Wikipedia fowiki https://fo.wikipedia.org/wiki/Fors%C3%AD%C3%B0a MediaWiki 1.47.0-wmf.2 first-letter Miðil Serstakt Kjak Brúkari Brúkarakjak Wikipedia Wikipedia-kjak Mynd Myndakjak MediaWiki MediaWiki-kjak Fyrimynd Fyrimyndakjak Hjálp Hjálparkjak Bólkur Bólkakjak TimedText TimedText talk Module Module talk Event Event talk Miðflokkurin 0 1035 388107 382576 2026-05-15T23:39:18Z ~2026-29092-10 34792 dagføring 388107 wikitext text/x-wiki {{Infobox political party | country = Føroyar | name_english = Miðflokkurin | name_native = Miðflokkurin | logo = [[File:Miðflokkurinn.svg|200px]] | colorcode = Blue | leader = [[Steffan Klein Poulsen]] | foundation = 3. mai 1992 | youth_wing = [[Ung fyri Miðflokkin]] | ideology = [[Konservatisma]] | national = [[Konservativir]] | colours = Blátt | headquarters = [[Tórshavn]], [[Føroyar]] | seats1_title = [[Løgting]] | seats1 = {{Composition bar|2|33|hex=#0000FF}} | seats2_title = [[Fólkatingið]]<br>(Føroyskir sessir) | seats2 = {{Composition bar|0|2|hex=#0000FF}} | website = www.midflokkurin.fo }} '''Miðflokkurin''' (MF) er ein politiskur flokkur í [[Føroyum]]. Miðflokkurin varð stovnaður 30. mai í 1992. Miðflokkurin er flokspolitiskt ógvuliga konservativur, tá ið talan er um siðfrøðilig virði; flokkurin er m.a. hart ímóti [[Fosturtøka|fosturtøku]] og [[Samkynt hjúnarlag|samkyndum hjúnalagi]] <ref>{{Cite web |url=http://www.in.fo/news-detail/news/samkynd-hava-bruk-fyri-hjalp/ |title=Archive copy |accessdate=2014-04-16 |archive-date=2013-12-08 |archive-url=https://web.archive.org/web/20131208091238/http://www.in.fo/news-detail/news/samkynd-hava-bruk-fyri-hjalp/ |dead-url=yes |archivedate=2013-12-08 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20131208091238/http://www.in.fo/news-detail/news/samkynd-hava-bruk-fyri-hjalp/ }}</ref>. Miðflokkurin hevur eisini fleiri ferðir talað ímóti at grein [[266b]] skuldi koma í gildi í Føroyum. == Søga == Í 1991 settu nøkur trúgvandi fólk sær fyri at stovna nýggjan politiskan flokk. [[Tordur Niclasen]], løgtingsmaður fyri [[Kristiligi Fólkaflokkurin|Kristiliga Fólkaflokkin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokk]] var ein av stovnarum floksins. Á fundi 30. november 1991 á [[Hotel Hafnia]] í [[Tórshavn]] varð gjørt av, at nýggi flokkurin skuldi eita Miðflokkurin. Eisini varð samtykt ein fyribils arbeiðsætlan, sum í dag er kend sum hini 16 punktini fremst í stevnuskránni. Fyri at nýggjur flokkur kann stilla upp til løgtingsval, er neyðugt at hava í minsta lagið 800 undirskriftir. Á stovnandi aðalfundinum í 1992 varð upplýst, at higartil eru savnaðar tilsamans 560 undirskriftir. Fyribils stevnuskrá varð løgd fyri fundin og samtykt. == Stevnuskrá == Flokkurin virkar fyri einum samfelagi við [[kristindómur|kristnum]] grundarlagi, og at politiskar avgerðir, sum verða framdar, samsvara við hesa lívsáskoðan og hugsjón. Virkað verður eisini fyri at sjúk, gomul og brekað fólk skulu hava eitt trygt og gott lív. Tað skal arbeiðast miðvíst við at minka um [[rúsdrekka]] og [[rúsevnismisnýtsla|rúsevnismisnýtslu]]. Føroyar skulu ikki verða partur av [[ES]], men í staðin fyri styrkja samstarv við lond uttanfyri felagsskapin. Í siðfrøðiligum spurningum, sum til dømis [[fosturtøka|fosturtøku]], virkar flokkurin fyri at ófødda barnið verður vart við lóg. [[Deyðshjálp]] verður mett sum dráp og skal tí ikki vera møgulig. == Formenn == * [[1992]] - [[1994]] [[Álvur Kirke]] * [[1994]] - [[1997]] [[Jenis av Rana]] * [[1997]] - [[1999]] [[Bill Justinussen]] * [[1999]] - [[2001]] [[Álvur Kirke]] * [[2001]] - [[2026]] [[Jenis av Rana]] * 2026 - d.d. [[Steffan Klein Poulsen]] == Umboð á Løgtingi == === 2011-2015 === {| class="wikitable" !Navn !Heimstaður |- |[[Jenis av Rana]]||[[Tórshavn]] |- |[[Bill Justinussen]]||[[Glyvrar]] |} === 2015-2019 === *[[Jenis av Rana]] *[[Bill Justinussen]] === 2019-2023 === Á [[Løgtingsvalið 2019|løgtingsvalinum 31. august 2019]] fekk Miðflokkurin 2 tingfólk vald.<ref>[https://kvf.fo/greinar/2019/09/01/hesi-manna-nyggja-logtingid Hesi manna nýggja løgtingið], kvf.fo</ref> *[[Jenis av Rana]] *[[Bill Justinussen]] == Landsstýrisfólk 2011-2015 == *[[Karsten Hansen]], landsstýrismaður í heilsumálum == Ávisingar úteftir == * [http://midflokkurin.fo/ Miðflokkurin] == Keldur == <references/> {{Føroyskir flokkar}} [[Bólkur:Føroyskir flokkar|Miðflokkurin]] hnqia29fx07uindym2ryuuxzesw63b3 Little Rock 0 9357 388112 363073 2026-05-16T11:55:59Z InternetArchiveBot 24584 Rescuing 2 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5 388112 wikitext text/x-wiki {| class="infobox" |----- ! colspan="2" align=center bgcolor="#eeeeff" | Little Rock, Arkansas |----- ! colspan="2" align=center bgcolor="#eeeeff" | [[Mynd:Little_Rock_collage.png|380px]] |----- ! align=center bgcolor="#ff9999" | Flag ! align=center bgcolor="#ff9999" | Kort |- bgcolor="#FFFFFF" | [[Mynd:Flag of Little Rock, Arkansas.svg|center|110px]] | [[Mynd:ARMap-doton-Little-Rock.png|140px]] |----- ! colspan="2" align=center bgcolor="#ff9999" | Grunddáta |----- | Land: || [[Mynd:Flag_of_the_United_States.svg|29px]] [[USA]] |----- | Lutstatur: || [[Mynd:Flag of Arkansas.svg |29px]] [[Arkansas]] |----- | [[Vídd]]: || 302.55 km² |----- | Íbúgvar ([[2011]]): || 195 314 |----- | fyri km²: || 648.9/km² |----- | Heimasíða: || [http://www.littlerock.org// www.littlerock.org] {{Webarchive|url=https://web.archive.org/web/20100704112555/http://www.littlerock.org/ |date=2010-07-04 }} |} '''Little Rock''' er høvuðsstaðurin og størsti býurin í [[Arkansas]]. Eyknevni er ''Kletturin'' ([[Enskt (mál)|enskt]]: ''The Rock''). Í 2018 hevði býurin um leið 197 868 íbúgvar.<ref name="kelda-1"/> Áin [[Arkansasá|Arkansas]] rennur fram við býnum. == Systurstaðir == * [[Mynd:Flag of Taiwan.svg|border|20px]] [[Kaohsiung]], [[Teivan]], [[1983]] * [[Mynd:Flag of South Korea.svg|border|20px]] [[Hanam City]], [[Suðurkorea]], [[1992]] * [[Mynd:Flag of the People's Republic of China.svg|border|20px]] [[Changchun]], [[Kina]], [[1994]] * [[Mynd:Flag of Italy.svg|border|20px]] [[Modena]], [[Italia]], [[1997]] * [[Mynd:Flag of Mexico.svg|border|20px]] [[Manzanillo]], [[Meksiko]] * [[Mynd:Flag of Belgium.svg|border|20px]] [[Mons]], [[Belgia]] == Myndir == <gallery mode=packed heights=130> Little Rock satellite map.jpg|Býurin úr erva Little_Rock,_Arkansas.jpg|Brúgvin um Arkansas-ánna, ið knýtir Little Rock og North Little Rock saman. Cityhall-Little Rock 131.jpg|Ráðhúsið (''Cityhall'') OldStateHouseLittleRock2008.jpg|Gamla tinghúsið (''Old State House'') Arkansas State Capitol.jpg|Arkansas State Capitol LittleRock panorama.JPG|Miðbýurin í Little Rock, [[Arkansas]] </gallery> == Ávísingar úteftir == * Heimasíða: [http://www.littlerock.org// www.littlerock.org] {{Webarchive|url=https://web.archive.org/web/20100704112555/http://www.littlerock.org/ |date=2010-07-04 }} *[https://en.wikivoyage.org/wiki/Little_Rock Little Rock, Arkansas], wikivoyage.org {{Commonscat|Little Rock, Arkansas}} {{coord|34|44|47.46|N|92|17|17.9|W|type:city|display=t}} == Keldur == {{Reflist|refs= <ref name="kelda-1">[https://data.census.gov/cedsci/all?q=Little%20Rock%20&g=1600000US0541000&tid=ACSDP1Y2018.DP05&layer=VT_2018_160_00_PY_D1&cid=DP05_0001E&vintage=2018 data.census.gov]</ref> }} {{USAstubbi}} {{Høvuðsstaðir hjá deilstatunum í USA}} [[Bólkur:Býir í Arkansas]] ph13swutm92xuftvrciegzt7c8ltj7g Donald Trump 0 16181 388109 385814 2026-05-16T03:15:42Z InternetArchiveBot 24584 Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5 388109 wikitext text/x-wiki {{infobox/article/human|signature=Donald Trump (Presidential signature).svg}} '''Donald John Trump, Sr.''' (f. [[14. juni]] [[1946]] í [[New York City]], [[New York]] í [[USA]]) er forseti í USA, valdur fyri [[Republikanski Flokkurin|Republikanska flokkin]] á forsetavalinum í [[USA]] í november 2024. Hann var eisini forseti frá 2016–2020. Trump er ytst á [[Høgrahallur politikkur|høgravonginum]] í USA. Donald Trump, sum fyrst og fremst varð kendur sum eitt úrslit av bakgrund hansara innan handilsheimin frá [[1970-árini|1970-árunum]] og frameftir, var vertur fyri reality-sjónvarpsrøðina ”The Apprentice”, sum koyrdi frá 2004-2015, og sum hann sjálvur var við til at framleiða. Harumframt botnar populariteturin hjá Donald Trump, sum ikki hevur havt nakra serliga politiska fortíð, eisini í, at hann verður sæddur sum eitt mótrák ímóti tí etableraðu politisku skipanini í [[Washington DC|Washington]]. Trump hevur tikið USA úr París-avtaluni, og hansara atfinningar móti [[NATO]] hava viðført, at hini limalondini nú eru meira til reiðar at rinda meira fyri limaskapin, enn tey hava gjørt frammanundan. USA hevur rindað alt for stóran part í mun til hini londini, heldur Trump.<ref>http://edition.cnn.com/2017/06/01/politics/trump-paris-climate-decision/index.html</ref><ref>http://edition.cnn.com/2017/06/29/politics/nato-members-increase-defense-spending/index.html</ref> Bert fýra ferðir í søguni hjá USA er tað komið fyri, at ein forseti verður koyrdur fyri ein ríkisrætt. Trump er tann einasti, sum hevur upplivað hetta tvær ferðir. Hann er eisini fyrsti fyrrverandi forseti í amerikanskari søgu, sum er ákærdur fyri [[lógarbrot]]. ==Forsetavalið== ''Høvuðsgrein: [[Forsetavalið í USA 2016]]'' [[Mynd:2016_Presidential_Election_by_County.svg|thumb|left|220px|'''Úrslitið av forsetavalinum'''</br>{{legend|#e73e21|Donald Trump.}} {{legend|#0000FF|Hillary Clinton.}}]] Útnevningin av Republikanska forsetavalevninum fór fram, tá Republikanski flokkurin hevði konvent í [[Ohio]] 18.-21. juli 2016. Trump fekk ikki stuðul frá týðandi persónum í Republikanska flokkinum. Hvørki [[Jeb Bush]], [[George H. W. Bush]] ella [[George W. Bush]] søgdu seg vilja atkvøða fyri Donald Trump til forsetavalið. Tað er brot á siðvenjuna í USA, tí fyrrverandi [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetar]] plaga at stuðla valevninum hjá flokkinum. Eisini aðrir framstandandi republikanarar noktaðu at stuðla honum, t.d. [[Mitt Romney]] og [[John McCain]].<ref>http://www.cnn.com/2016/05/05/politics/mitt-romney-skips-republican-convention/</ref>

 Vinnarin av [[Forsetavalið í USA 2016|forsetavalinum 2016]] gjørdist Donald Trump, meðan [[Hillary Clinton]] tapti. ==Politikkur== Í januar 2016 gjørdi Trump greitt, at hann ynskti at seta forboð fyri, at [[muslimar]] sluppu inn í Amerika, og eitt av kendastu lyftum hansara var at byggja ein stóra múr millum USA og [[Meksiko]]. Donald Trump segði eisini, at hann fór at vísa fleiri milliónum ólógligum innflytarum úr landinum, um hann gjørdist amerikanskur forseti á valinum 8. november 2016.<ref>{{Cite web |title=Archive copy |url=http://www.cfr.org/campaign2016/donald-trump/on-immigration |access-date=2016-05-30 |archivedate=2017-02-05 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20170205113607/http://www.cfr.org/campaign2016/donald-trump/on-immigration }}</ref> Trump skeyt upp undir valstríðnum, at tollgjaldið á kinesiskar vørur skuldi hækka upp til 45 prosent, og skuldsetti [[Kina]] fyri at føra búskaparligt kríggj móti USA, og fyri at taka amerikansk arbeiðspláss.<ref>http://www.express.co.uk/news/world/666969/China-urges-USA-rational-Trump-Republican-front-runner-US-elections</ref> Hann er ímóti, at [[samkynd]] kunnu ganga í [[Samkynt hjúnaband|hjúnaband]],<ref>http://thehill.com/blogs/ballot-box/presidential-races/246387-trump-im-for-traditional-marriage</ref> og hann er eisini ímóti fríari [[Fosturtøka|fosturtøku]]. Trump ætlar at ógilda heilustrygdarskipanina Obamacare, sum [[Barack Obama]], forseti, setti í verk.<ref>https://www.nytimes.com/2017/09/27/us/politics/trump-obamacare-repeal.html</ref> Hann hevur eisini lovað at avtaka tær lógir, ið Barack Obama setti í verk, ið loyva børnum av ólógligum tilflytarum at vera verandi í landinum. ===DACA=== Tann 4. september í 2017 kunngjørdi Donald Trump at hann vildi avtaka skipanina, DACA. DACA (''Deferred Action for Childhood Arrivals'') er ein skipan sum fyrrverandi amerikanski forsetin, [[Barack Obama]] setti í verk. Skipanin verjir børn, ið eru komin ólógliga til USA við foreldrum sínum. Skipanin DACA ger tað lættari hjá hesum fólkunum at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í USA. Trump, ið arbeiðir fyri at herða reglurnar um tilflytarar í USA kunngjørdi sostatt at hann vildi avtaka hesa skipanina. Hetta hevur fingið øði í nógv fólk, serliga tey umleið 800,000 fólkini, ið eru umfataði av DACA skipanini.<ref>http://www.cnn.com/2017/09/05/politics/daca-trump-congress/index.html</ref> ===Innferðarforboð=== [[File:Trump 'It's not a Muslim ban'.webm|thumb|right|260px|]] Umstrídda innferðarbannið hjá amerikanska forsetanum móti seks londum í [[Afrika]] og [[Miðeystur|Miðeystri]], varð sett í verk 30. juni 2017. Innferðarbannið fevnir um borgarar frá [[Libya]], [[Iran]], [[Somalia]], [[Sudan]], [[Sýria]] og [[Jemen]]. Hetta eru alt lond, har meginparturin av íbúgvunum eru [[muslimar]]. Upprunaliga var [[Irak]] eisini fevnt av innferðarbanninum, men hetta varð broytt aftur. Trump gjørdi longu í januar eina fyriskipan um at seta innferðarbann í verk, men síðan tá hevur málið verið aftur og fram í ymsum dómstólum, sum hava sett fyriskipanina úr gildi.<ref>http://www.bbc.com/news/world-us-canada-41382585</ref> Fyrr var innferðarbannið vent einans móti muslimskum londum. Men við at seta [[Norðurkorea]], [[Venesuela]] og [[Kjad]] á listan í sept. 2017, hevur Trump víðkað listan til eisini at umfata lond, ið ikki eru muslimsk. “At gera Amerika trygt hevur mína fyrstu raðfesting. Vit vilja ikki loyva fólkum inn í landið, sum vit ikki kunnu trygdarkanna,” skrivaði Trump á [[Twitter]], tá umsiting hansara hevði kunnað um nýggja innferðarbannið. Londini á listanum verða viðgjørd eitt sindur ymisk, tí tað er ikki beinleiðis bann móti borgarum úr øllum londum, men meira, at hesir skulu kannast nærri. Til dømis eru allir norðurkoreanar raktir av banninum, meðan tað er møguligt hjá einum lesandi úr Iran at koma inn í landið eftir at verða kannaður nærri. Hóast afrikanska landið Kjad samstarvar við USA í [[Kríggið Móti Yvirgangi|Stríðnum Móti Yvirgangi]], so hevur landið ikki latið neyðugar upplýsingar um yvirgang til USA. Tað er orsøkin til at Trump ikki longur vil geva borgarum í Kjad ferðafólkavisum. Veikast er bannið móti Venesuela. Tað er bert ávís embætisfólk og familjur teirra, ið verða sýtt atgongd til USA.<ref>https://www.wsj.com/articles/u-s-adds-north-korea-venezuela-and-chad-to-list-of-nations-facing-travel-restrictions-1506296004</ref> ===París-sáttmálin=== [[File:President Trump Makes a Statement Regarding the Paris Accord.webm|thumb|right|260px|Trump tekur USA úr París-avtaluni, 1. juni 2017.]] Donald Trump forseti hevur 1. juni 2017 tikið avgerð um at taka USA úr [[París-sáttmálin|París-veðurlagsavtaluni]]. París-avtalan frá 2015 leggur upp til, at [[Globala upphitingin|upphitingin]] av jørðini skal haldast undir 1,5-2 stigum. Men avtalan er í sjálvum sær ikki nóg mikið at náa málinum, og hon er heldur ikki bindandi [[løgfrøðiliga]].<ref>https://www.nytimes.com/2017/06/01/climate/trump-paris-climate-agreement.html</ref> Ráðharrarnir í stjórnini eru ójavnir á máli um altjóða veðurlagsavtaluna. [[Steve Bannon]], ráðgevi hjá forsetanum, hevur roynt at sannføra Trump um at taka seg burtur úr avtaluni, men [[Rex Tillerson]], uttanríkisráðharri, og dóttir Trump, [[Ivanka Trump|Ivanka]], mæla til, at USA skal halda seg til avtaluna.<ref>http://www.washingtonexaminer.com/steve-bannon-and-scott-pruitt-beat-kushner-tillerson-and-ivanka-on-paris-agreement/article/2624758</ref> "Fyrrverandi stjórnin skoytti ikki um arbeiðarar, tá hon setti lógir í gildi. Vit kunnu verja umhvørvið, samstundis sum vit loyva fólki at arbeiða", segði Donald Trump, tá hann skrivaði undir nýggju kunngerðina. Millum átøkini, ið eru strikað, er eisini Clean Power Plan, ið hevði til endamáls at tryggja, at statirnir í USA tálmaðu CO<sub>2</sub> útlatið soleiðis, at USA megnaði at liva upp til París-sáttmálan. Clean Power ætlanin hevur tó ikki verið virkin síðani 2016, tí at [[amerikanski hægstirættur]] skuldi avgerða, um hvært ætlanin var í stríð við [[amerikansku grundlógina]]. Fyriskipanin ógildar eisini eitt forboð at leita eftir [[kol]]i í nýggjum námum. Forsetin segði, “at við hesum varð støðgur settur fyri ágangin á kol og arbeiðsdrepandi reglugerðum”.<ref>http://www.telegraph.co.uk/news/2017/06/01/trump-pull-paris-accord-seek-better-deal/</ref> ===Múrurin=== [[File:A Message from President-Elect Donald J. Trump.webm|thumb|right|260px|21. nov. 2016 kunngjørdi Donald Trump hvat hann ætlar sær at gera fyrstu 100 dagarnar, hann er [[Forseti Sambandsríki Amerika|forseti]].]] Hann er kendur fyri sínar ætlanir um at byggja ein múr á markinum millum USA og [[Meksiko]]. Meksikanski forsetin, [[Enrique Peña Nieto]], hevur í januar 2017, í kjalarvørrinum av at Trump hevur sagt, at múrurin ímillum USA og Meksiko verður bygdur heilt skjótt, og at Meksiko skal gjalda 100% av byggikostnaðinum, boðað frá, at land hansara ikki fer at rinda fyri nakran múr. “Vit eru miðskeiðis í einari kreppu á syðra markinum. Tí er umráðandi, at vit betra um trygdina í báðum londunum. Ein [[tjóð]] uttan landamørk er ongin tjóð. Og í dag taka vit stýringina av okkara marki aftur. Vit bjarga túsundvís av fólki, skapa milliónir av arbeiðsplássum og vinna milliardir av dollarum”, segði Trump forseti millum annað í hesum sambandi.<ref>http://www.cnn.com/2017/01/25/politics/mexico-president-donald-trump-enrique-pena-nieto-border-wall/index.html</ref> [[Republikanski Flokkurin|Republikanarar]] í [[Senatið í USA|Senatinum]] hava boðað frá, at [[Kongressin í USA|Kongressin]] ætlar at halda fram við ætlanini, og at hon kemur at kosta millum 12 og 15 milliardir dollarar.<ref>http://www.politico.com/story/2017/07/11/gop-fund-trump-border-wall-240418</ref> Markið millum USA og Meksiko er 3.200 kilometrar langt. Donald Trump hevur í januar [[2017]] kunngjørt, at hann ætlar sær at seta 5,000 markavaktir aftrat í starv og at trýfalda talið av immigratións- og tollvalds arbeiðsfólkum.<ref>{{Cite web |title=Archive copy |url=http://money.cnn.com/2017/03/03/news/economy/hiring-immigration-agents-ice/index.html |access-date=2017-10-03 |archivedate=2017-10-01 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20171001203934/http://money.cnn.com/2017/03/03/news/economy/hiring-immigration-agents-ice/index.html }}</ref> Trump hevur aftur og aftur brúkt Meksiko sum evni í sínum røðum gjøgnum valstríðið í 2016. Aftur og aftur hevur hann tosað um at byggja ein múr á markinum millum USA og Meksiko fyri at forða fyri ólógligari innflyting og narkobrotsverkum. Hann fer eisini at senda fólk uttan pappírir út úr landinum. “Vit hava vart landamørk uttanlands, meðan land okkara er fylt við [[Rúsevni|rúsevnum]] og kriminellum tilflytarum. Soleiðis fer tað ikki at vera framyvir”, helt Trump millum annað fyri í Kongressini í februar 2017.<ref>{{Cite web |url=https://www.whitehouse.gov/the-press-office/2017/02/28/remarks-president-trump-joint-address-congress |title=Archive copy |accessdate=2017-10-03 |archive-date=2017-12-11 |archive-url=https://web.archive.org/web/20171211120427/https://www.whitehouse.gov/the-press-office/2017/02/28/remarks-president-trump-joint-address-congress |dead-url=yes |archivedate=2017-12-11 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20171211120427/https://www.whitehouse.gov/the-press-office/2017/02/28/remarks-president-trump-joint-address-congress }}</ref> ===Norðurkorea=== [[File:President_Donald_J._Trump_welcomes_President_Moon_Jae-in_of_the_Republic_of_Korea_to_the_White_House_(35520219101).jpg|thumb|right|260px|30. juni 2017 hevði forsetin vitjan úr [[Suðurkorea]] í [[Washington DC|Washington]].]] Leiðarin í [[Norðurkorea]], [[Kim Jong-un]], segði í nýggjársrøðu síni 1. januar 2017, at landið er komið væl áleiðis í royndunum at menna rakettir, ið kunnu røkka allan vegin til norðuramerikanska meginlandið. Hesi orðini hava fingið Trump til at svara aftur: “Norðurkorea hevur júst sligið fast, at landið er við at leggjá síðstu hond á kjarnorkuvápn, ið kunnnu røkka til USA. Tað fer ikki at henda!”, skrivaði Trump á [[Twitter]] mánakvøldið 2. januar amerikanska tíð. Twitter dagføringin hjá Trump kemur í hølunum á einari fráboðan frá amerikanska verjumálaráðnum, [[Pentagon]], ið fyrr um dagin hevði ávarað Norðurkorea. Talan er um sonevndar ICBM-rakettir, ella ''Intercontinental Ballistic Missiles''. Hetta eru rakettir, ið røkka millum 5,500 og 9,000 km. Frástøðan frá [[Kalifornia]], ið liggur á amerikansku vesturstrondini, til Norðurkorea er á leið 9,000 km.<ref>http://thehill.com/homenews/administration/312428-trump-on-north-korea-missile-threat-it-wont-happen</ref> Norðurkorea hevur seinni ført fram, at um hálvan august 2017 er landið til reiðar at senda rakettir við spreingievni, sum skulu bresta tætt við amerikansku oynna [[Guam]]. Hendan hóttanin fekk amerikanska forsetan at hótta aftur við "fire and fury" (føroyskt: eldi og vreiði).<ref>http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/trump-svarar-aftur-vid-eldi-og-vreidi/?L=rzowcofulgmpffd%252527A%25253D0&cHash=68681f7e8191b2bd9e9b11088aea595d</ref><ref>http://www.cnn.com/2017/09/17/politics/nikki-haley-north-korea-un-cnntv/index.html</ref> 
“Allir møguleikar verða umhusaðir viðvíkjandi Norðurkorea”, sigur amerikanski forsetin, eftir at Norðurkorea aftur hevur framt eina royndarspreinging við eini langtrøkkandi rakett í august 2017. Norðurkoreanska rakettin, sum varð skotin út 29. august, fleyg yvir japanskum øki og lendi á sjónum. Tað er fyrstu ferð síðani 2009, at Norðurkorea hevur sent rakett yvir japonskum øki.<ref>http://www.cnn.com/2017/08/28/politics/north-korea-launch-unidentified-projectile/index.html</ref> Amerikanski forsetin hevur sagt um norðurkoreanska [[einaræði]]sharran Kim Jong-un, at hann er á eini sjálvmorðsferð, og Trump hevur hótt við at leggja Norðurkorea í oyði um [[Guam]] ella sameind lond í [[Ásia]] verða álopin.<ref>http://www.cnn.com/2017/09/18/politics/donald-trump-un-speech-iran-north-korea/index.html</ref> ===Islamski Staturin=== [[File:Aerial Footage of MOAB Bomb Striking Cave, Tunnel System.webm|thumb|right|260px|Omanfyri kanst tú síggja videoupptøku av MOAB-bumbuálopinum.]] Donald Trump sigur, at [[Islamiskur Statur]] og aðrir islamiskir yvirgangsfelagsskapir slátra leypandi [[kristin]] í teirra lokalsamfelagi sum ein part av teirra globala [[jihad]]. “Hesir yvirgangsmenn og teirra regionala og heimsumfatandi netverk skal útruddast av jarðarinnar yvirflatu. Hetta er ein missión, sum vit vilja fremja saman við teimum, sum elska frælsi”, segði Trump 20. des. 2017.<ref>http://abcnews.go.com/International/truck-drives-public-square-berlin-injuring-pedestrians/story?id=44287616</ref> 13. apríl 2017 tveittu amerikanarar eina sonevnda MOAB-bumbu í [[Afganistan]]. MOAB-bumban er sterkasta bumban, sum ikki er [[kjarnorkuvápn]], ið USA eigur. Bumban, sum gongur undir navninum "Mother Of All Bombs", hevur almenna heitið GBU-43/B Massive Ordnance Air Blast Bomb. Bumban inniheldur umleið 11 tons av TNT. Bumban varð tveitt úr einum serligum Hercules flogfari, og hetta er fyrstu ferð, at amerikanarar brúka bumbuna. Sambært amerikanskum myndugleikum doyðu 36 hermenn hjá IS í bumbuálopinum. Bumban, ið vigar næstan tíggju tons, varð fyrst roynd í 2003, men er ongantíð nýtt í krígsførslu fyrr.<ref>https://www.nytimes.com/2017/04/13/world/asia/moab-mother-of-all-bombs-afghanistan.html</ref> “Vit royndu at raka eina tunnilsskipan, ið ISIS hermenn nýta til at ferðast aftur og fram í, ið ger tað lættari hjá teimum at loypa á amerikanskar hernaðarráðgevar og afganskar herdeildir í økinum”, segði [[Sean Spicer]], talsmaður úr [[Hvíta Húsið|Hvítu Húsunum]]. Hann legði aftrat, at fyrivarni varð tikið, soleiðis at sivilfólk ikki vórðu rakt av spreingini.<ref>http://www.businessinsider.com/spicer-mother-of-all-bombs-2017-4</ref> === Fíggjar- og búskaparpolitikkur

=== [[File:Trump_Melbourne_rally_announcement_image.jpg|thumb|right|260px|Ein valplakat í [[Florida]].]] Undir valstríðnum segði Trump at avtalur sum t.d. [[NAFTA]], ið er eitt slag av heimamarknaði millum USA, [[Kanada]] og [[Meksiko]], og [[TPP]], kosta amerikonsk arbeiðspláss. Hann er ímóti fríhandilsavtalum sum TPP, TTIP og NAFTA, sum hann heldur kosta amerikansk arbeiðspláss. Hetta er í stríð við vanliga politikkin hjá [[Republikanski Flokkurin|Republikanska flokkinum]].<ref>http://www.independent.co.uk/news/world/americas/donald-trump-tpp-nafta-president-trade-deals-mexico-canada-china-executive-order-a7541611.html</ref> ====Trans-Pacific Partnership (TPP)==== Amerikanski forsetin hevur við fyriskipan 23. januar 2017 tikið USA úr eini nýggjari fríhandilsavtalu, [[Trans-Pacific Partnership]] (TPP), sum fleiri lond við [[Kyrrahavið]], teirra millum [[Japan]] og [[Avstralia]], høvdu gjørt við USA, Kanada og Meksiko. Undir valstríðnum fanst Trump harðliga at TPP-avtaluni, og segði millum annað at hon var "ræðulig" og at hon "neyðtók Amerika" og flutti arbeiðspláss til lond við lægri lønarlagi. Ístaðin fara vit at royna at fáa rættvísar, sínámillum handilsavtalur í lag, sum fáa arbeiðspláss og fyritøkur aftur á amerikanska jørð," sigur Trump.<ref>http://www.cnn.com/2017/01/23/politics/trump-tpp-things-to-know/index.html</ref> Fyrrverandi forsetin, [[Barack Obama]], stuðlaði avtaluni, sum tó manglaði endaliga góðkenning í [[Senatið í USA|Senatinum]]. ====Skattapolitikkur==== * Fremja størstu skattalækkan síðani [[Ronald Reagan]] var forseti
.<ref>http://www.foxbusiness.com/markets/2017/09/18/tax-rate-cheat-sheet.html</ref> * Partafelagsskatturin skal skerjast úr 35 niður í 15 prosent fyri at eggja virkjum at flyta vinnuframleiðsluna aftur til [[USA]].<ref>http://www.npr.org/2016/11/09/501451368/here-is-what-donald-trump-wants-to-do-in-his-first-100-days</ref> * Hann ætlar at minka skattin á lægstu inntøkunum. * Hann vil ikki hækka skattin hjá teimum ríkastu. * Hann sigur seg vilja hækka minstulønina til 10 dollarar um tíman.
<ref>http://www.cnn.com/2016/07/27/politics/donald-trump-minimum-wage/index.html</ref> * Hann gongur inn fyri hækkaðum tolli mótvegis handilspartnarum.
 ===Vápnaeftirlit=== [[File:Donald_Trump_remarks_at_National_Rifle_Association_Leadership_Forum..webm|thumb|right|260px|Trump heldur talu til [[National Rifle Association of America]].]] Trump vil ikki hava strangari vápnaeftirlit, og hann vil geva fleiri loyvi at bera fjald [[skotvápn]] í teimum statunum, sum loyva tí.
 Hann er ein sterkur stuðul av vápnalógini í USA (Second Amendment) og hevur millum annað skotið upp, at lærarar eiga at kunna bera skotvápn, fyri at forða fyri hópdrápum á skúlum.<ref>{{Cite web |url=https://www.whitehouse.gov/the-press-office/2017/04/28/remarks-president-trump-national-rifle-association-leadership-forum |title=Archive copy |accessdate=2017-10-03 |archive-date=2017-10-04 |archive-url=https://web.archive.org/web/20171004004159/https://www.whitehouse.gov/the-press-office/2017/04/28/remarks-president-trump-national-rifle-association-leadership-forum |dead-url=yes |archivedate=2017-10-04 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20171004004159/https://www.whitehouse.gov/the-press-office/2017/04/28/remarks-president-trump-national-rifle-association-leadership-forum }}</ref> ===Heilsupolitikkur=== Heilsutrygdin [[Obamacare]] skal strikast, og í staðin skal ein onnur skipan gerast, bygd á frælsa marknaðin. Inngjaldið til hesa heilsutænastuna skal kunna dragast frá í skatti. Hann tekur ikki undir við, at allir amerikanarar skulu tvingast við lóg til at hava egna sjúkratrygging. Donald Trump hevur lovað at geva øllum krígsveteranunum viðgerð á hægsta stigi.<ref>http://www.latimes.com/nation/nationnow/la-na-veterans-medical-20170812-story.html</ref> ===Útbúgvingapolitikkur=== * Strika Common Core: Common Core er eitt altjóða akademisk standardmál fyri [[støddfrøði]] og [[Enskt mál|enskan]] málførleika. Trump ynskir í staðin, at lærukravið skal spretta úr statunum sjálvum.
<ref>http://www.npr.org/2016/11/09/501451368/here-is-what-donald-trump-wants-to-do-in-his-first-100-days</ref> * Frítt skúlaval: Trump hevur sagt, at hann var heppin, við tað at familjan hevði ráð at senda hann á ein góðan skúla. Hann ynskir, at allir amerikanarar skulu fáa sama møguleika.<ref>http://www.npr.org/2016/11/09/501451368/here-is-what-donald-trump-wants-to-do-in-his-first-100-days</ref> ===Uttanríkispolitkkur=== [[File:President_Donald_Trump_and_Prime_Minister_Benjamin_Netanyahu_Joint_Press_Conference,_February_15,_2017_(02).jpg|thumb|right|260px|Trump við [[Benjamin Netanyahu]], 2017.]] Egnu áhugamálini hjá USA skulu setast fremst. Teir sameindu mugu bera ein størri part av kostnaðinum av síni egnu [[Hernaðarliga verjan|verju]]. Samstundis lovar hann at herða [[Stríðið Ímóti Yvirgangi]]. Donald Trump gongur inn fyri at økja stuðulin til [[Ísrael]], og hann vil eisini hava nýggjar samráðingar um atomavtaluna við [[Iran]]. Harumframt sigur hann at [[NATO]]-londini skulu økja teirra hernaðarútreiðslur, áðrenn tey kunnu rokna við at fáa stuðul úr USA til hernaðarlig átøk.<ref>http://www.cnn.com/2016/07/27/politics/donald-trump-nato-allies/index.html</ref> ====Guantánamo==== Hann ætlar sær eisini at varðveita [[Guantánamo fangalegan|fangaleguna í Guantánamo-víkini]] og at lata amerikanska herin sleppa at brúka vatntortur aftur.<ref>http://www.bbc.com/news/world-us-canada-38753000</ref> ====NATO==== “Vit stuðla [[NATO]], sum er vorðið til sum ein fylgja av tveimum heimsbardøgum, og sum hevur barst ímóti [[Kommunisma|kommunismu]]. Men okkara sameindu mugu eisini rinda sín part av gildinum. Og tað eru teir farnir at gera. Pengarnir streyma inn. Mítt arbeiði er ikki at umboða allan heimin. Eg skal umboða USA”, segði Trump 28. februar 2017.<ref>{{Cite web |url=https://www.whitehouse.gov/the-press-office/2017/02/28/remarks-president-trump-joint-address-congress |title=Archive copy |accessdate=2017-10-03 |archive-date=2017-12-11 |archive-url=https://web.archive.org/web/20171211120427/https://www.whitehouse.gov/the-press-office/2017/02/28/remarks-president-trump-joint-address-congress |dead-url=yes |archivedate=2017-12-11 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20171211120427/https://www.whitehouse.gov/the-press-office/2017/02/28/remarks-president-trump-joint-address-congress }}</ref> ==Álopið á Kongressina== [[File:2021_storming_of_the_United_States_Capitol_DSC09254-2_(50820534063)_(retouched).jpg|thumb|right|260px]] Hóast allar uppteljingarnar vístu, at [[Joe Biden]] hevði vunnið í 2020, vildi Donald Trump ikki góðkenna valúrslitið, sum hann segði var stolið. Hann segði eisini væl undan valinum, at gjørdist valúrslitið ein ósigur fyri hann, fór hann ikki at góðtaka tað, tí tá hevði verið svikað. Og tá [[Kongressin í USA|Kongressin]] so skuldi góðkenna valúrslitið, heitti Trump á amerikanarnar um at koma til høvuðsstaðin at mótmæla og steðga góðkenningini av valúrslitinum. [[Álopið á Kongressina 6. januar 2021|6. januar 2021]] helt Trump røðu fyri viðhaldsfólki sínum í [[Washington DC]], har hann heitti á tey um at "berjast sum fanin". Mótmælisfólkini trokaðu seg sama dag inn í Kongressina. Fimm fólk doyðu í sambandi við uppreisturin. Fleiri vórðu særd, harav 138 politistar. Yvir 600 fólk eru síðani ákærd fyri gerðir teirra hendan dagin. Forðað varð tó fyri ringastu avleiðingum av hesum í seinastu løtu, tá [[Mike Pence]] varaforseti valdi - ímóti boðunum frá Trump - at halda seg til lógina og góðkendi valúrslitið. Tríggjar tímar og sjey minuttir eftir at álopið byrjaði sendi Trump eina video út, har hann rósti uppreistrarfólkunum og kallaði tey “very special” men bað tey so kortini rýma, tá eingin útvegur var fyri at steðga góðkenningini av valúrslitinum. Trump varð eftir uppreisturin 6. januar settur fyri ein [[ríkisrætt]] í [[Umboðsmannatingið í USA|Umboðsmannatinginum]]. Har var hann skuldsettur fyri at hava elvt til álopið. 57 av teimum 100 senatorunum atkvøddu fyri at døma Trump, meðan 43 atkvøddu ímóti. Hóast ein meiriluti atkvøddi fyri at døma fyrrverandi forsetan, skulu minst tveir triðingar, 67 senatorar atkvøða fyri, um forsetin skal dømast og tí varð hann ikki dømdur. ==Rættarmál== [[File:Donald_Trump_mug_shot.jpg|thumb|right|260px]] Í mars 2023 varð hann ákærdur í máli í [[New York]] um at hava goldið fyrrverandi pornostjórnu pening fyri at tiga. Í 2019 varð Trump alment lagdur undir at hava neyðtikið [[E. Jean Carroll]] í einum passirúmi í vøruhúsinum Bergdorf Goodman í New York miðskeiðis í [[1990-árini|90unum]]. Trump var í einum rætti í New York í mai 2023 dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á rithøvundan Carroll og fyri at hava ærumeitt hana, tá hann sýtti fyri, at hetta nakrantíð var hent. Í juni í 2023 varð ákæra reist móti Trump um m.a. misrøkt av loyniligum skjølum, sum hann skuldi havt tikið við sær úr [[Tað hvíta húsið|Hvítu húsunum]], tá hann fór frá sum foresti í 2021. Fólk úr samveldisløgregluni, [[FBI]], gjørdu í august 2022 húsarannsókn í Mar-a-Lago – bústaðin hjá Trump í [[Florida]] – har tey funnu fleiri kassar við loyniligum skjølum, ið Trump ikki hevði heimild til at taka við sær, tá hann fór frá sum forseti. Ákærar í [[Georgia (USA)|Georgia]] ákærdu í august 2023 Trump fyri 13 møgulig lógarbrot í samband við eitt mál um eina roynd at broyta úrslitið av forsetavalinum, sum var í november 2020. Talan er um søguligu bandaðu uppringing hansara til valovastan í statinum Georgia, har Trump heitti á hann um at finna góðar 11,780 atkvøður, soleiðis at hann vann valið í statinum.  == Keldur == <references/> {{Amerikanskir forsetar}} [[Bólkur:Forsetar í USA]] [[Bólkur:Vinnulívsfólk úr USA]] [[Bólkur:Amerikanskir sjónvarpsvertir]] [[Bólkur:Amerikanskir politikarar]] [[Bólkur:Føðingar í 1946]] ghjtpwmo8ni1ti33hiq13o1gy7658oi Emma Bunton 0 28252 388110 386561 2026-05-16T03:59:01Z InternetArchiveBot 24584 Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5 388110 wikitext text/x-wiki '''Emma Lee Bunton''' (fødd [[21. januar]] [[1976]] í [[Finchley]]) er ein [[Stóra Bretland|ensk]] songkvinna. Hon er eisini kend sum '''Baby Spice''' frá gentutónleikabólkinum [[Spice Girls]]. == Útgávur == === Album === * [[2001]] - ''A Girl Like Me'' * [[2004]] - ''Free Me'' * [[2006]] - ''Life in Mono'' == Ávísing úteftir == * [http://emmabuntonofficial.com/ Emma Bunton] {{Webarchive|url=https://web.archive.org/web/20121221055029/http://www.emmabuntonofficial.com/ |date=2012-12-21 }} {{DEFAULTSORT:Bunton, Emma}} {{stubbi}} {{Commonscat}} [[Bólkur:Føðingar í 1976]] [[Bólkur:Enskar songkvinnur]] [[Bólkur:Spice Girls]] 1xke6xw5x5t6br387jl9zyr1kil2i4i Barbie 0 30392 388108 387591 2026-05-16T00:45:20Z InternetArchiveBot 24584 Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5 388108 wikitext text/x-wiki [[File:BARBIE LOGO alt.svg|thumb|Eyðkennismerkið Barbie]] '''Barbie''' er ein mótadukka, ið er framleidd av amerikonsku leikafyritøkuni [[Mattel, Inc]]. Dukkan kom fyrst á marknaðin í [[1959]]. Amerikanska vinnulívskvinnan [[Ruth Handler]] skapti dukkuna, eftir sniðinum av einari týskari dukku, ið nevndist [[Bild Lilli]]. == Søgan == [[Ruth Handler]] eygleiddi dóttir sína Barbaru spæla sær við pappírsdukkur og legði merki til, at henni ofta dámdi at geva dukkunum vaksnar leiklutir. Á teimum døgum vóru flestar dukkur til børn sniðgivnar eftir nýføðingum. Tá Ruth innsá hetta gloppið í leikamarknaðinum, luftaði hon hugskotið, um eina dukku í kvinnukroppi, við mann sín Elliot. Elliot var við til at stovna leikafyritøkuna Mattel. Elliot var ikki serliga heitur fyri hugskotinum, og tað sama var við leiðsluni í [[Mattel]]. Tá Ruth var á einum ferðalagi í [[Evropa]] í [[1956]] við børnum sínum, Barbaru og Kenneth, sá hon týsku dukkuna [[Bild Lilli]]. Hendan dukkan, við tí vaksna kroppsforminum, var júst tað, ið Ruth hevði hugsað fyri sær. Ruth keypti tríggjar dukkur. Hon gav dóttur síni eina, men vísti hinar báðar til Mattel. Dukkan Lilli varð bygd á einum kendum teknirøðsfiguri, sum javnan var víst í myndarøð í týska dagblaðnum ''Die Bild-Zeitung''. Lilli var ein blond kjarnakvinna, ein arbeiðskvinna, ið visti hvat hon vildi, og misbrúkti gjarna menn til at fáa sín vilja. Dukkan Lilli varð fyrst seld í [[Týskland]]i í [[1955]], men varð upprunaliga bert seld til vaksin. Hon gjørdist tó umtókt ímillum børn, ið dámdu at lata hana í tey ymsu klæðini, ið kundu keypast afturat dukkuni sjálvari. Tá Ruth koma aftur til [[USA|Amerika]], fór hon at sniðgeva eina dukku eftir ímynd Lilli. Nýggja dukkan fekk navnið ''Barbie'' eftir dóttur Ruth, sum æt Barbara. Barbie var fyrstu ferð at síggja á amerikansku leikastevnuni í New York tann [[9. mars]] [[1959]]<ref>http://jwa.org/thisweek/mar/09/1959/ruth-mosko-handler Heintað 19.03.2015</ref>. Hendan dagseting er eisini brúkt sum føðingardagur Barbie. Mattel keypti rættindini til [[Bild Lilli]] í [[1964]], og varð øll framleiðsla steðgað. Fyrsta Barbie-dukkan var ílatin eina svarta og hvíta, sebra-stríputa svimjidrakt, og hevði hárið í einum hestahala. Fyrsta dukkan var at fáa bæði sum ljóshærd og myrkhærd. Dukkan var lýst sum "tannáringamodell", og vóru klæðir hennara sniðgivin av mótasniðgeva Mattel, Charlotte Johnson. Fyrstu dukkurnar vórðu framleiddar í [[Japan]], og klæðir teirra hondseymaðar av japanskum arbeiðskvinnum. Umleið 350&#8239;000 Barbie-dukkur vórðu seldar tað fyrsta árið, tær vóru framleiddar. [[File:Indian girl playing with Barbie dolls in a gated middle-class community in Bangalore.jpg|thumb|Ein indisk smágenta spælir sær við Barbie.]] Ruth Handler metti tað vera týdningarmikið, at Barbie hevði eitt vaksið útlit, og vístu tær fyrstu marknaðarkanningarnar, at summi foreldur vóru ónøgd við útsjónd dukkurnar. Serliga var tað bringan og tey týðiligu bróstini, ið teimum ikki dámdi. Útsjónd Barbie hevur verið broytt fleiri ferðir, tann kanska mest týðiliga í [[1971]], tá eyguni á dukkuni vórðu broytt til at hyggja beint fram og ikki til síðunar, sum á teimum upprunaligu dukkunum. Barbie var ein av fyrstu leikunum, ið hevði eina strategiska [[marknaðarføring]] við sjónvarpslýsingum. Nakað sum seinni var kopierað av øðrum leikum. Mett verður, at umleið ein milliard Barbie-dukkur hava verið seldar kring heimin í yvir 150 londum. Mattel helt tí fram í [[2006]] at ein Barbie-dukka verður seld onkrastaðni í heiminum hvørt triðja sekund.<ref>http://news.bbc.co.uk/2/hi/business/5370398.stm Heintað tann 19.03.2015</ref> Standardrøðin av Barbie-dukkunum og fylgilutum teirra er framleidd í skalanum 1/6, ið eisini verður kallað ''playscale''.<ref>http://miniatures.about.com/od/glossaryofminiatureterms/g/playscale.htm {{Webarchive|url=https://web.archive.org/web/20110707075027/http://miniatures.about.com/od/glossaryofminiatureterms/g/playscale.htm |date=2011-07-07 }} Heintað 19.03.2015</ref> Standarddukkurnar eru umleið 30 cm høgar. [[Mynd:Polaroid Barbie Pink Instant 600 Film Camera.jpg|thumb|Eitt Barbie Polaroid kamera er ein partur av stóra vørurvali Barbie.]] Barbie-vørurnar fevna ikki bert um eina røð av dukkum og fylgilutum teirra, men eisini eina stóra røð av Barbie-merktum vørum. Sum dømi kann takast bøkur, búnar, sminkur og telduspøl. Barbie hevur verið at sæð í sínari egnu teknifilmsrøð, eisini hevur hon ein smærri leiklut í filmunum ''[[Toy Story 2]]'' og ''[[Toy Story 3]]'' frá [[Pixar]]. Barbie er vorðin eitt mentanarikon og hevur fingið fleiri heiðrar, ið eru sjáldsamir í leikaverðini. Sum dømi kann nevnast, at í [[1974]] var ein partur av [[Times Square]] í stórbýnum [[New York City|New York]] nevndur ''Barbie Boulevard'' í eina viku, og í [[1985]] skapti listamaðurin [[Andy Warhol]] ein málning av eyðkendu dukkuni. Í [[2013]] opnaði so tann fyrsta "Barbie tema" matstovan, ið kallast "Barbie Café" í [[Teivan]].<ref>http://www.huffingtonpost.com/2013/01/30/barbie-cafe-taiwan_n_2581728.html Heintað tann 19.03.2015</ref> === 50 ára fagnaður === Í 2009 kundi Barbie fagna 50 ára føðingardag. Hátíðarhaldið innihelt ímillum annað eina mótaframsýning í [[New York City|New York]] á Mercedes-Benz mótavikuni.<ref>http://www.popsugar.com/beauty/Barbie-Fashion-Show-New-York-Fashion-Week-2009-2815685#photo-2815685 Heintað tann 19.03.2015</ref> Mótasýningin vísti fram klædnapløgg frá 50 væl kendum og umtóktum sniðgevum, har ímillum [[Diane von Fürstenberg]], [[Vera Wang]], [[Calvin Klein]], [[Bob Mackie]], og [[Christian Louboutin]].<ref>http://alldolldup.typepad.com/all_dolld_up/2009/02/runway-rundown-the-barbie-shows-50-designers-.html Heintað tann 19.03.2015</ref> == Uppspunnalív Barbie == Fulla navn Barbie er Barbara Millicent Roberts. Í einari røð av stuttsøgum, útgivnar av Random House í [[1960-árini|1960-árunum]], eru foreldur hennara søgd at eita George og Margaret Roberts, frá uppspunna býnum Willows í [[Wisconsin]].<ref>Lawrence, Cynthia; Bette Lou Maybee (1962). ''Here's Barbie''. Random House. OCLC 15038159.</ref> Í Random House stuttsøgunum gekk Barbie í miðnámskúlanum Willows High School, ímeðan ''Generation Girl'' bøkurnar, ið eru útgivnar av Golden Books í [[1999]], siga at hon gekk í miðnámskúlanum Manhattan International High School í [[New York City|New York]].<ref>http://nymag.com/nymetro/urban/family/features/2033/ Heintað 19.03.2015</ref> Barbie hevur sjeik (on-off), ið eitur [[Ken]], fulla navn Ken Carson. Ken er nevndur eftir soni Ruth Handler, ið eitur Kenneth. Ken var fyrstu ferð at síggja í [[1961]]. Í einum tíðindaskrivi frá Mattel í februar 2004, var boðað frá at Barbie og Ken høvdu avgjørt at farið hvør til sítt<ref>http://investor.shareholder.com/mattel/releasedetail.cfm?ReleaseID=128705</ref>, men í februar 2006 varð boðað frá at parið vónaðist eftir at kunna finna kærleikan aftur, aftaná at Ken hevði farið ígjøgnum eina "makeover".<ref>http://edition.cnn.com/2006/US/02/09/ken.barbie.reut/ Heintað 19.03.2015</ref> Barbie hevur havt yvir 40 húsdjór, harímillum kettur, hundar, hestar, pandabjørnir, leyvuunga, og eina sebra. Hon hevur átt eina breiða røð av akførum, harímillum ein ljósareyðan Corvette sportsbil, húsbilar og jeepar. Barbie er ein karrierukvinna, og er til dømis bæði flogkapteinur og flogterna. Arbeiðsval Barbie eru sniðgivin til at vísa, at kvinnur kunna taka sær fleiri leiklutir í lívinum, og eru arbeiðstitlar Barbie ímillum annað ''Miss Astronaut Barbie'' ([[1965]]), ''Doctor Barbie'' ([[1988]]) and ''Nascar Barbie'' ([[1998]]). Mattel hevur skapt fleiri felagar til Barbie, har ímillum kunnu teljast suðuramerikanska Teresa, afroamerikanska Christie og Steven (sjeikurin hjá Christie). Systkyni og systkinabærn Barbie eru ímillum onnur Skipper, Todd og Stacie (tvíburar), Kelly, Krissy og Francie. Barbie var væl við ein avstralskan surfara, ið æt Blaine, ímeðan tað var liðugt ímillum hana og Ken í [[2004]].<ref>http://money.cnn.com/2004/06/29/news/fortune500/mattel_barbie/ {{Webarchive|url=https://web.archive.org/web/20150420202419/http://money.cnn.com/2004/06/29/news/fortune500/mattel_barbie/ |date=2015-04-20 }} Heintað 19.03.2015</ref> == Trætumál == [[File:How to lose weight II.JPG|thumb|"Dont Eat" á baksíðu bókarinnar "How to Lose Weight"]] Trætur, ið standast av Barbie, fevna ofta óttan, ið stendur av at børn síggja Barbie sum eina fyrimynd, og at tey vilja líkjast henni. Tann mest vanliga trætan snýr seg, um at Barbie vísir eina órealistiska mynd av kvinnukroppinum, og gevur tað ungum kvinnum eina skeiva mynd av veruleikanum. Skal hetta økja um vandan fyri, at ungar gentur fara at royna at líkjast dukkuni og verða anoreksikar. Tá Háskúlasjúkrahúsið í [[Helsinki]] í [[Finnland|Finnlandi]] rannsakaði, hvussu mátini á Barbie høvdu verið, um dukkan var fulla stødd, var niðurstøðan at Barbie hevði manglað 17-22% av "bodyfat" til at kunna menstruera.<ref>http://news.bbc.co.uk/2/hi/uk_news/magazine/7920962.stm Heintað 19.03.2015</ref> Í [[1963]] komu fylgilutirnir "Barbie Baby.Sits" ið vóru klæðir og bókin ''How to Lose Weight (Hvussu Skalt tú tapa teg) við ráðinum'' "Don't Eat" (Ikki Eta).<ref>Sarah Sink Eames, ''Barbie Fashion: The complete history of the wardrobes of Barbie doll, her friends and her family, Vol. I, 1959–1967'', ISBN 0-89145-418-7</ref> Sama bók var eisini við í settinum "Slumber Party", saman við eini baðivekt, ið var fastsett á 50 kiloum (110 Ibs.) Slík vekt hevði gjørt eina kvinnu, við mátum Barbie í veruleikanum 15 kg í undirvekt.<ref>M.G. Lord, ''Forever Barbie'', Chapter 11 ISBN 0-8027-7694-9</ref> Í [[1997]] fekk Barbie eina breiðari miðju, sum Mattel segði at passaði betur til nútíðar mótasnið.<ref>http://news.bbc.co.uk/2/hi/business/32312.stm Heintað 19.03.2015</ref> "Litaða Francie" kom á marknaðin í [[1967]]. Hon er mett at vera fyrsta afroamerikanska Barbiedukkan. Francie var stoypt í sama formi til høvd, ið verður nýttur til hvítu dukkurnar, og hevði Francie tí ongi afrikonsk eyðkenni onnur enn húðarlitin. Fyrsta afroamerikanska dukkan í Barbie røðini er vanliga sagt at vera Christie, sum kom á marknaðin í [[1968]].<ref>{{Cite web |title=Archive copy |url=http://www.mastercollector.com/articles/dolls/dollnews31301.shtml |access-date=2015-03-20 |archivedate=2011-08-22 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20110822175140/http://www.mastercollector.com/articles/dolls/dollnews31301.shtml }}</ref> "Svørt Barbie" kom á marknaðin í [[1980]], men dukkan hevði enn ongi eyðkenni onnur enn húðarlitin. Í [[september]] [[2009]] kom so "So In Style" røðin, ið var skapt til at vísa eina meira realistiska mynd av afroamerikonskum kvinnum enn í upprunaligu dukkunum.<ref>http://www.foxnews.com/story/2009/10/09/mattel-introduces-black-barbies-gets-mixed-reviews/ Heintað 19.03.2015</ref> Í [[juli]] [[1992]] gav [[Mattel]] út ''Teen Talk Barbie'', ið tosaði fleiri setningar á enskum, har ímillum "Fara vit nakrantíð at eiga nokk av klæðum", "Eg elski at shoppa" og "Hevur tú hug til eitt Pizza-gildi". Hvør dukka var innstillað til at siga 4 útav 270 setningum, soleiðis at ongin dukka skuldi vera líka. Ein av hesum setningum var "Støddfrøði er ring". Sjálvt um bert áleið 1.5% av øllum dukkunum søgdu hendan setningin, so varð eitt trætumál burturúr frá American Association of University Women. Í [[oktober]] [[1992]] boðaði Mattel frá at ''Teen Talk Barbie'' ikki longur fór at siga umrødda setning, og bjóðaði teimum, ið áttu eina slíka dukku at býta hana um, vildu tey tað.<ref>http://www.nytimes.com/1992/10/21/business/company-news-mattel-says-it-erred-teen-talk-barbie-turns-silent-on-math.html?scp=1</ref> [[File:Oreo Cookies.jpg|thumb|Oreo smákøkur]] Í [[1997]] byrjaði [[Mattel]] eitt samstarv við Nabisco, viðvíkjandi marknaðarføring av [[Oreo]] smákøkum og Barbie. Hugskotið var at smágentur kundu spæla við ''Oreo Fun Barbie ''aftaná skúlatíð, og deila "yndissmákøku Amerika". Sum vant framleiddi Mattel bæði hvítar og afroamerikanskar útgávur av dukkuni. Ummælarar funnust at dukkuni, tí at í afroamerikanska samfelagnum er "Oreo" eitt eitt orð, ið er nýtt um ein persón sum er "svartur at uttan men hvítur at innan" júst sum ein [[Oreo]] smákøka. Dukkan var ikki væl móttikin, og Mattel inkallaði óseldu dukkurnar, sum seinni gjørdi tær sera eftirsóktar hjá samlarum. Í [[mai]] [[1997]] útgav [[Mattel]] dukkuna ''Share a Smile Becky'', sum var ein dukka í einum ljósareyðum rullustóli. Kjersti Johnson, ein 17 ára gamal miðnámsskúla næmingur við sjúkuni ''cerebral palsy,'' vísti á at dukkan ikki fór at passa inn í lyftina á "Dreymahúsi Barbie". Mattel boðaði frá at húsið fór at vera sniðgivið av nýggjum, soleiðis at atlit var tikið til'' ''rullustólin''. ''<ref>http://www.washington.edu/doit/barbies-disabled-friend-cant-fit Heintað 19.03.2015</ref> Í mars [[2000]] bórust søgur í miðlunum um, at harða vinylið, ið varð brúkt í teimum elstu barbiedukkunum, kundi leka eitrað evnir, sum kundu vera vandamikil hjá børnum, ið spældu við tær. Ákærurnar vóru sagdar vera yvirreaktión av Joseph Prohaska, ið er professari við University of Minnisota Duluth. Nýmótans barbiedukkur hava ein kropp, ið er gjørdur úr ABS-plasti, ímeðan høvdið er stoypt úr bleytum PVC.<ref>http://collectdolls.about.com/library/weekly/aa082400a.htm {{Webarchive|url=https://web.archive.org/web/20150405114407/http://collectdolls.about.com/library/weekly/aa082400a.htm |date=2015-04-05 }} Heintað 19.03.2015</ref><ref>http://www.webmd.com/parenting/news/20000825/malibu-barbie-holiday-barbie-toxic-barbie Heintað 19.03.2015</ref> Í [[september]] [[2003]] bannaði [[Saudi Arabia]] sølu av barbiedukkum. Stjórnin í landinum metti, at dukkan ikki livdi upp til virðini hjá [[islam]]. Ráðið fyri Propagation of Virtue and Prevention of Vice segði at "jødiskar barbiedukkur, við teirra útfordrandi klæðum, skammiligum holdningi og fylgilutum, eru symbol fyri niðurfall perverta vestursins. Latið okkum vera varin fyri hennara vandum, og ansa okkum."<ref>http://archive.adl.org/main_arab_world/barbie.html#.VQtdseEgU-0 Heintað 19.03.2015</ref> Í londum í [[Miðeystur|Miðeystri]] er ein onnur dukka at fáa, ið kallast ''Fulla''. Hon líkist Barbie, men er sniðgivin til at søma islamska marknaðinum. Fulla er ikki framleidd av [[Mattel]], men Barbie er enn at fá í summum londum í Miðeystri, millum annað í [[Egyptaland|Egyptalandi]].<ref>http://weekly.ahram.org.eg/2006/797/li1.htm Heintað 19.03.2015</ref> Í [[Iran]] eru dukkur at fáa, ið kallast Sara og Dara at fáa ístaðin fyri Barbie.<ref>http://news.bbc.co.uk/2/hi/middle_east/1856558.stm Heintað 19.03.2015</ref> Í [[desember]] [[2005]] útgav dr. Agnes Nairn á háskúlanum við [[Bath]] eina kanning, ið vísti, at ungar gentur ofta ganga í gjøgnum eitt tíðarskeið, har tær hata sínar barbiedukkur. Genturnar straffa dukkurnar við ímillum annað at avhøvda tær, ella seta dukkurnar í mikroovnin. Dr. Nairn segði at "Tað er sum at avnoktan av Barbie er ein partur av at verða vaksin og avnoktan av fortíð teirra."<ref>http://news.bbc.co.uk/2/hi/uk_news/england/somerset/4539862.stm Heintað 20.03.2015</ref><ref>http://www.bath.ac.uk/news/articles/releases/barbie161205.html {{Webarchive|url=https://web.archive.org/web/20110604132440/http://www.bath.ac.uk/news/articles/releases/barbie161205.html |date=2011-06-04 }} Heintað 20.03.2015</ref> Í [[apríl]] [[2009]] útgav Mattel dukkuna ''Totally Tattoos Barbie'', saman við eini røð av tattoveringum, ið kundu setast á dukkuna. Lýsingartilfar [[Mattel]] segði "Sniðgev dukkuna og set eisini tær stuttligu tattoveringar á teg sjálvan", men Ed Mayo stjóri hjá Consumer Focus vildi vera við at børn fóru at vilja fáa veruligar tattoveringar líkasum dukkan.<ref>http://www.dailymail.co.uk/news/article-1175039/Chav-Barbie-gets-tattoos-mimic-high-profile-celebs-like-Amy-Winehouse.html Heintað 20.03.2015</ref> Í [[juli]] [[2010]] útgav Mattel ''Barbie Video Girl'', sum var ein dukka við einum myndatóli innsettum í bringuna. Brúkarin kundi filma videobrot sum vardu upp til 30 minuttir, og síðani flyta filmsbrotið inná eina teldu við einum USB kaðali. Tann [[30. november]] [[2010]] útgav [[FBI]] eina ávaring um at dukkan kundi verða nýtt til at framleiða barnapornografi, sjálvt um tað "enn ikki vóru dømir um at dukkan hevði verið brúkt til nakað annað enn upprunaliga leiklutin".<ref>http://www.bbc.co.uk/news/world-us-canada-11930727 Heintað tann 20.03.2015</ref><ref>http://edition.cnn.com/2010/CRIME/12/03/fbi.barbie.porn/ Heintað 20.03.2015</ref> Í [[november]] [[2014]] var aftur eitt trætumál. Hesuferð yvir bókini ''I Can Be a Computer Engineer'', sum vísti Barbie ikki duga við teldum, og kravdi at tveir av mannfólkavinum hennara at bjarga tveimum farteldum hennara, eftir at hon niðurhalar virus á tær.<ref>http://gizmodo.com/barbie-f-cks-it-up-again-1660326671 Heintað 20.03.2015</ref> Ummælarir funnust at bókini, og søgdu hana vera kynjamismunandi, har sum aðrar bøkur í ''I Can Be''... røðini vísti Barbie sum ein persón, ið var fullt før fyri, at klára tær arbeiðsuppgávurnar hon setti sær fyri, og tørvaði onga hjálp frá øðrum.<ref>http://www.dailydot.com/geek/barbie-engineer-book-girls-game-developers/ Heintað 20.03.2015</ref> Sum svar uppá kritikkin afturkallaði Mattel bøkurnar, ið vóru til sølu á heimasíðuni [[Amazon]].<ref>http://techcrunch.com/2014/11/19/mattel-pulls-sexist-barbie-book-i-can-be-a-computer-engineer-off-amazon/ Heintað 20.03.2015</ref> == Hermingar og rættarmál == * [[File:Aqua Gron Concert 2008.jpg|thumb|Aqua á "Grøn Koncert" í 2008.]][[File:Britney-Spears Boys.jpg|thumb|201x201px|Britney Spears]]Mattel stevndi listamanninum Tom Forsyth, yvir einari røð, ið kallaðist ''Food Chain Barbie'', og vísir Barbie niðri í einum blendara.<ref>http://www.out-law.com/page-4681 Heintað 23.03.2015</ref> * Í [[2011]] hermaði [[Greenpeace]] felagskapurin eftir Barbie. Ætlanin var at fáa [[Mattel]] at minka um pappírbrúk fyritøkurnar, og soleiðis vera við til at bjarga regnskógunum.Phil Radford segði soleiðis: "Kanningar vísa at Mattel vørur verða seldar í kassum, sum eru gjørdir úr asiatiskum trøum, og soleiðis er Mattel við at ríva niður paradís skógina í Indonesia... Sumatriskir tikarir, fílar, og orangutangar verða trýstir á kantin av útdeyða, tí Mattel leggur ikki, í hvar ljósareyði kassi Barbie, kemur frá ella inniheldur."<ref>http://www.dailykos.com/story/2011/06/11/984311/-Ken-Dumps-Barbie-It-s-over-Greenpeace-Exposes-Barbie-s-Package</ref> Fýra mánaðir seinni boðaði Mattel frá, at málið um pappírnýtsluna hevði verið loyst.<ref>http://www.scpr.org/news/2011/10/05/29262/mattel-breaks-asia-pulp-and-paper-after-greenpeace/</ref> * Í [[2004]] stevndi Mattel Barbaru Anderson-Walley, yvir heimasíðu hennara, ið seldi "fetish" klæðir.<ref>http://www.lawdit.co.uk/reading-room/mattel-loses-trade-mark-battle-with-barbie {{Webarchive|url=https://web.archive.org/web/20150511031024/http://www.lawdit.co.uk/reading-room/mattel-loses-trade-mark-battle-with-barbie |date=2015-05-11 }} Heintað 23.03.2015</ref> * ''The Tonight Show with Jay Leno'' víst einaferð fra eitt "''Barbie Crystal Meth Lab''" * Skemtirøðin ''Saturday Night Live ''hermdi eftir eini røð av barbielýsingum, og kallaði dukkurnar "''Gangsta Bitch Barbie''" og "''Tupac Ken''". Í [[2002]] var [[Britney Spears]] gestaleikari í røðini, og spældi hon tá Skipper, lítlasystir Barbie. * Í [[november]] [[2002]] noktaði ein dómari í [[New York]] at seta bann á framleiðslu av dukkum, sniðgivnar av bretsku Susanne Pitt. Dukkurnar itu "''Dungeon Barbie''", og vóru ílætnar "bondage" klæðum.<ref>http://www.scotsman.com/news/uk/barbie-s-kinky-rival-wins-first-court-battle-1-628249</ref> * Sangurin "''Barbie Girl''" hjá danska tónleikabólkinum [[Aqua]], sum var útgivin í [[1997]], var eisini stevnt av Mattel í lógartrætuni ''[[Mattel v. MCA Records]], ''sum [[Mattel]] tapti í [[2002]]. Dómarin Alex Kozinski segði:"Sangurin er ein eftirherman og ein sosial viðmerking."<ref>http://news.bbc.co.uk/2/hi/americas/2150432.stm</ref> * Tvær lýsingar hjá bilaframleiðaranum Nissan frá [[1997]] vísa tvær dukkur, ið líkjast Barbie og Ken, sum koyra í einum dukkubili. Mattel stevndi Nissan fyri at brúka dukkurnar uttan loyvi. Nissan segði, at dukkurnar itu Roxanne, Nick og Tad. Mattel helt tí fram at lýsingarnar høvdu "volt skaða á vørur teirra, ið ikki kundi takast aftur", men fyritøkan valdi at semjast fíggjarliga við Nissan.<ref>http://www.nytimes.com/1997/09/20/business/mattel-sues-nissan-over-tv-commercial.html</ref><ref>{{Cite web |title=Archive copy |url=http://www.mtv.com/news/1424993/after-aqua-mattel-goes-after-car-ad/ |access-date=2015-03-23 |archivedate=2015-05-28 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20150528193239/http://www.mtv.com/news/1424993/after-aqua-mattel-goes-after-car-ad/ }}</ref><ref>{{Cite web |title=Archive copy |url=http://www.thefreelibrary.com/BATTLEGROUND+BARBIE%3a+WHEN+COPYRIGHTS+CLASH.%28News%29-a083824028 |access-date=2015-03-23 |archivedate=2015-02-08 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20150208025704/http://www.thefreelibrary.com/BATTLEGROUND+BARBIE%3a+WHEN+COPYRIGHTS+CLASH.(News)-a083824028 }}</ref> * Í 1993 kom fram ein bólkur av fólki, ið kallaði seg "Barbie Liberation Organization". Bólkurin broytti Barbiedukkur, og gav teimum eina raddarboks frá dreingjadukkunum [[G.I. Joe]]. síðani lótu tey dukkurnar inn aftur í handlarnar, har tær vóru upprunaliga keyptar.<ref>https://sniggle.net/barbie.php</ref><ref>http://www.nytimes.com/1993/12/31/us/while-barbie-talks-tough-g-i-joe-goes-shopping.html</ref> * Ein eftirherman av "Malibu Stacy" var í partinum "Lisa vs. Malibu Stacy" í sendirøðini ''[[The Simpsons]]''. == Samlarar == Mattel metur at har eru umleið 100&#8239;000 aktivir barbiesamlarar runt um í heiminum. 90% eru kvinnur, og miðalaldur teirra er 40 ár. Tær keypa í miðal yvir 20 barbiedukkur hvørt ár. 45% av hesum kvinnum brúka yvir 1000 dollarar (umleið 7&#8239;500 DKR) um árið uppá barbiedukkur. Gamlar barbidukkur frá fyrstu árunum eru tær mest virðismiklu á auktiónum. Tann upprunaliga barbiedukkan kostaði 3 dollarar (umleið 20 DKR) í [[1959]], men í [[oktober]] [[2004]] varð ein barbiedukka frá [[1959]] seld, í einum myntlitaðum kassa, fyri 3&#8239;552,50 dollarar (umleið 24&#8239;300 DKR) á auktiónheimasíðuni [[eBay]]. Í [[september]] [[2006]] setti ein barbiedukka heimsmet, tá hon varð seld fyri 9&#8239;000 sterlingspund (umleið 92&#8239;000 DKR) á eini auktión í auktiónhúsinum [[Christie's]] í [[London]]. Dukkan var ein "''Barbie in Midnight Red" ''frá 1965, og var partur av eini privatari samling, sum hevði 4&#8239;000 barbiedukkur, og vóru tað hollendska kvinnan Ietje Raebel og dóttur hennara, Marina, sum seldu tær.<ref>{{Cite web |title=Archive copy |url=http://au.news.yahoo.com/060926/15/10osv.html |access-date=2006-10-03 |archivedate=2006-10-03 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20061003010439/http://au.news.yahoo.com/060926/15/10osv.html }}</ref> Tey síðstu árini hevur Mattel framleitt dukkur serliga miðaðar eftir samlarum. Harímillum kunnu nevnast porsilenútgávur, endurútgeving av upprunaligu dukkunum, og serútgávur av Barbie sum ein rúgva av film- og sjónvarpshetjum, frá til dømis ''[[Batman]]'' og ''[[Star Trek]]''.<ref name=":0">http://www.barbiecollector.com/</ref> Í 2004 byrjaði Mattel litaskipanina fyri samlaraútgávur teirra. Litirnir eru ljósareytt, silvur, gull og platinum, alt eftir hvussu nógvar dukkur av slagnum verða framleiddar.<ref name=":0" /> == Keldur == {{Reflist}} *Leysliga umsett frá ensku wikipediasíðunni [[:en:Barbie|Barbie]]. == Ávísing úteftir == [http://www.imdb.com/character/ch0002479/?ref_=tt_cl_t1 Barbie] á Internet Movie Database {{Commonscat|Barbie dolls}} [[Bólkur:Leikur]] [[Bólkur:Mattel]] ccq7vht718fk4c8lfyh8mw95uchtah5 Forsetavalið í USA 2016 0 41405 388111 382185 2026-05-16T05:06:29Z InternetArchiveBot 24584 Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5 388111 wikitext text/x-wiki {{Infobox election | election_name = Forsetavalið í USA 2016 | country = USA | flag_year = | type = presidential | ongoing = no <!-- Please don't change this. --> | previous_election = Forsetavalið í USA 2012 | previous_year = 2012 | election_date = 8. november 2016 | next_election = Forsetavalið í USA 2020 | next_year = ''2020'' | votes_for_election = 538 limir í Electoral College | needed_votes = 270 electoral | turnout = 54,7%<ref>{{cite web|url=http://www.electproject.org/2016g|title=2016 November General Election Turnout Rates|publisher=United States Election Project|accessdate=November 10, 2016}}</ref> {{increase}} 0,7% <!--Donald J Trump --> | image1 = [[File:Donald Trump official portrait (3x4a).jpg|200x200px]] | nominee1 = '''[[Donald Trump]]''' | party1 = Republikanski Flokkurin | home_state1 = [[New York]] | running_mate1 = '''[[Mike Pence]]''' | electoral_vote1 = '''304'''<ref name=TrumpWins>{{cite web|url=http://www.nbcnews.com/politics/2016-election/president|title=Presidential Results|publisher=NBC|accessdate=November 9, 2016}}</ref><ref name=TrumpWins-2>{{cite web|url=http://edition.cnn.com/election/results|title=Election results 2016|publisher=CNN|accessdate=November 9, 2016|archive-date=December 31, 2017|archive-url=https://web.archive.org/web/20171231012825/http://edition.cnn.com/election/results|dead-url=yes|archivedate=December 31, 2017|archiveurl=https://web.archive.org/web/20171231012825/http://edition.cnn.com/election/results}}</ref><ref name=Projection>{{cite news|url=http://www.nytimes.com/elections/forecast/president|title=Live Presidential Forecast|newspaper=[[The New York Times]]}}</ref> | states_carried1 = '''30 + [[Maine's 2nd congressional district|ME-02]]''' | popular_vote1 = 62,984,825<ref name="New York Times Presidential Results">{{cite web|url=http://www.nytimes.com/elections/results/president|title=Presidential Election Results: Donald J. Trump Wins |publisher=New York Times|accessdate=November 9, 2016}} (as of 11/10/2016 1:24 am ET)</ref> | percentage1 = 46.1% <!--Hillary Clinton --> | image2 = [[File:Hillary Clinton crop.jpg|200x200px]]<!-- Please don't change infobox images without first discussing on the talk page. --> | nominee2 = [[Hillary Clinton]] | running_mate2 = [[Tim Kaine]] | party2 = Demokratiski Flokkurin<!-- Please see talk page for consensus on party order on first row. --> | home_state2 = [[New York]] | electoral_vote2 = 227<ref name=TrumpWins /><ref name=TrumpWins-2/><ref name=Projection/> | states_carried2 = 20 + [[Washington, D.C.|DC]] | popular_vote2 = '''65,853,516'''<ref name="New York Times Presidential Results" /> | percentage2 = '''48.2%''' | map_size = 350px | map = {{United States presidential election, 2016 imagemap}} | map_caption = | title = Forseti | before_election = [[Barack Obama]] | before_party = Demokratiski Flokkurin | posttitle = Valdur forseti <!-- Trump is president-elect until voted for by the Electoral College --> | after_election = [[Donald Trump]] | after_party = Republikanski Flokkurin | college_voted = no <!-- this parameter can be removed once the Electoral College has voted --> }} '''Forsetavalið í USA 2016''' var tað 56. forsetavalið í USA og varð hildið hin [[8. november]] [[2016]]. Vinnarin av valinum gjørdist [[Donald Trump]], meðan [[Hillary Clinton]] tapti. Valsigurin hjá [[Donald Trump]] á amerikanska forsetavalinum í 2016 man metast sum ein tann mest óvæntaði í nýggjari tíð, eftir at [[Hillary Clinton]] bert fáum vikum undan lá til at vinna ein greiðan sigur og til at gerast tann fyrsti kvinnuligi amerikanski forsetin nakrantíð.<ref>http://www.usatoday.com/story/news/politics/elections/2016/2016/11/09/pollsters-donald-trump-hillary-clinton-2016-presidential-election/93523012/</ref><ref>{{Cite web |title=Archive copy |url=http://money.cnn.com/2016/11/10/media/election-day-polls/ |access-date=2016-11-15 |archivedate=2016-11-15 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20161115142338/http://money.cnn.com/2016/11/10/media/election-day-polls }}</ref> [[FBI]] boðaði bert 11 dagar undan valinum frá, at málið um teldupostarnar hjá Hillary Clinton fór at verða latið upp aftur, men so nakrar fáar dagar áðrenn valið komu nýggj boð frá FBI um, at har var ikki meir at kanna, og at málið tí aftur varð niðurlagt. Hóast tapið, kann Hillary Clinton fegnast um, at hon í samanteljingini frá valinum fekk fleiri atkvøður enn Donald Trump, 47,7 prosent móti 47,5, men tað var ikki nóg mikið til at fáa neyðuga talið av umboðum á fundinum, ið endaliga velur forsetan. Millum annað bleiv Hillary Clinton fyrsta [[Demokratiski Flokkurin|Demokratiska]] forsetavalevni síðani 1984 at tapa í [[Wisconsin]], og fyrsta demokratiska forsetavalevni síðani 1988 at tapa í [[Michigan]] og [[Pennsylvania]].<ref>http://thehill.com/homenews/campaign/305339-clinton-world-dumbfounded-by-hillarys-election-defeat</ref> [[Republikanski Flokkurin|Republikanararnir]] hava eisini vunnið meirilutan í [[Senatið í USA|Senatinum]] og í [[Umboðsmannatingið í USA|Umboðsmannatinginum]]. == Úrslit == [[Mynd:2016_Presidential_Election_by_County.svg|thumb|left|400px|{{legend|#e73e21|Donald Trump.}} {{legend|#0000FF|Hillary Clinton.}}]] {| class="wikitable sortable" style="text-align:right" | align="center" style="background:#f0f0f0;" rowspan="2"|'''Statur''' | align="center" style="background:#f0f0f0;" colspan="2"|'''Hillary Clinton'''</br><small>(Demokratiski Flokkurin)</small> | align="center" style="background:#f0f0f0;" colspan="2"|'''Donald Trump'''</br><small>(Republikanski Flokkurin)</small> | align="center" style="background:#f0f0f0;"|'''Gary Johnson'''</br><small>(Libertanski Flokkurin)</small> | align="center" style="background:#f0f0f0;"|'''Jill Stein'''</br><small>(Grøni Flokkurin)</small> | align="center" style="background:#f0f0f0;"|'''Aðrir flokkar''' |- | '''Prosent'''||'''Valmenn'''||'''Prosent'''||'''Valmenn'''||'''Prosent'''||'''Prosent'''||'''Prosent''' |- | align="left|[[Alabama‎]] ||34,6||||62,9||9||2,1||0,4|| |- | align="left|[[Alaska‎]]||37,7||||52,9||3||5,9||1,8||1,7 |- | align="left|[[Arizona‎]] ||45,4||||49,5||11||3,9||1,2|| |- | align="left|[[Arkansas‎]] ||33,8||||60,4||6||2,6||0,9||2,3 |- | align="left|[[California‎]]||61,5||55||33,2||||3,2||1,7||0,4 |- | align="left|[[Colorado‎]]||47,2||9||44,4||||5,0||1,3||1,7 |- | align="left|[[Connecticut‎]]||53,9||7||41,7||||3,0||1,4|| |- | align="left|[[Delaware‎]]||53,4||3||41,9||||3,3||1,4|| |- | align="left|[[District of Columbia]]||92,8||3||4,1||||1,6||1,4|| |- | align="left|[[Florida‎]] ||47,8||||49,1||29||2,2||0,7||0,3 |- | align="left|[[Georgia (USA)|Georgia]]||45,6||||51,3||16||3,1|||| |- | align="left|[[Hawaii‎]] ||62,3||4||30,1||||3,7||2,9||1 |- | align="left|[[Idaho‎]] ||27,6||||59,2||4||4,1||1,2||7,9 |- | align="left|[[Illinois‎]] ||55,4||20||39,4||||3,8||1,4|| |- | align="left|[[Indiana‎]] ||37,9||||57,2||11||4,9|||| |- | align="left|[[Iowa‎]]||42,2||||51,8||6||3,7||0,7||1,5 |- | align="left|[[Kansas‎]] ||36,2||||57,2||6||4,7||2,0|| |- | align="left|[[Kentucky‎]] ||32,7||||62,5||8||2,8||0,7||1,3 |- | align="left|[[Louisiana‎]] ||38,4||||58,1||8||1,9||0,7||0,9 |- | align="left|[[Maine‎]] ||47,9||3||45,2||1||5,1||1,9|| |- | align="left|[[Maryland‎]] ||60,5||10||35,3||||2,9||1,3|| |- | align="left|[[Massachusetts‎]] ||60,8||11||33,5||||4,2||1,5|| |- | align="left|[[Michigan‎]] ||47,3||||47,6||||3,6||1,1||0,4 |- | align="left|[[Minnesota‎]]||46,9||10||45,4||||3,9||1,3||2,6 |- | align="left|[[Mississippi‎]] ||39,7||||58,3||6||1,2||0,3||0,5 |- | align="left|[[Missouri‎]] ||38,0||||57,1||10||3,5||0,9||0,5 |- | align="left|[[Montana‎]] ||36,0||||56,5||3||5,6||1,6||0,3 |- | align="left|[[Nebraska‎]] ||34,0||||60,3||5||4,7||1,0|| |- | align="left|[[Nevada]]||47,9||6||45,5||||3,3||||3,3 |- | align="left|[[New Hampshire]]‎||47,6||||47,3||||4,2||0,9||0,1 |- | align="left|[[New Jersey]]||55,0||14||41,8||||1,9||1,0||0,3 |- | align="left|[[New Mexico]]||48,3||5||40,0||||9,3||1,2||1,1 |- | align="left|[[New York]]||58,8||29||37,5||||2,3||1,4|| |- | align="left|[[Norðurcarolina]]‎||46,7||||50,5||15||2,8|||| |- | align="left|[[Norðurdakota]]||27,8||||64,1||3||6,3||1,1||0,6 |- | align="left|[[Ohio‎]] ||43,5||||52,1||18||3,2||0,8||0,4 |- | align="left|[[Oklahoma‎]] ||28,9||||65,3||7||5,7|||| |- | align="left|[[Oregon‎]] ||51,7||7||41,1||||4,8||2,5|| |- | align="left|[[Pennsylvania]]||47,6||||48,8||20||2,4||0,8||0,4 |- | align="left|[[Rhode Island]]||55,4||4||39,8||||3,2||1,4||0,1 |- | align="left|[[Suðurcarolina]]||40,8||||54,9||9||2,3||0,6||1,5 |- | align="left|[[Suðurdakota]]||31,7||||61,5||3||5,6||||1,1 |- | align="left|[[Tennessee‎]]||34,9||||61,1||11||2,8||0,6||0,6 |- | align="left|[[Texas]]||43,4||||52,6||38||3,2||0,8|| |- | align="left|[[Utah‎]]||27,8||||46,6||6||3,3||0,7||21,6 |- | align="left|[[Vermont‎]]||61,1||3||32,6||||3,4||2,3||0,5 |- | align="left|[[Vesturvirginia]]||26,5||||68,7||5||3,2||1,1||0,5 |- | align="left|[[Virginia‎]]||49,9||13||45,0||||3,0||0,7||1,4 |- | align="left|[[Washington]]||54,9||12||38,3||||4,5||1,5||0,7 |- | align="left|[[Wisconsin‎]]||46,9||||47,9||10||3,6||1,1||0,6 |- | align="left|[[Wyoming]]||22,5||||70,1||3||5,3||1,0||1,1 |} == Keldur == {{Reflist}} [[Bólkur:Politisk val í USA]] [[Bólkur:2016]] n5f7zhizx837dea8d3oat8prt51tltj Henriett Seth F. 0 46587 388105 388102 2026-05-15T14:42:18Z Wwwsavant5mpeu 34789 388105 wikitext text/x-wiki [[Mynd:Seth_F._Henriett_nemzetközi_művész_a_szombathelyi_Püspöki_Palotában,_2025.jpg||thumb|242px|Henriett Seth F. um 2025.]] '''Henriett Seth F.''' (fødd [[ 27 d’octobro]] [[1980]], [[Eger]], Henrietta Fajcsák) ein [[Ungarn|ungarskur]] rithøvundur.<ref>http://www.imdb.com/name/nm5439934</ref> == Ávisingar úteftir== {{commonscat|Henriett Seth F.}} * [http://www.imdb.com/name/nm5439934 Henriett Seth F.] (Enskt, Spanskt, Ungarskt) * [http://savant.5mp.eu Henriett Seth F.] (Ungarskt) == Keldur == <references/> {{DEFAULTSORT:Henriett, Seth F.}} [[Bólkur:Føðingar í 1980]] [[Bólkur:Kvinnuligir rithøvundar]] fuup277mya4clpk01frl3fzijlj5n3u 388106 388105 2026-05-15T15:20:02Z Wwwsavant5mpeu 34789 388106 wikitext text/x-wiki [[Mynd:Seth_F._Henriett_nemzetközi_művész_a_szombathelyi_Püspöki_Palotában,_2025.jpg||thumb|242px|Henriett Seth F. um 2025., slottið, Szombathely]] '''Henriett Seth F.''' (fødd [[ 27 d’octobro]] [[1980]], [[Eger]], Henrietta Fajcsák) ein [[Ungarn|ungarskur]] rithøvundur.<ref>http://www.imdb.com/name/nm5439934</ref> == Ávisingar úteftir== {{commonscat|Henriett Seth F.}} * [http://www.imdb.com/name/nm5439934 Henriett Seth F.] (Enskt, Spanskt, Ungarskt) * [http://savant.5mp.eu Henriett Seth F.] (Ungarskt) == Keldur == <references/> {{DEFAULTSORT:Henriett, Seth F.}} [[Bólkur:Føðingar í 1980]] [[Bólkur:Kvinnuligir rithøvundar]] quknk6wva58phyhm85pyp339tis343x