Wikipedia
fowiki
https://fo.wikipedia.org/wiki/Fors%C3%AD%C3%B0a
MediaWiki 1.47.0-wmf.12
first-letter
Miðil
Serstakt
Kjak
Brúkari
Brúkarakjak
Wikipedia
Wikipedia-kjak
Mynd
Myndakjak
MediaWiki
MediaWiki-kjak
Fyrimynd
Fyrimyndakjak
Hjálp
Hjálparkjak
Bólkur
Bólkakjak
TimedText
TimedText talk
Module
Module talk
Event
Event talk
Celsiusstigin
0
35786
388937
364631
2026-07-28T23:43:21Z
Benadikt
1805
Slagvilla rættað
388937
wikitext
text/x-wiki
[[Mynd:Pakkanen.jpg|thumb|right|180px|Hitamálari −50 °C til +50 °C.]]
'''Celsiusstigin''' verður nýttur í flest øllum londum í heiminum. Nøkur fá lond eru kortini enn, sum brúka [[Fahrenheitstigin|fahrenheitstigan]]. Til vísindalig endamál verður hiti máldur í [[Kelvinstigin|kelvin]].
Hiti ella temperaturur er mál fyri, hvussu heitt okkurt er. Hiti, sum er givin upp í °C, er máldur eftir celsiusstiganum. Vatn frystir við 0 °C og kókar við 100 °C, tá trýstið er 1 atmosfera. Celsiusstigin er kortini ikki defineraður út frá hesum fyribrigdum longur, hann er defineraður út frá [[Kelvinstigin|kelvinstiganum]].
Stigin er nevndur eftir [[Svøríki|svenska]] vísindamanninum [[Anders Celsius]] (1701–1744). Celsius gjørdi ein stiga í 1742, har hann setti frystipunktið á vatni til 100 stig og kókipunktið til 0 stig. Óheftir av hvørjum øðrum broyttu franski alisfrøðingurin [[Jean-Pierre Christin]] (1683–1755) og svenski plantufrøðingurin [[Carl von Linné]] (1707–1778) stigan til tann, vit kenna í dag. Hetta var í ávikavist 1743 og 1744.
Í [[millumtjóða eindarskipanin|millumtjóða eindarskipanini SI]] verður celsiusstigin brúktur um temperatur í mun til frystipunktið á vatni, ''t'' = ''T'' − ''T''<sub>0</sub>, har ''T''<sub>0</sub> = 273,15 K.<ref name="BIPM">[http://www.bipm.org/en/publications/si-brochure/ BIPM: The International System of Units (SI), 2019]</ref> Eindin eitur "stig Celsius", og symbolið er °C. Tíverri tosa summi um hitastig og kuldastig, alt eftir um temperatururin er omanfyri ella niðanfyri frostmarkið, men hetta er óheppið! Talan er ikki um ymiskar mátieindir omanfyri og niðanfyri frostmarkið!
Í nógv ár var °C nevnt "degrees Centigrade" á enskum, men almenna heitið í dag er "degrees Celsius", so sum mælt er til í SI-reglunum. Veðurtíðindini frá [[BBC]] skiftu frá Centigrade til Celsius í 1985.<ref>[https://www.youtube.com/watch?v=9E21c02Vp9k#t=18m42s 1985 BBC Special: A Change In The Weathe]</ref>
== Stigaumrokning ==
Soleiðis rokna vit stig Celsius um til kelvin: ''T''<sub>K</sub> = ''T''<sub>C</sub> + 273,15.
Soleiðis rokna vit kelvin um til stig Celsius: ''T''<sub>C</sub> = ''T''<sub>K</sub> − 273,15.
Soleiðis rokna vit stig Fahrenheit um til stig Celsius: ''T''<sub>C</sub> = (''T''<sub>F</sub> − 32)/1,8.
Soleiðis rokna vit stig Celsius um til stig Fahrenheit: ''T''<sub>F</sub> = ''T''<sub>C</sub> × 1,8 + 32.
Umrokning til eldri eindir er í greinini [[hitastigar]].
Stigaumroknarar eru eisini á [[internet]]inum.<ref>http://www.rapidtables.com/convert/temperature/</ref>
== Keldur ==
<references/>
{{Hitatalvur}}
{{Commonscat|Celsius temperature}}
[[Bólkur:Mátieindir]]
[[Bólkur:SI-mátieindir]]
o8a1ghz8v0617nq7o92urz6v7llz7xj