Wikipedia
fowiki
https://fo.wikipedia.org/wiki/Fors%C3%AD%C3%B0a
MediaWiki 1.47.0-wmf.24
first-letter
Miðil
Serstakt
Kjak
Brúkari
Brúkarakjak
Wikipedia
Wikipedia-kjak
Mynd
Myndakjak
MediaWiki
MediaWiki-kjak
Fyrimynd
Fyrimyndakjak
Hjálp
Hjálparkjak
Bólkur
Bólkakjak
TimedText
TimedText talk
Module
Module talk
Event
Event talk
Fløgg
0
15317
389591
373040
2026-10-18T14:38:50Z
~2026-55739-41
35819
389591
wikitext
text/x-wiki
[[Mynd:UN_Members_Flags2.JPG|thumb|right|250px|Framman fyri [[Sameindu Tjóðir|ST]]-høvuðsborgini í [[New York City]] veittra øll flaggini hjá limalondunum. Hvør [[tjóð]] hevur sítt flagg.]]
'''Flagg''' umboðar [[tjóð]] ella fólk. Eitt flagg er flaggdúkur, har ávíst mynstur og ávísir litir eru. Altíð hava fløgg í øllum møguligum litum havt serstakan týdning. Fleiri millumtjóða samgongur hava eisini egið flagg, til dømis [[Reyði Krossur]] ella [[ST]]. Fløgg hava stóran týdning í ófriðartíðum. Heryvirmaðurin fyri hvørjari herdeild hevði altíð ein merkismann sær við lið, so hermenninir kundu síggja hvørja leið, teir skuldu halda. At taka flagg fíggindans merkti næstan altíð at vinna sigur. Teir vundu altíð egið flagg á stong uppi yvir fíggindans flaggi, tá ið teir høvdu tikið skip ella skansa hansara. At flagga við hvítum flaggi í kríggi merkir, at tú gevur teg undir, at flagga lágt merkir, at tú heiðrar tann, ið deyður er.
Av 196 sjálvstøðum [[Heimsins lond|londum í heiminum]] hava 64 lond eitt [[Átrúnaður|átrúnaðarligt]] súmbol á flagginum. Tað er PEW-granskingarstovnurin sum hevur í 2014 hugt nærri eftir súmbolunum sum hesi fløggini hava.<ref>http://www.pewresearch.org/fact-tank/2014/11/25/64-countries-have-religious-symbols-on-their-national-flags/</ref> Sigast skal at stovnurin ikki hevur tikið øll fløgg við, millum annað eru tey fýra norðurlendsku hjá [[Áland]]i, [[Sámaland]]i, [[Grønland]]i og [[Føroyum]] ikki við. Men av teimum 196 londunum sum eru við í kanningini, so hava 64 fløgg eitt átrúnaðarligt súmbol. Av hesum 64 londunum hava umleið helmingurin (48 prosent) eitt [[Kristindómur|kristið]] súmbol, meðan ein triðingur (33 prosent) hava eitt [[islam]]skt súmbol. Tað merkir at tvær tær størstu átrúnaðirnar hava 81 prosent av fløggunum sum hava átrúnaðarlig súmbol á fløggunum. [[Kristin]] súmbol eru á 31 av fløggunum sum eru úr [[Evropa]], [[Asia]], [[Amerika]] og [[Kyrrahavsoyggjarnar|Kyrrahavslondunum]]. Nøkur fløgg innanfyri [[Commonwealth of Nations|Commonwealth]] hava Union Jack við sínum krossi sum ein part av egnum flaggi. Islamsk súmbol eru á 21 fløggum í norðara parti av [[Afrika]], [[Asia]] og í [[Miðeystur|Miðeystri]]. Súmbol frá [[Buddisma|buddismuni]] og [[Hinduisma|hinduismuni]] eru at finna á fimm fløggum. Trý av fløggunum hava súmbol frá báðum átrúnaðunum. [[Ísrael]] er einasta landið sum brúkar [[Jødadómur|jødisk]] súmbol á sínum flaggi. Seks lond hava átrúnaðarlig súmbol sum stava frá øðrum religiónum.
== Føroyska flaggið ==
'' Høvuðsgrein: [[Merkið]]''
Okkara flagg, [[Merkið]], er millum heimsins yngstu. Tað fekk gildi [[25. apríl]] í [[1940]], tá ið [[Ongland|enska]] stjórnin viðurkendi tað.
Til [[1940]] var ''[[Dannebrog]]'' almenna flagg føroyinga. Men tá ið [[Týskland|týskarar]] høvdu hersett [[Danmark]], og onglendingar [[Føroyar]], var einki samband millum londini, og teir sameindu vildu ikki, at vit skuldu brúka danska flaggið, men tað føroyska, sum [[Jens Oliver Lisberg]] hevði teknað í [[1919]]. I bæði 1920- og 1930-árunum var mangan hart stríð í Føroyum millum [[Føroyska sjálvstýrisrørslan|sjálvstýrissinnaðar]] føroyingar og danskar myndugleikar um [[Merkið]].
Flaggað verður ymiskar hátíðardagar, til dømis [[Ólavsøka|ólavsøkudag]], [[Jól|1. jóladag]], nýggjársdag, [[Páskadagur|1. páskadag]], [[Flaggdagurin|flaggdagin]], [[Arbeiðaradagur|arbeiðaradagin]] o.a. [[Langafríggjadagur|langafríggjadag]] og [[Minningardagur teirra sjólátnu|minningardag teirra sjólatnu]] verður flaggað lágt. Í álmanakkanum er yvirlit yvir almennar [[flaggdagar]].
== Sí eisini ==
* [[Listi av fløggum]]
== Keldur ==
<references/>
{{commons|Flag}}
[[Bólkur:Fløgg]]
2hsqsopucoaxxiqunkqqef0dcmer3hx
Lionel Messi
0
18356
389593
388882
2026-10-19T10:20:09Z
Maximiliaan Ronaldszoon
35824
389593
wikitext
text/x-wiki
{{Infobox football biography
| name = Lionel Messi
| image = Leo_Messi_Argentina_v_Egypt_7_July_2026-1.jpg
| image_size = 240px
| caption =
| fullname = Lionel Andres Messi
| birth_date = {{Birth date and age|1987|6|24|df=y}}
| birth_place = [[Rosario]], Argenitna
| height = {{height|m=1,70}}
| position = Álopsleikari/Vongur
| currentclub = Inter Miami CF
| clubnumber = 10
| youthyears1 = 1995–2000 |youthclubs1 = [[Newel old Boys F.C.]]
| youthyears2 = 2000–2003 |youthclubs2 = [[Barcelona F.C.]]
| years1 = 2004–2021|clubs1 = [[Barcelona F.C.]] |caps1 = 520 |goals1 = 474
| years2 = 2021–2023|clubs2= [[Paris Saint-Germain F.C.|PSG]] |caps2 = 74 |goals2 = 32
| nationalyears1 = 2004–2005 |nationalteam1 = Argentina U20 |nationalcaps1 = 18 |nationalgoals1 = 14
| nationalyears2 = 2007–2008 |nationalteam2 = Argentina U23 |nationalcaps2 = 5 |nationalgoals2 = 2
| nationalyears3 = 2005–2026 |nationalteam3 = Argentina |nationalcaps3 = 178 |nationalgoals3 = 106
| medaltemplates =
| nationalteam-update =
}}
'''Lionel Andrés Messi''' (føddur [[24. juni]] [[1987]]) er ein [[Argentina|argentinskur]] [[fótbóltsleikari]], sum spælir fyri Amerikanska felagið [[Inter Miami CF]] og A-landsliðið hjá Argentina. Í 2007 varð hann tilnevndur ''FIFA World Player of the Year'' saman við [[Kaká]] og [[Cristiano Ronaldo]], Messi gjørdist nummar tvey. Í 2008 gjørdist hann eisini nummar tvey. Í 2009 varð hann fyri triðju ferð tilnevndur ''FIFA World Player of the Year'' og hesaferð vann hann og kann tí sigast at vera heimsins besti fótbólts spælari í 2009. Tann [[5. august]] í [[2021]] boðaði felagið, sum Lionel Messi hevur havt tilknýti til í 21 ár, [[Barcelona F.C.]], at felagið ikki megnaði at gera nýggjan sáttmála við hann.
== Met ==
===Í heiminum===
* Flestar [[FIFA Ballon d'Or]] awards: 8
* [[Guinness World Records]] heitið fyri flest skoraði mál í einum ári: 91 mál
* Flest altjóða mál í einum ári (fyri felag og landslið): 25 mál (hetta metið deilir hann við [[Vivian Woodward]])
* Flest mál skoraði í FIFA Club World Cup: 4 mál. (Hetta metið deilir hann við [[Denilson Martins Nascimento|Denilson]] og [[Mohamed Aboutrika]])
===Evropa===
* Flest mál skoraði í einari sesong (landskapping): 73 mál
* Flest mál skoraði í einum ári (landskapping): 79 mál
* Flest mál skoraði í einum evropeiskum steypakappingarári (sesong): 14 mál (hetta metið deilir hann við [[José Altafini]])
*Flestar heiðurslønir fyri evropeiskar steypakappingar: 4 (hetta metið deilir hann við [[Gerd Müller]])
*Toppskorari í einum evropeiskum steypakappingardysti: 5 mál (hetta metið deilir hann við 10 aðrar leikarar)
===Argentina===
*Flest mál skoraði í einum ári (landsliðið): 12 mál (hetta metið deilir hann við [[Batistuta]])
===Spania===
*Flest mál skoraði í [[La Liga]] í einari sesong: 50 mál
*Flest La Liga hat-tricks í einari sesong: 8 hat-tricks
*Flest mál skoraði í [[Supercopa]] de España: 10 mál
*Flestir [[La Liga]] dystir í rað, har mál varð skorað: 11 dystir
===Barcelona===
''Dagført 30. januar 2013''
*Toppskorari í almennum kappingum: 297 mál<!-- dagfør, um talan er um mál fyri Barcelona -->
*Topskorari í La Liga: 202 mál<!-- dagfør um talan er um mál í La Liga -->
*Topskorari í UEFA Champions League: 56 mál <!-- dagfør um talan er um mál í Champions League -->
*Topskorari í evropeiskum kappingum: 57 mál <!-- dagfør um talan er um mál í evropeiskum kappingum -->
*Topskorari í altjóða kappingum: 61 mál <!-- dagfør um talan er um mál í altjóða kappingum -->
*Flest hat-tricks yvirhøvur í FC Barcelona: 22 hat-tricks]] <!-- dagfør um talan eru um hat-trick í FC Barcelona -->
*Flest La Liga hat-tricks yvirhøvur: 16 hat-tricks <!-- dagfør um hat-trick í La Liga -->
== Keldur ==
<references/>
{{DEFAULTSORT:Messi, Lionel}}
{{Commonscat}}
[[Bólkur:Argentinskir fótbóltsleikarar]]
[[Bólkur:Føðingar í 1987]]
cvvkp47sdmq900rpt1jza9n2f6nzck2
Cristiano Ronaldo
0
18360
389592
387890
2026-10-19T10:16:27Z
Maximiliaan Ronaldszoon
35824
389592
wikitext
text/x-wiki
{{Infobox football biography
| name = Cristiano Ronaldo
| image = New Zealand-Portugal (20).jpg
| image_size =
| caption =
| fullname = Cristiano Ronaldo dos Santos Aveiro
| birth_date = {{Birth date and age|1985|2|5|df=y}}
| birth_place = [[Funchal]], [[Madeira]], Portugal
| height = {{height|m=1,89}}<ref>{{cite web |url=http://www.realmadrid.com/en/football/squad/cristiano-ronaldo-dos-santos |title=Cristiano Ronaldo (CR7) |website=realmadrid.com |publisher=Real Madrid |accessdate=22 March 2014 }}</ref>
| position = Álopsleikari/Vongur
| currentclub = [[Juventus F.C.|Juventus]]
| clubnumber = 7
| youthyears1 = 1992–1995 |youthclubs1 = [[CF Andorinha|Andorinha]]
| youthyears2 = 1995–1997 |youthclubs2 = [[C.D. Nacional|Nacional]]
| youthyears3 = 1997–2002 |youthclubs3 = [[Sporting Clube de Portugal|Sporting CP]]
| years1 = 2002–2003 |clubs1 = [[Sporting Clube de Portugal B|Sporting CP B]] |caps1 = 2 |goals1 = 0
| years2 = 2002–2003 |clubs2 = [[Sporting Clube de Portugal|Sporting CP]] |caps2 = 25 |goals2 = 3
| years3 = 2003–2009 |clubs3 = [[Manchester United F.C.|Manchester United]] |caps3 = 196 |goals3 = 84
| years4 = 2009–2018
| clubs4 = [[Real Madrid C.F.|Real Madrid]]
| caps4 = 292
| goals4 = 311
| years5 = 2018–2021
| clubs5 = [[Juventus FC|Juventus]]
| caps5 = 98
| goals5 = 81
| years6 = 2021–2022
| clubs6 = [[Manchester United F.C.|Manchester United]]
| caps6 = 40
| goals6 = 19
| years7 = 2023–
| clubs7 = [[Al-Nassr FC|Al-Nassr]]
| caps7 = 114
| goals7 = 106<!-- LEAGUE ONLY -->
| nationalyears1 = 2001 |nationalteam1 = Portugal U15 |nationalcaps1 = 9 |nationalgoals1 = 7
| nationalyears2 = 2001–2002 |nationalteam2 = Portugal U17 |nationalcaps2 = 7 |nationalgoals2 = 5
| nationalyears3 = 2003 |nationalteam3 = Portugal U20 |nationalcaps3 = 5 |nationalgoals3 = 1
| nationalyears4 = 2002–2003 |nationalteam4 = [[Portugisiska U21 fótbóltslandsliðið|Portugal U21]] |nationalcaps4 = 10 |nationalgoals4 = 3
| nationalyears5 = 2004 |nationalteam5 = [[Portugisiska OL-fótbóltslandsliðið|Portugal U23]] |nationalcaps5 = 3 |nationalgoals5 = 2
| nationalyears6 = 2003– |nationalteam6 = [[Portugisiska fótbóltslandsliðið|Portugal]]
|nationalcaps6 = 234
|nationalgoals6 = 146
| club-update = 9. oktober 2026
| nationalteam-update = 24. september 2026
| medaltemplates =
{{MedalCompetition|[[EM í fótbólti]]}}
{{Medal|Gold|[[EM í fótbólti 2016|2016 Frakland]]|}}
{{Medal|Silver|[[EM í fótbólti 2004|2004 Portugal]]|}}
{{Medal|Bronze|[[EM í fótbólti 2012|2012 Pólland/Ukraine]]|}}<!--Though there was no third place playoff, UEFA decided in the 2012 edition to award the semi-final losers (Germany and Portugal) bronze medals for the first time: http://www.uefa.com/multimediafiles/download/competitions/euro/91/87/57/918757_download.pdf-->
{{Medal|Competition|[[UEFA Nations League]]}}
{{Medal|W|[[2019 UEFA Nations League Finals|2019 Portugal]]|}}
{{Medal|W|[[2019 UEFA Nations League Finals|2025 Týskland]]|}}
{{Medal|Competition|[[FIFA Confederations Cup]]}}
{{Medal|3rd|[[FIFA Confederations Cup 2017|2017 Russland]]|}}
}}
[[Mynd:Cristiano Ronaldo and Lionel Messi - Portugal vs Argentina, 9th February 2011.jpg|200px|thumbnail|]]
'''Cristiano Ronaldo dos Santos Aveiro''' (føddur [[5. februar]] [[1985]]) er [[Portugal|portugisiskur]] [[Fótbóltur|fótbóltsleikari]], sum spælir fyri [[Saudiarabia|saudiska]] felagið [[Al-Nassr FC|Al-Nassr]] og fyri [[Portugisiska fótbóltslandsliðið|Portugal]]. Hann spældi fyri spanska [[La Liga]] felagið [[Real Madrid]] frá 2009 til 2018 og fyri Manchester United frá 2003 til 2009.
== Lívsleið ==
Ronaldo byrjaði sína fótbóltslívsleið sum ungdómsleikari í [[C.D. Nacional|Nacional]], og hansara sukse hjá [[C.D. Nacional|Nacional]], førdi til eitt skifti til høvuðsstaðarfelagið [[Sporting Clube de Portugal|Sporting CP]] tvær fótbóltssesongir seinni. Stóra talentið hjá Ronaldo gjørdi at venjarin hjá [[Manchester United]] [[Alex Ferguson]] legði merki til hann og skrivaði undir kontrakt við tann tá 18-ára gamla portugisan fyri 12,24 milliónir [[Ensk pund|£]] summarið 2003. Komandi fótbóltsárið vann Ronaldo sítt fyrsta meistaraheiti í [[FA Cup]] og kláraði eisini at koma til [[EM í fótbólti 2004|EM 2004]]-finaluna við Portugal. Tað var eisini í sama EM endaspælinum, at hann skoraði sítt fyrsta landsliðsmál, tað var móti [[Grikkaland]]i í tí fyrsta dystinum í endaumfarinum, sum Portugal tó tapti 1-2. Á [[EM í fótbólti 2016]] vann Ronaldo gull við Portugal, tá ið liðið vann 1-0 í [[EM í fótbólti 2016 Finalan|finaluni móti Fraklandi]], eftir longda leiktíð. Ronaldo spældi bert 25 minuttir av dystinum, tí hann bleiv skaddur og mátti berast út av vøllinum.
Í 2008 vann Ronaldo og restin av United-liðinum [[UEFA Champions League]]. Ronaldo varð kosin [[man of the match]] í finaluni. Seinni varð hann kosin sum [[FIFPro]] World Player of the Year<ref>[http://football.uk.reuters.com/european/news/31AF1E0C-A43A-11DD-8435-676EF73CFA52.php Ronaldo named FIFPro World Player of the Year] {{Webarchive|url=https://web.archive.org/web/20081030085550/http://football.uk.reuters.com/european/news/31AF1E0C-A43A-11DD-8435-676EF73CFA52.php |date=2008-10-30 }} – Reuters, 27. oktober 2008</ref> og [[FIFA World Player of the Year]], samstundis við at hann gjørdist fyrsti Manchester United leikari í 40 ár, ið vann [[Ballon d'Or]].<ref>[http://www.francefootball.fr/FF/breves2008/20081202_030150_cristiano-ronaldo-ballon-d-or-2008.html Cristiano Ronaldo, Ballon d'Or 2008] – France Football, 1. december 2008</ref> Í 2014, 2015 og 2016 vann hann aftur [[FIFA Ballon d'Or|Ballon d'Or]]. kæmpe svin
== Ronaldo í Føroyum ==
Føroyar spældu landsdyst móti Portugal í HM-undakappingini til HM 2018. Í tí sambandi kom portugisiska landsliðið til Føroya at spæla landsdyst á Tórsvølli móti Føroyum, dysturin varð leiktur 10. oktober 2016. Millum leikararnar var Christiano Ronaldo. Nógv fólk var komið saman bæði vesturi í Vágum og uttanfyri Hotel Føroyar fyri at síggja stóru stjørnurnar, ið fáir mánaðir frammanundan høvdu vunnið [[EM í fótbólti 2016|EM í fótbólti]], og serliga komu tey fyri at síggja Ronaldo, ið til tá hevði vunnið Ballon D'or heili tríggjar ferðir, og tveir mánaðir seinni vann heiður á fjórða sinni. Nógv børn og ung, men eisini vaksin, løgdu nógv fyri til tess at sleppa at síggja Ronaldo og teir og kanska fáa autograf ella selfie saman við honum. Undir sjálvum dystinum hendi nakað, ið ikki mátti henda. Meðan leikararnir gingu inn á vøllin fyri at spæla seinna hálvleik, rann ein drongur inn á vøllin, og tað eydnaðist honum at fáa eina selfie saman við Ronaldo. Vaktarmenn komu skjótt eftir honum og førdu hann út av stadionøkinum.<ref>{{cite web |url=http://portal.fo/fekk+selfie+vid+ronaldo+a+torsvolli.html |title=Fekk selfie við Ronaldo á Tórsvølli |last1=Eghold |first1=Sverri |date=10. oktober 2016 |work= |publisher=portal.fo |accessdate=12. december 2016}}</ref>
== Keldur ==
<references/>
{{DEFAULTSORT:Ronaldo, Christiano}}
[[Bólkur:Fótbóltsleikarar úr Portugal]]
[[Bólkur:Real Madrid leikarar]]
[[Bólkur:Føðingar í 1985]]
{{Stub}}
g9oqtmhbbkirsmc05bsjz9otn2v2pca