneske at vågne en morgen på denne side af dette årtusinde'', Vild Maskine, 2023) og enskt (''What Good Does It Do for a Person to Wake Up One Morning This Side of the New Millennium'', [[Deep Vellum]], 2025, týtt av [[Randi Ward]]). Makedónska útgávan fekk heiðursløn frá bókahandlarafelagnum í Norðurmakedóniu á bókamessuni í Skopje í 2021, og enska útgávan kom, har fekk Randi Ward týðarin The Nadia Christensen Award frá the Amaerican-Scandinavian Foundation í New York. Hin kom í 2026 á stuttlistan til ALTA First Translation Prize í 2026, her Randi Ward. Danska útgávan fekk fimm stjørnur í ''[[Ekstra Bladet]]''. === ''Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum'' (2023) === Savnið kom út á Forlagnum Verksmiðjan í 2023 og er skrivað um deyða pápans, sum sigldi alt sítt lív. Yrkingarnar viðgera missi og umskapan uttan at seta menniskjað í miðdepilin, og tær flyta seg millum mikroliv, havskipanir og náttúrukreftir. Savnið varð tilnevnt til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2024, har metingarnevndin kallaði tað hansara lyriska hæddarpunkt higartil. Savnið er týtt til italskt (''La composizione biologica di una goccia di acqua di mare'', I Libri di Mompracem, Firenze, 2025), ungarskt (Ø // Észak, Budapest, 2025), estiskt (Norðúr, 2026) og enskt (''The Biological Composition of a Drop of Seawater Is Reminiscent of the Blood in My Veins'', White Pine Press, 2026, týtt av Randi Ward). Enska útgávan vann The Cliff Becker Book Prize in Translation í 2026. Útgávur á makedónskum (PNV) og kinesiskum (East China University Press) eru væntaðar. Savnið er eisini útkomið sum ljóðbók. === ''Áin'' (2026) === ''Áin'' kom út á Forlagnum Eksil í november 2026 og snýr seg um minni, trauma og landslag. Í sambandi við bókina varð gjørdur ein níggju minuttir langur yrkingafilmur við Thomasi Koba og tónleikaranum Heðini Ziska Davidsen. Filmurin er vístur m.a. í Reykjavík, Føroyum, Noreg, Estlandi, Danmark, Finnlandi og á Minsheng Art Museum í Shanghai í Kina í oktober 2026. === Í tíðarritum og antologium === Yrkingar hjá Simonsen hava staðið í meira enn 30 tíðarritum og antologium síðani 2004, m.a. ''Poems from the Edge of Extinction'' (Chambers, London, 2021), ''Best Literary Translations 2025'' (Deep Vellum), ''Asymptote'', ''Washington Square Review'', ''Notre Dame Review'', ''Columbia: A Journal of Literature and Art'', ''Plume'', ''World Poetry Review'', ''The Ilanot Review'', ''Trafika Europe'', ''Versopolis'', ''20tal'' (Svøríki), ''Æ. Dansk poesiantologi'' (2025), ''Varðin'' og ''Vencil''. Hann hevur eisini skrivað fyri ''Forfatternes klimaaksjon'' í Noregi. === Upplestrar === Simonsen hevur lisið upp á bókmentafestivalum og stovnum í Evropa, Norðuramerika og Kina, m.a. í 2025-2026 á [[Hay Festival]], Milano Poetry Festival, Stockholm Poetry Festival, StAnza í Skotlandi, Struga í Ohrid/Norðurmakedonia, Prima Vista í Tartu, Reykjavík Poetics, Venice Literature Festival, Det Danske Institut í Rom, Bókamessan Helsinki, Christianshavns Bogdage, Altjóða Føroyska Bókmentafestivalinum, G! Festivalur, Bókadagar, Scandinavia House í New York og Minsheng Art Museum í Shanghai og DARR Føroyar. === Tónleikur og filmur === Í 2016 gjørdi tónaskaldið Agnar Lamhauge fimm verk til yrkingar hjá Simonsen, sum vórðu spæld á Summartónum. Síðani 2023 hevur hann samstarvað við Heðin Ziska Davidsen um yrkingar og ljóðverk, og í 2024 við svenska tónleikaran Gustaf Ljunggren. == Heiðursgávur og tilnevningar == * 2026 – The Cliff Becker Book Prize in Translation (USA), týðarin Randi Ward var givin hesa virðislønina fyri ''The Biological Composition of a Drop of Seawater Is Reminiscent of the Blood in My Veins'' * 2026 – Stuttlistin har Randi Ward týðarin hjá Kim Simonsen var á stuttlsita til ALTA First Translation Prize (American Literary Translators Association) fyri ''What Good Does It Do for a Person to Wake Up One Morning This Side of the New Millennium'' * 2025 – Listaflog, listavirðisløn Atlantic Airways (75.000 kr.) * 2024 – Tilnevndur til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins * 2023 – Yrkingavirðisløn, kapping hjá Bókasavninum í Løkini, Runavíkar kommuna * 2022 – The American-Scandinavian Foundation, týðingarvirðisløn til Randi Ward, fyri týðingar av yrkingum hansara. * 2021 – Heiðursløn frá bókahandlarafelagnum í Norðurmakedóniu, besta bók í røð, bókamessan í Skopje * 2014 – Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri ''Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið'' * 2020–2026 – Arbeiðsstyrkir frá Mentanargrunni Landsins. * 2000-2026 - Statens Kunstfond, ymiskar játtanir m.a. ferðastyrkur. == Ritverk == === Bøkur === * 2003 – ''Dreymar um opin vindeygu'' (greinasavn). Mentunargrunnur Studentafelagsins. * 2005 – ''Kodakmyndir frá sjeytiárunum'' (yrkingar). Mentunargrunnur Studentafelagsins. * 2006 – ''Náðisólin'' (yrkingar). Mentunargrunnur Studentafelagsins. * 2013 – ''Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið'' (yrkingar). Mentunargrunnur Studentafelagsins. * 2015 – ''Desembermorgun'' (yrkingar, við myndlistamanninum Jóhan Martin Christiansen). Mentunargrunnur Studentafelagsins. * 2023 – ''Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum'' (yrkingar). Forlagið Verksmiðjan. * 2026 – ''Áin'' (yrkingar). Forlagið Eksil. === Í umbúna === * ''Tað, sum avhongur av aldunum'' (skaldsøga; á donskum ''Det, som afhænger af bølgerne. En dødspastorale'') * ''Pure Tórshavn Weave Fabric.''. Forlagið Eksil. === Ljóðbøkur === * 2023 – ''Hvad hjælper det et menneske at vågne en morgen på denne side af dette årtusinde''. Mofibo. * 2024 – ''Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum''. Forlagið Verksmiðjan. === Týðingar av verkum hansara === {| class="wikitable" !Ár !Mál !Heiti !Forlag !Týðari |- |2021 |makedónskt |''Hvat hjálpir einum menniskja…'' |PNV, Skopje | |- |2023 |danskt |''Hvad hjælper det et menneske at vågne en morgen på denne side af dette årtusinde'' |Vild Maskine | |- |2025 |enskt |''What Good Does It Do for a Person to Wake Up One Morning This Side of the New Millennium'' |Deep Vellum, USA |Randi Ward |- |2025 |italskt |''La composizione biologica di una goccia di acqua di mare…'' |I Libri di Mompracem, Firenze |Giovanni Agnoloni |- |2025 |ungarskt |''Egy csepp tengervíz biológiai összetétele…'' |Ø // Észak, Budapest | |- |2026 |estiskt |''Merevee tilga bioloogiline koostis…'' |Norðúr | |- |2026 |enskt |''The Biological Composition of a Drop of Seawater Is Reminiscent of the Blood in My Veins'' |White Pine Press, USA |Randi Ward |} Yrkingar hansara eru harumframt týddar til svenskt, norskt, russiskt, týskt, rumenskt, franskt, íslendskt og kinesiskt. == Týðari == Simonsen hevur týtt føroyskar samtíðaryrkjarar til danskt, m.a. ''Sort orkidé'' eftir Vónbjørt Vang, ''ein bein linja ein bogin'' eftir Guðrið Poulsen og ''Fragmentir'' eftir Daniellu Andreasen (øll 2024). Hann hevur eisini týtt verk eftir m.a. [[Ann Jäderlund]] og [[Tor Ulven]], og á Forlagnum Eksil hevur hann givið út [[Franz Kafka]] á føroyskum. == Forleggjari og mentanarvirksemi == === Forlagið Eksil === Simonsen stovnaði Forlagið Eksil í 2007 saman við Vónbjørt Vang. Navnið er valt við vilja: um tjóðskapur er vanligi mátin at skipa bókmentir, skal eisini vera eitt alternativ, har verkini verða lisin út frá hugsanum heldur enn uppruna. Forlagið gevur út avantgardubókmentir, list og týðingar og hevur givið út umleið 20 bøkur, m.a. eftir [[Sissal Kampmann]], [[Vónbjørt Vang]], Daniellu Andreasen, Lív Mariu Róadóttur Jæger, Annu Malan Jógvansdóttur, [[Beinir Bergsson]] og Guðrið Poulsen, umframt týðingar av Franz Kafka (''Umskapanin'', 2007; ''Dómurin'', 2012) og [[Johan Harstad]]. mmpem3h8bhxsy263kc0tt6rqvvgdumx