Wikipedia fowiki https://fo.wikipedia.org/wiki/Fors%C3%AD%C3%B0a MediaWiki 1.47.0-wmf.22 first-letter Miðil Serstakt Kjak Brúkari Brúkarakjak Wikipedia Wikipedia-kjak Mynd Myndakjak MediaWiki MediaWiki-kjak Fyrimynd Fyrimyndakjak Hjálp Hjálparkjak Bólkur Bólkakjak TimedText TimedText talk Module Module talk Event Event talk Thorbjørn Egner 0 29162 389535 386518 2026-09-30T16:50:21Z Benadikt 1805 nakrar stavivillur rættaðar 389535 wikitext text/x-wiki '''Torbjørn Egner''' (føddur [[12. desember]] [[1912]] og deyður [[24. desember]] [[1990]]) var norskur [[rithøvundur]], tónaskald og myndprýðari (illustrator). Hann er serliga kendur sum barnabókarithøvundur og hevur millum annað skrivað bøkurnar ''[[Karius og Baktus]]'' (1949), ''[[Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum|Klatremus og de andre dyrene i Hakkebakkeskogen]]'' (1953) og ''[[Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum|Folk og røvere i Kardemomme by]]'' (1955), sum allar eru umsettar til føroyskt. Bøkur hansara eru umsettar til nógv mál og seldar í stórum tali runt um í heimunum. Thorbjørn Egner doyði av hjartaslag [[jólaaftan]] [[1990]]. Í djóragarðinum í [[Kristiandsand]] í Noregi varð Kardamummubýurin bygdur í fullum skala og latin upp í [[1991]]. Í [[2015]] læt Valbakkaskógurin upp í sama garði. == Lívsleið == === Árini 1912 - 1930 === Thorbjørn er føddur í [[Oslo]] í 1912 sum tann yngsti av trimum systkjum í eina keypmansfamilju í býarpartinum Kampen. Hann var 12 og 14 ár yngri enn eldru systkyni. Pápin, Magnus Egner, hevði ein kolonialhandil og hevði bakgrund í landbrúki. Mamman, Anna, var frá býnum Frogn. Familjan var sera musikalsk. Pápin og beiggin spældu violin, Thorbjørn og systir hansara spældu klaver, og øll sungu tey. Thorbjørn plagdi at fara út í gøtuna saman við vinum sínum og starta gøtuorkestur við floytu, trummum, horni, og sjálvur spældi hann banjo. Sumrini nýtti Thorbjørn javnan hjá fastir síni, Louisu, og familju hennara á einum garði í Sørum. Minnini frá barndóminum, bæði frá Kampen og frá Sørum, hava givið sín dám á skriving hansara seinni í lívinum. === Út á arbeiðsmarknaðin 1930 - 1940 === Í [[august]] [[1928]] fekk Thorbjørn sum 15 ára gamal eitt skrivstovuarbeiði sum hjálpari í fyritøkuni ''A. Nilson & Co, Coal Agents''. Samstundis gekk hann á kvøldskúla í ''Oslo kommunale handelsskole'', og fekk hann handilsprógv frá skúlanum í [[1930]]. Í handilskúlanum møtti hann javngomlu Annie Eliasen, sum hann giftist í [[1937]]. Í 1930 skifti hann starv og fekk starv sum lýsingarteknari, í tí sambandi las hann eisini á einum lýsingarskúla í eitt tíðarskeið.<ref>''Egner. En dannelseshistorie'' (Biografi om Thorbjørn Egner) Anders Heger, 2012.</ref> Hann gavst í lýsingarvinnuni í [[1940]] fyri at halda seg til at skriva bøkur. Tá var elsti sonur hansara, Bjørn, hálvtannað ára gamal, og næsta barn var á veg. === Barnabókaskrivini 1938 - 1955 === Frá heystinum [[1939]] hevði Thorbjørn eina fasta síðu við figurunum "Truls og Kari" í vikublaðnum ''Illustrert Familieblad.'' Undir seinna veraldarbardaga skrivaði og myndprýddi hann bøkur til vaksin. Í [[1946]] fekk Thorbjørn starv hjá [[NRK]], tí norska kringvarpinum, har hann kvøddi, las og fortaldi søgur. Fra [[februar]] til [[apríl]] í [[1949]] var Thorbjørn á lestrarferð í [[Fés]] í [[Marokko]]. Upplivingar frá tí ferðini vórðu endurgivnar í jólaheftinum ''Juleglede 1949 ''og varð seinni, eftir eitt sindur av umskriving, grundarlagið fyri Kardamummubýin. Thorbjørn skrivaði flest síni kendu verk ímillum [[1940]] og [[1955]], og hann nýtti tíðina eftir tað til at endurútgeva og víðariútvikla verk síni. Eitt dømi um hetta er, at um ein bók nú skuldi á pall og setast upp sum sjónleikur, so kundi hann finna uppá ikki bara at skriva leikritið, men skriva nakrar sangir, sum passaðu til leikin.<ref>Birkeland, Risa, Vold. ''Norsk barnelitteraturhistorie''. 2. utg. Samlaget, 2005 ISBN 82-521-5933-8</ref> === 1950 - 1990 === Í [[1950-árini|1950-árunum]] vóru fleiri av verkum Thorbjørns á palli. ''Karius og Baktus'' sum dukkusjónleikur í 1955. Kardamummubýurin á Nationalteatrinum í [[1956]], og Klatrimús og Valbakkaskógurin í Oslo Nye Teater og Riksteatret i [[1959]] – [[1960]], og Tjóðleikhúsinum í Reykjavík, og Det ny Teater í Keypmannahavn í [[1962]]. Leikritið var sera væl mótikið í fleiri londum, og ein uppteljing frá [[1972]] vísti, at Kardamummubýurin hevði verið á palli í 14 londum. Klintrimús og Valbakkaskógurin í 8 londum.<ref>Øyvind Anker. «Bamsefar kan han selv være». I: ''En bok om Thorbjørn Egner'', 1972.</ref> Í [[1987]] var Thorbjørn við til at planleggja at byggja Kardamummubýin í djóragarðinum í Kristiansand. Tíverri náddi hann aldrin at síggja úrslitið, tí hann varð knappliga sjúkur og doyði jólaaftan [[1990]]. == Verk == === Barnabøkur === * 1940 – ''Barneboka 1940'', skrivað saman við Sigurd Winsnes. * 1940 – ''Malermester Klattiklatt dypper kosten – og tar fatt'' * 1941 – ''Den nye barneboka'', skrivað saman við Sigurd Winsnes. * 1941 – ''Hesten, kua og de andre''. Nýggj útgáva 1945 * 1941 – ''Truls og Kari, en liten bok for store og små'' * 1941 – ''Klattiklatt: malebok med bilder og vers'' * 1942 – ''Truls og Kari kommer til den store byen'' * 1942 – ''Ola-Ola som alle dyra var så glad i'' * 1942 – ''Småfolk. Barneboka nr. 3'' * 1942 – ''Malermester Klattiklatt gjør vinter til sommer'' * 1943 – ''Klattiklatt drar til negerland'' * 1943 – ''Truls og Kari i den store digre skauen'' * 1943 – ''Hva sier dyra?'' * 1943 – ''Lekene mine'' * 1943 – ''Svarten'' * 1943 – ''Store og små er ute og kjører'' * 1943 – ''Jumbo som dro ut i verden''. Ny utgave 1976 * 1943 – ''1–2–3: Telleboka''. Ny utgave 1976 * 1945 – ''Klattiklatt i hjemmefronten'' * 1946 – ''Da Per var ku''. Ny utgave 1976 * 1946 – ''Stormen'', ungdomsroman * 1948 – ''Ole Jakop på bytur''. Ny utgave 1976 * 1949 – ''Karius og Baktus''. Ny utgave 1958 * 1951 – ''Tretten viser fra barnetimen'' (sangbok) * 1952 – ''Nye viser fra barnetimen'' (sangbok) * 1953 – ''Klatremus og de andre dyrene i Hakkebakkeskogen''. Ny utgave 1978 * 1955 – ''Folk og røvere i Kardemomme by''. Ny utgave 1980 * 1971 – ''Bamsefar og andre viser fra barnetimen'' (sangbok) * 1973 – ''Kaptein Sorte Bill og andre viser'' (sangbok). Ny utvidet utgave 2007 * 1978 – ''Musikantene kommer til byen'' * 1987 – ''Gode venner''. (Tekster fra lesebøkene) * 2000 – ''Barna i Humlegata''. (Tekster fra lesebøkene) * 2000 – ''Ola-Ola Heia''. (Tekster fra lesebøkene) * 2000 – ''Ola-Ola i byen''. (Tekster fra lesebøkene) * 2000 – ''Sommer på Heia''. (Tekster fra lesebøkene) === Bøkur til vaksin === * 1943 – ''Gamle hus i Vågå'' * 1945 – ''Gamle hus i Rauland''. Ny utgave 1970 * 1945 – Hans E. Kinck. ''Hvitsymre i utslaatten og tre andre noveller''. Med illustrasjoner etter fargetresnitt av Thorbjørn Egner. Ny utgave 1972 * 2001 – ''Thorbjørn Egner, et selvportrett'' === Umsetingar / Upplesnaður === * 1952 – A.A. Milne: ''Ole Brumm'' – originaltittel: ''Winnie-the-Pooh'', 1926. * 1953 – A. A. Milne: ''Ole Brumm og vennene hans'' – originaltittel: ''The house at Pooh Corner'', 1928. * 1954 – Hugh Lofting: ''Doktor Dyregod'' – originaltittel: ''Doctor Doolittle'', 1920. Sangene i boka er skrevet av Egner med melodi av Christian Hartmann. Nyillustrert av Egner. * 1956 – Astrid Lindgren: ''Lillebror og Karlsson på taket'' – originaltittel: ''Lillebror och Karlsson på taket'', 1955. * 1958 – H.G. Wells: ''Tommy og elefanten'' – originaltittel: ''The Adventures of Tommy'', 1929. Nyillustrert av Egner. * 1961 – Astrid Lindgren: ''Lilibet sirkusbarn'' – originaltittel: ''Lilibet, cirkusbarn'', 1960. * 1975 – Egon Mathiesen: ''Katten med de blå øynene'' – originaltittel: ''Mis med de blå øjne'', 1951. === Diskografi === * 1955 – ''Kardemommeviser'' * 1955 – ''Doktor Dyregod'' * 1957 – ''Karius og Baktus'' * 1957 – ''Egner-viser'' * 1957 – ''Kardemommefesten'' * 1957 – ''Kasper og Jesper og Jonatan'' * 1966 – ''Klatremus og de andre dyrene i Hakkebakkeskogen'' * 1970 – ''Karius og Baktus'' * 1970 – ''Kardemommubærinn'' * 1973 – ''Kardemommefesten'' * 1973 – ''Verkstæði jólasveinanna'' * 1974–76 – ''Ole Brumm og vennene hans'' (tre plater), med Yukon Gjelseth * 1974 – ''Nora i Egnerland'', med Nora Brockstedt * 1975 – ''Folk og røvere i Kardemomme by'' * 1982 – ''De seksten beste Egnerviser – Pluss Karius og Baktus'' * 1993 – ''Musikantene kommer til byen'' * 1997 – ''Gode gamle Egnerviser'' * 2002 – ''Thorbjørn Egners viser fra Barnetimen'' * 2005 – ''Tommy og Elefanten – Karius & Baktus – Ole Jakop på bytur – Da Per var ku'' * 2012 – ''Muntre musikanter – Karius & Baktus møter Dyrene i Afrika'' * 2012 – ''Vi har den ære – en hyllest til Thorbjørn Egner'' == Leinkjur úteftir == [[:no:Thorbjørn_Egner|Thorbjørn Egner á norsku Wikipedia]] == Keldur == <references/> {{DEFAULTSORT:Egner, Torbjørn}} {{Commonscat}} [[Bólkur:Føðingar í 1912]] [[Bólkur:Andlát í 1990]] [[Bólkur:Norskir rithøvundar]] 6pnlrv9bckkgqawu61fhx7llevrby9u Fólk og dólgar í Kardamummubýnum 0 37630 389532 328998 2026-09-30T16:24:04Z Benadikt 1805 Benadikt flutti síðuna [[Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum]] til [[Fólk og dólgar í Kardamummubýnum]]: Stavivilla 328998 wikitext text/x-wiki [[Mynd:Kardemomme_by.jpg|thumb|right]] '''Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum''' (Upprunatittul: ''Folk og røvere i Kardemomme by'') er ein bók eftir [[Noreg|norska]] rithøvundan [[Thorbjørn Egner]]. Í 1955 skrivaði Thorbjørn Egner, søguna um Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum. Í 1961 umsetti [[Eyðun Johannessen]] søguna til føroyskan útvarpsleik, sum varð sendur í 1961. [[Bókadeild Føroya Lærarafelags]] gav út bókina í 1980, 25 ár eftir at upprunaútgávan kom í [[Noreg]]i. Bókin og sjónleikurin eru millum best umtóktu barnasøgur yvirhøvur í [[Skandinavia]]. Leikurin snýr seg um teir tríggjar dólgarnar í Kardamummubýi, Kaspar, Jaspur og Jónatan, sum um náttina fara út at stjala. Hetta eru fólkini í býnum ikki glað fyri, og siga hetta við Bastian politimeistara. Men Bastian hevur úr at gera við fyrireikingum til stóru Kardamummuveitsluna, sum øll gleða seg so nógv til. Tá stóra Kardamummuveitslan verður hildin, eru øll í góðum hýri, øll uttan tvøra Suffía mostir og dólgarnir. Ein dagin finna dólgarnir uppá at stjala Suffíu mostir, men ætlan teirra gongur ikki sum ætlað. [[Bólkur:Barnabøkur]] iox2h8qd6o0910kwvo8z2mxj7me0fkw 389534 389532 2026-09-30T16:30:55Z Benadikt 1805 389534 wikitext text/x-wiki [[Mynd:Kardemomme_by.jpg|thumb|right]] '''Fólk og dólgar í Kardamummubýnum''' (Upprunatittul: ''Folk og røvere i Kardemomme by'') er ein bók eftir [[Noreg|norska]] rithøvundan [[Thorbjørn Egner]]. Í 1955 skrivaði Thorbjørn Egner søguna um fólk og dólgar í Kardamummubýnum. Í 1961 umsetti [[Eyðun Johannessen]] søguna til føroyskan útvarpsleik, sum varð sendur í 1961. [[Bókadeild Føroya Lærarafelags]] gav út bókina í 1980, 25 ár eftir at upprunaútgávan kom í [[Noreg]]i. Bókin og sjónleikurin eru millum best umtóktu barnasøgur yvirhøvur í [[Skandinavia]]. Leikurin snýr seg um teir tríggjar dólgarnar í Kardamummubýi, Kaspar, Jaspur og Jónatan, sum um náttina fara út at stjala. Hetta eru fólkini í býnum ikki glað fyri og siga hetta við Bastian politimeistara. Men Bastian hevur úr at gera við fyrireikingum til stóru Kardamummuveitsluna, sum øll gleða seg so nógv til. Tá stóra Kardamummuveitslan verður hildin, eru øll í góðum hýri, øll uttan tvøra Suffía mostir og dólgarnir. Ein dagin finna dólgarnir uppá at stjala Suffíu mostur, men ætlan teirra gongur ikki sum ætlað. <!-- mostir, mostur, mostur, mostur; mostrar, mostrar, mostrum, mostra --> [[Bólkur:Barnabøkur]] 78kvjez4bw9lpjv9eigmotgc8zj1o0z Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum 0 46653 389533 2026-09-30T16:24:04Z Benadikt 1805 Benadikt flutti síðuna [[Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum]] til [[Fólk og dólgar í Kardamummubýnum]]: Stavivilla 389533 wikitext text/x-wiki #REDIRECT [[Fólk og dólgar í Kardamummubýnum]] jgtg1ukhow9gwnspcieevg0lmjsikgo