Wikipedia
fowiki
https://fo.wikipedia.org/wiki/Fors%C3%AD%C3%B0a
MediaWiki 1.47.0-wmf.13
first-letter
Miðil
Serstakt
Kjak
Brúkari
Brúkarakjak
Wikipedia
Wikipedia-kjak
Mynd
Myndakjak
MediaWiki
MediaWiki-kjak
Fyrimynd
Fyrimyndakjak
Hjálp
Hjálparkjak
Bólkur
Bólkakjak
TimedText
TimedText talk
Module
Module talk
Event
Event talk
Søstrene Grene
0
42821
388951
388946
2026-07-31T06:30:31Z
InternetArchiveBot
24584
Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5
388951
wikitext
text/x-wiki
'''Søstrene Grene''' er ein donsk handilsketa, sum var stovnað í danska býnum [[Aarhus]] í [[1973]] av Inger Grene og Knud Cresten Vaupell Olsen. Fyritøkan hevur høvuðsskrivstovu í Aarhus, men flutti í nýggj hølir í Pakhusene í Aarhus Ø í apríl 2017.
Hóast búmerkið sigur "Søstrene Grenes handelskompagnie", eitur ketan bara Søstrene Grene.
Mikkel Grene, sum er sonur stovnararnar av fyritøkuni, er í dag forstjóri (CEO) í samtakinum<ref>[https://www.business.dk/navne/broder-grene-har-dybe-roedder business.dk]</ref>. Beiggi hansara, Cresten Grene, er kreativur stjóri, og saman eiga og reka hesir báðir familjufyritøkuna.
== Grundarlagið undir handlunum hjá Søstrene Grene ==
Allir handlarnir hjá Søstrene Grene eru bygdir upp sum villiniborg - ein labyrint, og klassiskur tónleikur er altíð frá í handlunum. Handlarnir selja skandinaviskt snið, tilhoyr til heimið, køksútgerð, gávur, pappírsvørur, møblar og mangt annað.
Anna og Clara hava verið tilstaðar í handlinum líka síðan byrjanina í 1973. Tær eru avmyndaðar í búmerkinum og eru eisini at síggja á skeltunum, sum hanga runt um í handlunum. Tær báðar systrarnar eru vertir í øllum handlunum hjá Søstrene Grene kring um í heiminum. Persónsmenskan hjá Onnu og Claru er grundað á persónsmenskuna hjá fastrunum hjá Inger Grene, og samanlagt umboða Anna og Clara øll tey virðir, sum Søstrene Grene standa fyri. Anna og Clara hava ikki stovnað Søstrene Grene.
== Handlar ==
Fyrsti handilin hjá Søstrene Grene læt upp í 1973 á 1. hædd í Søndergade 11 í Aarhus. Næstu handlarnir lótu upp í [[Aalborg]] og í [[Herning]] í 1989, og gjøgnum 90-ini og 00-ini løgdust nógvir handlar afturat. Í 2005 læt ketan upp handil í íslendska høvuðsstaðnum [[Reykjavík]], og handlarnir í [[Stavanger]] í [[Noreg]]i og í [[Malmö]] í [[Svøríki]] lótu upp í 2006.
Í 2015 læt samtakið upp 20 nýggjar handlar í Danmark. Í dag eru Søstrene Grene umboðaðar í 16 ymiskum londum: Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Stóra Bretland, Írlandi, Hollandi, Fraklandi, Føroyum, Týsklandi, Sveis og í Eysturríki.<ref>[http://cphpost.dk/news/business/sostrene-grene-planning-to-open-hundreds-of-new-stores.html cphpost.dk]</ref>
Hesi tøl eru frá 2026:<ref>{{Cite web |title=Find a store {{!}} Søstrene Grene<!-- Botgenereret titel --> |url=https://sostrenegrene.com/stores/ |access-date=2026-07-30 |archivedate=2019-09-24 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20190924153909/https://sostrenegrene.com/stores/ }}</ref>
{| class="wikitable sortable"
!Land
!Antal butikker
|-
|{{flagland|Belgia}}
|10
|-
|{{flagland|Danmark}}
|53
|-
|{{flagland|Eysturríki}}
|7
|-
|{{flagland|Finnland}}
|6
|-
|{{flagland|Frakland}}
|43
|-
|{{flagland|Føroyar}}
|1
|-
|{{flagland|Írland}}
|5
|-
|{{flagland|Ísland}}
|2
|-
|{{flagland|Italia}}
|2
|-
|{{flagland|Niðurlond}}
|20
|-
|{{flagland|Noreg}}
|43
|-
|{{flagland|Pólland}}
|1
|-
|{{flagland|Stóra Bretland}}
|76
|-
|{{flagland|Sveis}}
|22
|-
|{{flagland|Svøríki}}
|19
|-
|{{flagland|Týskland}}
|106
|-
|}
== Keldur ==
{{Reflist}}
[[Bólkur:Fyritøkur]]
[[Bólkur:1973]]
h7e7ywxeewvyvkhpam7o9ylyx9zvnxc
Bjørg Brynhildardóttir Egholm
0
46595
388949
388245
2026-07-30T22:56:21Z
~2026-42410-22
35303
388949
wikitext
text/x-wiki
'''Bjørg Brynhildardóttir Egholm''' (fødd [[7. november]] [[2005]]) er ein føroyskur, sjónleikari, politikari og tingkvinna fyri [[Tjóðveldi]]. Hon varð vald í [[Løgtingsvalið 2026|Føroya Løgting í 2026]] og gjørdist sostatt yngsta tingfólk sum nakrantíð er valt á ting í Føroyum. Hon hevur harumframt eisini verið virkin innan sjónleik og spældi ein av høvuðsleiklutunum í spælifilminum "Seinasta paradís á jørð", eftir [[Sakaris Stórá]].
== Ávísingar úteftir ==
* [https://kvf.fo/tags/bjorg-brynhildardottir-egholm Bjørg Brynhildardóttir Egholm], kvf.fo
* [https://www.vp.fo/news/foeroyar-loysing-krevst Føroyar- loysing krevst], vp.fo, 30. juli 2026
== Keldutilfar ==
<references/>
[[Bólkur:Føroyskir politikarar]]
[[Bólkur:Føðingar í 2005]]
[[Bólkur:Løgtingslimir]]
[[Bólkur:Politikarar úr Tjóðveldi]]
[[Bólkur:Havnafólk]]
sqgma5gt9z136rr2vjo8yncvesp2sn5
Bjørt Lind
0
46632
388948
388927
2026-07-30T22:54:01Z
~2026-42410-22
35303
/* Keldur */
388948
wikitext
text/x-wiki
'''Bjørt Lind''' er ein føroyskur [[sálarfrøði|sálarfrøðingur]], sexologur og politikari fyri [[Javnaðarflokkurin|Javnaðarflokkin]]. Hon hevur verið limur í Føroya Løgtingi síðani 2026 og umboðar Javnaðarflokkin.
Bjørt Lind er útbúgvin sálarfrøðingur og hevur eisini arbeitt sum kliniskur sexologur. Hon hevur millum annað starvast innan sálarfrøðiliga økið og hevur verið virkin í arbeiði við sosialum og menniskjaligum rættindum.
Bjørt Lind stillaði upp fyri Javnaðarflokkin til [[Løgtingsvalið 2026|løgtingsvalið í 2026]]. Hon fekk 287 persónligar atkvøður og gjørdist fastur varamaður í Løgtinginum, eftir at Javnaðarflokkurin kom í stjórn.
Bjørt Lind hevur harumframt verið virkin í felagsskapum og í almenna kjakinum um javnstøðu, [[LGBT Føroyar|LGBT+]] rættindum og rættinum hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi.
== Ávísingar úteftir ==
* [https://kvf.fo/tags/bjort-lind Bjørt Lind], kvf.fo
== Keldutilfar ==
<references/>
[[Bólkur:Føroyskir politikarar]]
[[Bólkur:Løgtingslimir]]
[[Bólkur:Politikarar úr Javnaðarflokkinum]]
0nk1tp1ws7n4tvkqam1gzfm1yif96bw
Devonshire
0
46636
388950
2026-07-30T23:10:29Z
~2026-42410-22
35303
Víðaristillaði síðuna til [[Devon]]
388950
wikitext
text/x-wiki
#REDIRECT [[Devon]]
5eyn9zk1pdp69joqezfml4um3ish96m